Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 245 - 22. desember 2009 Góði fitti Sverri Hjartaliga tillukku við 15 ára føðingardegnum. Uhm hetta smakkar væl ha? Jesus pápi signi lívsleið tína. Tey allarbestu ynski frá okkum her norðuri. Abbi og omma Góði Bjartur Hjartaliga tillukku á 8 ára føðingardegnum tann 22. Her ert tú kul. Heilsan omma og abbi Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum, sum gleddu meg á konfirmatiónsdegi mínum. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Irena Danielsen Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara tann 21. mai 2009 so hugnaligan og ógloymandi. Stóra tøkk fyri gávur, heilsanir og alla ta hjálp, vit fingu. Takk til øll tykkum, sum gleddust saman við okkum á tí stóra degnum. Eisini vilja vit ynskja øllum tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Elsebeth og Páll Foreldur míni og eg takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu meg á konfirmatiónsdegnum 4. okt. 2009. Somuleiðis ynskja vit øllum eini góð og gleðilig jól, og eitt eydnuberandi nýggjár. Kærar heilsanir Magnus Jógvansson, Tórshavn Eg og foreldur míni takka øllum, sum gleddu meg á fermingardegnum 5. apríl. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól eitt av Harranum signað nýggjár. Sólbjørn Fríði Olsen, Tórshavn Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 19. november 2009. Tøkk fyri vitjanir, gávur, uppringingar og heilsanir.Ein serlig tøkk til døtrar okkara við familjum, sum gjørdu dagin so hugnaligan og ógloymandi. Somuleiðis ynskja vit gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Bestu heilsanir Ása og Jógvan Rasmussen, Miðvágur Ein hjartans tøkk til tykkum, sum mintust okkum við heilsanum, blómum, gávum og tit, sum ringdu og vitjaðu inn á gólvið á okkara diamantbrúdleypsdegi 4.12.2009 og gjørdu dagin so hugnaligan. Ein serlig tøkk til børnini. Vit vilja eisini ynskja øllum vinfólkum og skyldfólkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærar heilsur Kirsten og Daniel Næs, Nes-Hvalba Við hesi heilsan, vilja vit hjartaliga takka familju, vinum og øllum tykkum, sum gjørdu hjúnabandsdag okkara 25.07.2009 so hugnaligan og ógloymandi. Ein hjartans tøkk til Martin Restorff Jacobsen fyri sera góð og vøkur orð til vígsluna. Eina tøkk til kirkjutænarar, og Jensinu Olsen fyri sera góðan og hjartanemandi sang, bæði í kirkjuni og eisini til borðhaldið. Tøkk fyri gávur, blómur og heilsanir. Túsund tøkk fyri alla ta góðu hjálp vit fingu. Samstundis vilja vit nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærar heilsur Jóhanna M. og Rúni Magnus R. og Sanna R. Debes Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu, mintust og hjálptu okkum í samband við brúdleyp okkara 27. juni 2009. Eisini vilja vit nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár. Vinarliga Rósa & Bárður Danielsen Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu meg á konfirmatiónsdegi mínum 5.apríl 2009. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Blíðar heilsanir Dávid Langgaard, Norðoyri Hjartaliga takk, børn, svigerbørn, barnabørn og øll tit, sum gjørdu mín 75 ára føðingardag ógloymandi. Tøkk fyri gávur, telergrammir, uppringingar og blómur og øll tit sum komu inn á gólvi og gleddust saman við okkum. Gleðilig jól øll somul og Harrans signing í komandi árið. Kærar heilsanir Jonna Hjartans tøkk til øll tykkum, sum mintust meg á 90 ára føðingardegnum 14. okt. Ein serstøk tøkk til børn míni við familju, sum gjørdu mær dagin so hugnaligan og ógloymandi. Vinum og frændum verður ynskt eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærastu heilsanir Helena Simonsen, Klaksvík Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum og á ymiskan hátt gleddu okkum á 85 ára føðingardøgum okkara 27. juli og 17. nov. og diamantbrúð­ leypsdegi okkara 27. nov. Tøkk til børn okkara og tykkum, sum skipaðu fyri og hjálptu í verki, orðum og við góðum sangi, og soleiðis gjørdu hesar dagar so ógloymandi góðar. So ynskja vit tykkum øllum eini góð og gleðilig jól og eitt signa og eydnuríkt nýttár Bestu heilsur Anna og Jákup Kass