Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. desember 2009 – Nr. 245 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Pengarnir fáa alt stør ri vald í dagsins fót bólts­ heimi, men teir kunnu ikki keypa alt. Heldur ikki eina odd astøðu í Premier League, og tað mátti Mark Hughes rinda prísin fyri Tað sá annars so lovandi út, tá Premier League bara var nøkur frá um før gomul. Manchester City vann og vann, og aloftast megnaði mót­ støð an als ikki at skora. 4­3 tapið móti grannunum úr Manchester Uni ted og mentorinum hjá Mark Hug hes, Sir Alex Ferguson, gjørdist tó á onkran hátt vendipunktið hjá Man chester City. Hóast teir vunnu næsta dystin, sum var móti West Ham, so varð hetta fylgt upp av sjey javnleikum á rað, og tað kostar. Tað eydnaðist at basa Chelsea 2­1, men hetta varð bara tann næsti sigurin í 11 dystum, og so mistu eigararnir tolið. Abu Dha bi United gav Sparky sparkið, og í hansara stað verður Roberto Man cini settur í starvið. Brúkt milliardir Í bakspeglinum er spurningurin helst eisini, um Hughes var tann rætti maðurin at standa á odda fyri milliarda ætlanunum í Manchester City. Upprunaliga var eingin, sum tos­ aði um Hughes, tá Thaksin Shina­ wat ra keypti sær meirilutan í felag­ num. Tá var svenski Sven­Göran Eriks son maðurin, sum varð settur í sess in, men tann 2. juni í 2008 varð Hughes settur í starvið fyri sekkjaða svian. Sum spælari var hann treiskur og ótta leysur, og hóast venjara roynd ir­ nar ikki vóru hjá nøkrum av meira glamour øsu feløgunum, so fór Spar­ ky undir starvið við góðum treysti. Fortreytirnar fyri góðum úrslitum gjørd ust ikki verri, tá enn eitt eigara­ skifti rakti felagið. Undir Shinawatra hevði City stórar ætlanir, men tá Abu Dhabi United keypti felagið, gjørd ist felagið samstundis heim­ sins ríkasta. Vantandi pláss í Champions Lea g­ ue merkti tó, at tað illa bar til at dra­ ga veruligu megastjørnurnar til felag ið, men peningaupphæddirnar hava kortini verið stórar. Ikki minst við Robinho, sum varð keypur fyri enska metupphædd, 32,5 milliónir pund, frá Real Madrid. Aðrir spælarar, sum eru komnir til felagið, meðan Hug hes hevur staðið við stýrisvølin, eru Jo, Tal Beb­Haim, Vincent Kom p­ any, Shaun Wright­Philips, Pablo Zaba le ta, Wayne Bridge, Craig Bell a­ my, Shay Given, Nigel de Jong, Ga r­ eth Barry, Roque Santa Cruz, Carlos Tevez, Emmanuel Adebayor og Kolo Toure. Og sum føroyskt ískoyti kann eisini nevnast Gunnar Nielsen, ið kom úr Blackburn, har Hughes áður hevði virkað sum venjari. Fyrsta kappingarárið gekst væl á heimavølli, men á útivølli bar einki til, og tí mátti felagið taka til takkar við einum tíggjunda plássi. Eisini spæl di felagið seg í fjórðingsfinaluna í UEFA­Cup, eftir at hava sligið EB/ Streym úr kappingini á vegnum. Mongu keypini – ikki minst Ade­ bay or – tóktust hava sína positivu ávirk an, tá kappingin byrjaði, men odda sesurin er í løtuni broyttur til eitt pláss beint undir toppinum, og tað er minni enn tað, sum vónirnar eru til. Visti av ongum Sjálvur var Hughes vónbrotin, tá hann fekk boðini leygarkvøldið, eftir at hann í seinasta dystinum sum ven jari hjá City hevði leitt liðið til ein 4­3 sigur á Sunderland. – Sjálvandi eri eg vónbrotin, nú eg ikki fái møguleika at gera ar beið­ ið liðugt, soleiðis sum eg hevði sett mær fyri. Undan kappingarárinum tos aði eg við eigararnar, og vit vóru samdir um, at eitt sætta pláss ella so var nøktandi hjá felagnum. Og