týsdagur 22. desember 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 245 - 22. desember 2009
lýsingar
Almennir fundir hjá
Eysturkommunu í 2010
Fundirnir eru kl. 19.30 í býráðshúsunum
mánadagin 25. januar
mánadagin 22.februar
mánadagin 22. mars
mánadagin 26.apríl
mánadagin 31. mai
mánadagin 28. juni
mánadagin 30. august
mánadagin 27. september
mánadagin 25. oktober
mánadagin 29. november
mánadagin 13. desember
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdarráðs
fundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar
áðrenn fundin.
Námsfrøðingar til
dagstovnin í Gøtu
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 15. februar
2010. Talan er um eitt starv á 25 tímar um vikuna og
eitt starv á 30 tímar um vikuna. Umsóknarfreistin til
størvini, er 01. februar 2010 kl. 12.00.
Søkt eftir 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá
15. januar 2010 til 15. juli 2010, at menna barn við
serligum tørvi. Talan er um starv á 20 tímar um vikuna.
Umsóknarfreistin til starvið, er 11. januar 2010 kl.
12.00.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Peda
gogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum
skulu sendast til Eysturkommunu, Postboks 30, 510
Gøta.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Martu
Thomsen, stovnsleiðara á telefon 73 00 51.
Námsfrøðingur til Brúsa
Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 01. februar
2010. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum,
skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í
hendi í seinasta lagi 20. januar 2010 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigvør
Gregersen, stovnsleiðara á telefon 73 00 41.
Dagrøktari
Søkt verður eftir 1 dagrøktara í tíðaravmarkað starv,
sum verður sett frá 15. januar 2010 til 16. juli 2010.
Í dagrøktarskipanini eru børn í aldrinum 0 til 3 ár. Ein
dag um vikuna ella meir arbeiða dagrøktararnir saman
í spælistovuni sum er knýtt at dagrøktarskipanini, hinar
dagarnar eru børnini heima hjá dagrøktarunum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum
skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í
hendi í seinasta lagi 11. januar 2010 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elin
Mikkelsen, stovnsleiðara á telefon 73 00 55.
Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu:
www.eysturkommuna.fo
Skeið í teknmáli
Í januar og februar 2010 verður
skipað fyri skeiðum í teknmáli.
Skeiðini verða í hølunum hjá Deyva
felag Føroya, Íslandsvegur 10 b.
Talan er um byrjunarskeið stig 1 og
2, sum hvørt er upp á 20 lektiónir.
Neyvari kunning og tilmelding er
hjá skeiðsleiðaranum:
Edny Poulsen á Tlf. : 518364
Fa. EP v/Edny Poulsen