Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 246 - 23. desember 2009 Eftir drúgt rættarmál hev ur dómarin nú tikið sonevnda hummara málið upp til dóms. Ákærin krev ur dóm eftir ákæru skrivi num, með an verjarnir krevja frídøming HUMMARAMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mest umrødda – og í eygu­ num hjá mongum minst týð andi – mál í áravís fær nú sín enda. Sonevnda hummara málið verður nú tik ið upp til dóms. Í stuttum snýr málið seg um, hvørt nakir journalistar og ein hummaraútflytari ha va framt djórapínslu. Á Faroe Fish Fair 2005 hevði Marni Simonsen ein bás, har hanneitt nú bjóðaði liv andi hummarahalar til fólk. Hendan forkunnuga góð bita høvdu Georg L. Peter sen og myndamaðurin Kal mar Lindenskov gjørt av at royna, og í blaðgrein greid di Georg L. Petersen frá, hvussu tað var at eta liv andi hummarahala. Hetta fekk táverandi lands djóralækna, Peter Øster gaard, at melda blað­ mann in og myndamannin til løgregluna. Og málið hev ur koyrt líka síðani. Í síðsti viku kom málið so langt um leingi fyri rætt­ in, og í dag var tað tikið upp aftur til endaliga av greiðs­ lu. Í rættinum í dag var bert eitt ans vitni, nevniliga John Johanne sen, sum sjálvur hevði gjørt løgregluna varð uga við, at eisini hann hevði verið til staðar á Faroe Fish Fair og hevði roynt hendan livandi hummar a halan. Undir avhoyringini kom fram, at hann hevði hugsað lít ið um hesa hendingina, og at hann undraðist eitt sind ur á, at bert blaðmaðuri og myndamaðurin vórðu ákærd ir fyri at hava etið hes ar hummarahalarnar. Hinvegin helt hann ikki, at talan var um nakað prinsipielt mál um talu­ ella pressu frælsi. Dokumentatiónin var óvan liga drúgv fyri eitt so lít ið týðandi mál, og tað gjørd ist proseduran eisini. Í stutt um kan sigast, at ákæru valdið mælti til, at teir ákærdu, Georg L. Peter­ sen, Kalmar Linden skov, Henrik K. Jeppesen og Marni Simonsen, vórðu dømdi eftir ákæruritinum, með an verjarnir mæltu til frí døming. Dómur verður sagdur seinni. Hummara- málið tikið upp til dóms Útnorður og klima Við nýggju bókini Climate Change and the North Atlantic vil samtakið NORA geva eitt íkast til kjakið um veðurlagsbroytingar sæð frá einum serstøku norður atlant­ isk um sjónarhorni. Í bókini verður hugt nærri eftir hvørja ávirk an veðurlagsbroytingarnar hava á havið, jørðina, fólk ið, tað livandi tilfeingi, flutning og geopolitikk. Síðst í hvørjum kapitli er eitt ítøkiligt dømi um temaið, sum er við gjørt. Grafikarin Ole Wich hevur gjørt permu og og gjøgn um g angandi illustratiónirnar í bókini. Málið um Skálaberg hev ur lopið hvøkk á føroyskar myndug­ leik ar, og tað tók drúg va tíð at finna eina loysn. Men tað eydn að ist tó til end­ ans við samstarvi mill um nógvar aktør­ ar SKÁLABERG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað vardi neyvan nakran, at tað skuldi gerast størsta krepp an millum Føroyar og Russ land, tá Skálaberg 19. nov em ber varð tikin av russis ku sjóverjuni og førd­ ur til Murmansk. Roknað var við, at talan var um eina misskiljing, sum skjótt fór at verða loyst, men fyrstu ábend ing­ ar nar um nakað meiri álvar­ samt komu tó, tá ákærurnar móti skipinum vórðu lagdar fram. Fiskimálaráðið var fyrst inni í myndini, og tá russ­ iska samráðingar sendi ­ nevnd in um fiski vinnu sam­ starv var í Før oy um var Skála berg framvegis aftur­ hildin. Málið var ikki á skrán ni sum so, men var kort ini viðgjørt á fundinum. Roynt var við sam ráð ing­ um at tosa russar til rættis, men tað gjørdist skjótt ill­ gruni um, at okkurt annað og meiri búði undir. ­ Vit hava alla tíðina ar beitt í tøttum samstarvi við Fiskimálaráðið og vit hava so líðandi arbeitt okk­ um upp gjøgnum tær diplo­ mat isku skipanirnar fyri at fáa eina loysn á málinum, sig ur Jørgen Niclasen, uttan ríkis málaráðharri. Arbeitt var at byrja við á em bætis manastigi, men sum tíðihn leið gjørdist greitt, at tað slapst ikki á mál tann vegin. Hamburg Í síðstu viku setti Jørgen Nicla sen seg so í samband við danska starvsbróður sín, Per Stig Møller, og sam an løgdu teir síðani eina strategi fyri, hvussu farast skuldi fram. Teir báðir samdust skjótt um, at nú var so mikið út lið ið, at fekst eingin loysn fyrst í hesi vikuni, bleiv mál ið lagt fyri Altjóða Hav­ dóm stólin í Hamburg. ­ Nú kom málið so fyri í rætti num í Murmansk mána dagin, og sjálvandi bíð aðu vit eftir úrslitinum, sum vit vóru til reiðar at legg ja málið fyri dómstólin í Hamburg, spurdist einki burt ur úr mánadagin, sigur Jørgen Niclasen. Saman við Per Stig Møll­ er hevði føroyski uttan­ ríkis mála ráðharrin sent russ iska uttanríkis mála ráð­ harra num bræv og gjørt hon um greitt, at fanst ikki ein loysn á málinum mána­ dag in, fór málið at verða skot ið inn fyri hav rættar­ dóm stólin í Hamburg í gjár. ­ Nú skal eg ikki siga, at tað var hetta, ið fekk glið á mál ið, men ein loysn kom so. Men eg skal undir strik­ að, at samlaða úrslitið var eitt samsæl millum allar ak tør ar, og teir vóru nógvir, sigur Jørgen Niclasen. Nú verður so ein eftir­ meting av allari tilgongdini, men uttan ríkis mála ráð harr­ in er sannførdur um, at teir eru farnir rætta vegin við at arbeiða á diplomatiska støði num. Samspæl millum allar partar Skálaberg er nú á veg heim til Føroya, og sambært Jørgen Niclasen er tað eitt skipað samspæl millum allar partar, ið loksins førdi til eina loysn