vit vóru væl og virðiliga innan fyri mark eftir hesum mátinum, segði Hughes við ensku miðlarnar leygarkvøldið. Men eftir øllum at døma hava úrs­ litini ikki verið nóg góð. Um Mancini kann broyta hetta, kann bara tíðin vísa. Menn fyrrverandi Inter­venjarin hev ur sum venjari eitt størri navn, og tí kann hann kanska verða mað­ ur in, sum togar seinastu stóru stjørn unar til City of Manchester Stadi um. Í so máta er tað neyvan av tilvild, at venjaraskiftið hendi, beint áðrenn flytingarvindeygað læt upp. Og við pengunum, sum enn eru nógvir hjá eigarunum, skal tað vera løgið, um ikki onkur stórur spælarahandil verður at síggja í januar mánaði. Sum spælarin var Mark Hughes ein tann treiskasti, óttaleysi áleyparin, enskur fótbóltur hevur sæð. Leygardagin veitraði hann fyri seinastu ferð áskoðarunum hjá Manchester City farvæl Mynd: Polfoto/AP Úrslit í Premier League Portsmouth­Liverpool 2­0 Aston Villa­Stoke 1­0 Blackburn­Tottenham 0­2 Fulham­Manchester United 3­0 Manchester City­Sunderland 4­3 Arsenal­Hull 3­0 Wolves­Burnley 2­0 Everton­Birmingham 1­1 West Ham­Chelsea 1­1 Wigan­Bolton úts. Eingin tekur Barca Lionel Messi (myndin) undirstrikaði sína støðu sum heimsins besti í ár, tá hann avgjørdi HM­kappingina fyri feløg. Í finaluni móti argentinska Estudiantes leygarkvøldið var Barcelona tó í trupulleikum, eftir at Mauro Boselli hevði stútað suðuramerikansku meistararnar framum. Bara ein minutt fyri leiklok eydnaðist innskifta Pedro Rodriguez at stúta Barca upp á javnt, og so traðkaði besti spælarin í Europa – og helst skjótt eisini í heiminum – í karakter, tá hann eftir 110 minuttum við bringuni skoraði til 2­1. Barcelona hevur í ár vunnið alt, sum vinnast kann: Sponsku steypakappingina, spanska meistaraheitið, Champions League, spanska Super­Cup, europiska Super­Cup og nú eisini HM­heitið fyri fótbóltsfeløg. Tvíkynjað endurgjald Suðurafrikanski rennarin, Caster Semenya, krevur nú yvir 600 milliónir krónur í endurgjaldi frá altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, IAAF, og smáar 100 milliónir krónur frá suðurafrikanska sambandinum fyri frælsan ítrótt, ASA. Semanya, sum rennur 800 metra teinin hjá kvinnum, vann gull í heimsmeistarakappingini í summar, men ivi varð sáddur um kyn hennara, so hon mátti kannast. Eftir hetta almannakunngjørdi IAAF, at Semenya var tvíkynjað. Suðurafrikanski rennarin hevur fingið amerikanska sakføraran, Greg Nott, at hjálpa sær, og hann hevur roknað seg fram til, at tey bæði sambondini skulu stevnast eftir tilsamans 716 milliónum krónum. Pre Vunnin Tapt Mál- Nr Lið Dystir V - J - T mál mál munur Stig 1 Chelsea 18 13 - 2 - 3 43 15 28 41 2 Man Utd. 18 12 - 1 - 5 37 17 20 37 3 Arsenal 17 11 - 2 - 4 44 20 24 35 4 Aston Villa 18 10 - 5 - 3 29 14 15 35 5 Tottenham 18 10 - 3 - 5 40 22 18 33 6 Man City 17 7 - 8 - 2 33 27 6 29 7 Birmingham 18 8 - 4 - 6 19 18 1 28 8 Liverpool 18 8 - 3 - 7 34 25 9 27 9 Fulham 17 7 - 5 - 5 23 17 6 26 10 Sunderland 18 6 - 3 - 9 25 28 -3 21 11 Stoke 17 5 - 6 - 6 15 20 -5 21 12 Wolves 18 5 - 4 - 9 17 31 -14 19 13 Blackburn 18 5 - 4 - 9 17 32 -15 19 14 Burnley 18 5 - 4 - 9 21 37 -16 19 15 Everton 17 4 - 6 - 7 23 31 -8 18 16 Wigan 17 5 - 3 - 9 20 38 -18 18 17 Hull 18 4 - 5 - 9 17 37 -20 17 18 Bolton 16 4 - 4 - 8 23 33 -10 16 19 West Ham 18 3 - 6 - 9 26 35 -9 15 20 Portsmouth 18 4 - 2 - 12 17 26 -9 14 Premier League Sparky fekk sparkið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk