Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 245 - 22. desember 2009 tíðindi Jólamenn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jólini eru í hondum og tá hava vit loyvi at sleppa teym unum eitt sindur. Men kort ini er onki av ivast í, at løgtingslimir vóru tiknir á bóli seinnapartin leygar­ dagin. Mitt sum orðadrátturin um fíggjarlógina fyri næsta ár var upp á tað harðasta, brast hurðin upp og ein repil av jólamonnum komu brest andi inn í løgtingssalin. Løg tings formaðurin, sum hesa løtuna var Alfred Ol sen, royndi sítt besta at hal da formalitetirnar og ring di avgjørdur við klokk­ u ni og við segði við myndug ari rødd, at tað var ikki loyvt at koma inn um byrg ing ina. Eina løtu varð ei sini leita eftir hamaranum, sum formaðurin hevur at fáa frið í salinum við, men hann kom so ongantíð í brúk Karsten Hansen hevði orð ið, men hann mátti eisini gevast. Men hann helt, at hetta var kanska tað, sum kun di fáa samgonguna at taka betri partar fyri seg... Men har var ongin sum lurt aði og skjótt mátti hann gevast og tískil varð ting­ fund urin avbrotin eina góða løtu ímeðan jólamenn gin­ gu runt í tingsalinum og bjóð aðu tingfólki kara mell­ ur, áðrenn teir trektu seg aft ur í góðum ordan og góvu teimum frið at taka orða skif tið uppaftur. Jólamenninir vóru kom­ nir av jólaskipinum inn á Havn ina seinnapartin og eft ir at hava býtt karamellur út til tey nógvu børnini, sum treiskaðust ímóti vindi og kavaroki og høvdu leitað sær oman í Vágsbotn, fóru teir inn í Miðlahúsið og haða ni niðan í Løgtingið. At vera jólamaður er utt­ an iva tann allarseinasti skans in, sum mannfólk kun du vænta at hava fyri seg sjálvan. Men so er ikki long ur. Kanska er tað javn­ støðu lógin, sum eisini verð ur tikin í álvara á hesum øki, tí tann, sum hyggur væl, sær eina jólakonu mitt í trunkanum av jóla monn um. Myndirnar av jóla monn­ unum í Løgtinginum og av jóla skipinum, tók Álvur Harald sen. Jólamenn gjørdu in