týsdagur 22. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Um alt gongur væl,
verður Skálaberg
í Føroyum annan
jóladag
skálaberg
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Frøi var á Hanusi Hansen
og øllum hinum føroyingum
í Murmansk mánakvøldið,
tá ið rætturin feldi dómin:
Skipið slapp við at gjalda
fimm mió. krónur í bót,
men hald skuldi hvørki
leggjast á veiðu ella skip.
Sjálvt um skipspappírini
vórú
flýggjað
skipinum
eftir mánakvøldið, slapp
Skálaberg kortini ongan
veg tað kvøldið.
Onkrar
fyrisitingarligar
orsøkir
vóru
til,
at
myndugleikarnir ikki vildu
geva Skálaberg loyvi at
loysa, men teir skuldu
sleppa avstað í dag klokkan
17.30 føroyska tíð.
Bara bíða
Vit bara bíða, segði Róðin
Biskopstø, skipari á Skála
bergi, sum vit høvdu í tele
fonini fyrrapartin.
Teir
ellivu
menninir
umborð gingu bara og bíð
aðu eftir klokkuni í vónini
um, at ikki okkurt nýtt fór
at koma í vegin. Royndir
teirra er, at alt gongur líka
trekt, og vandin fyri, at
skipið eina ferð enn verður
hildið aftur, er ikki av, fyrr
enn Skálaberg er komin úr
russiskum sjógvi.
Lagið á monnunum var
kortini gott í dag.
Gongur, sum føroyingar
vóna, fer Skipið úr Mur
mansk í dag og fer inn í
Honningsvaår í morgin at
bunkra.
So stevna teir móti Før
oyum.
Heim annan jóladag
Jólaaftan verða vit onkra
staðni á leiðini heim, men
vit eru so vanir við at halda
jól á havinum, segði Róðin
Biskopstø.
Gongur sum ætlað, og
teir fáa góðan túr heim,
væntar Róðin Biskopsø, at
teir verða heima annan jóla
dag á middegi.
Hanus Hansen, reiðari
hevði ætlað at siglt heim
við Skálaberg. Hann fór tó
heim í morgun saman við
umboðunum fyri Fiskimála
ráðið, Uttanríkisráðið og
Fiskiveiðieftirlitið.
Sakførararnir fóru ikki
avstað, tí teir vildu vera í
Murmansk, til skipið heilt
vist slapp avstað.
Teir sjey menninir, sum
fóru úr Føroyum mánadagin
fyri at avloysa á Skálaberg,
hava í dag sitið í Oslo og
bíðað eftir, um nakað nýtt
hendir. Sleppur Skálaberg
avstað, flúgva teir heim
aftur.
Gleða seg til heimferðina
Vend í Danmark
Eftir fýra ársfjórðingar á rað við minkandi bruttotjóðar
framleiðslu er vend komin í danska búskapin, tí sambært
teirri seinastu uppgerðini vaks bruttotjóðarframleiðslan 0,6
prosent í triðja ársfjórðingi í ár. Steen Bocian, sum er
búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við DR, at
úrslitið var betur enn væntað og boðar frá, at danski
búskapurin hevur fótað sær aftur. Hann vísir á, at í veruleik
anum var vøksturin í Danmark í triðja ársfjórðingi størri
enn meðalvøksturin í Evropa. Eitt nú er tann privata
nýtslan vaksin, og tað sama er hent við íløgunum.
Ongar barnakonur
Kvinnur, sum eru í teimum amerikonsku herdeildunum í
Irak, kunnu verða settar fyri ein hernaðardómstól, um tær
gerast við barn, meðan tær gera hertænastu har. Higartil
hevur reglan verið, at kvinnur, sum gerast við barn í
hertænastu uttanlands, verða sendar til USA. Men sambært
generalinum Anthony Cucolo er hetta ein vánalig skipan, tí
hon kann bera í sær, at herdeildir missa fólk við týðandi
serkunnleika. Tí krevur hann, at fólk brúka fyribyrging,
ella at tey bíða við tí kynsliga, til tey sleppa heim.
Valdemar Lützens
Byggibúð, sum
herfyri sóknaðist
eftir málningum eftir
Ingálvi av Reyni og
William Heinesen
hevur nú eisini
áhuga fyri øðrum
málningum
list
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Nógv eru tey, sum eiga
málningar, ið tey kundu
huygsað sær at selt.
Tað eru royndirnar hjá
Høgna Lützen, stjóra á
Valdemar Lützens Byggi
búð.
Herfyri sóknaðist hann
gjøgnum
útvarpið
eftir
málningum eftir William
Heinesen og Ingálv av
Reyni til at prýða veggirnar
á skrivstovu síni.
Kunngerðirnar í útvarpin
um fingu so nógv afturljóð,
at hann nú hevur tikið nsæat
stigið. Hann kundi eisini
hugsað sær málningar eftir
Ruth Smith, Steffan Daniel
sen og Jógvan Waagstein.
Hví júst tey listafólkini?
Tí mær dámar teirra máln
ingar, sigur Høgni Lützen,
sum ikki á nakran hátt held
ur seg hava skil fyri list.
Ein dag kom eitt fólk inn
á gólvið í byggibúðini við
einum málningi, og tað var
leyst og liðugt. Málningurin
skifta eigara beinanvegin.
Tann
málningin
hevur
Høgni keypt til sín sjálvs.
Í onkrum førum hava fólk
viljað havt meira fyri ein
málning, enn Høgni hevur
viljað latið. Nøkur boð hev
ur hann givið, sum hann
ikki hevur fingið svar uppá
enn.
Í fleiri førum eru tað eldri
fólk, sum vilja selja, og tey
eru øll ikki komin so langt
enn sum til at senda honum
mynd við telduposti av
málningi sínum.
Nei, eg eri ikki nakar list
samlari, men kanska er
hetta byrjanin, sigur Høgni
Lützen.
Tey, sum hava hug at
senda Høgna mynd av ein
um málningi ella hava eitt
boð til hansara, kunnu
ringja tlf. 213536 ella skriva
til vlb@vlb.fo
Vil hava meira list