mikudagur 23. desember 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
7
VIKUSKIFTI
Fakta Erling
navn: Erling Eysturoy
Aldur: 47
Starv: Sjálvstøðugur vinnurekandi
Bústaður: Havn
Dólganavn: Bjarti
Besta dólgaminni: Tá vit fóru til
Vestmanna á løbihjóli.
gjørdust so vælumtóktir. Á sosiala
netverkinum Facebook er ein bólkur
stovnaður, ið eitur »Dólgarnir aftur í
SVF« og hevur í løtuni 3.158 limir.
Hans Jacob: Vit høvdu ikki ein tanka
um, at tað skuldi verða annað enn ein
jóla sending. Men uppá onkran máta
mugu vit hava rakt plett.
Egi: Eg haldi at orsøkin til, at tað
gjørdist so vælumtókt er, at tað
gongur so seint fyri seg. Børn fáa
tíð at fantasera, tá tað ikki hendur
so skjótt. Tey kunnu skapa sær sínar
egnu myndir.
Erling: Vit vóru eisini í einum væl
kendum umhvørvi, vanligum klæðum
og gjørdu ting, ið børn kanska kenna
seg aftur í.
Egi: Einaferð eg kom framvið FK
í býnum í Havn, komu tveir smá
dreingir rennandi út. Teir steðgaðu
frammanfyri mær og prátaðu um
Dólgarnar. Ein av teimum kundi
ikki rættuliga standa stillur og leyp
avstað, meðan vit tosaðu. Tá rópti hin
eftir honum »Ver ikki bangin – hesin
dólgurin stjelur eisini«. Tá vísti tað
seg, at teir høvdu stolið ein pakka av
ballónum inni í FK.
Erling: Nei, vit vóru kanska ikki so
peda gogiskir altíð.
Noyddur at sløkkja
At Dólgarnir skuldu endursendast 21
ár aftaná, at seinasta inspælingin varð
gjørd, var ikki nakað, ið teir tríggir
vænt aðu sær.
Egi: Eg hugdi eftir fyrsta partinum,
men eg var noyddur at sløkkja. Tað er
bara so píniligt, at tað gongur so seint
fyri seg. Filmiskt er tað gysiligt.
Hans Jacob: Ja, eg hevði nokk gjørt tað
betri, um eg hevði spælt tað inn nú.
Erling: Eg krimpaði tærnar, tá eg sá
meg sjálvan í hasum leiklutinum.
»Var eg so løgin?«
Erling, sum eisini er kendur frá film
unum um Trøllaommuna, sigur, at nú
koma børn fram til hansara og siga
»tað ber ikki til bæði at verða ein
dólgur og Erling politistur«.
Egi: Tað hevur undrað meg, hvussu
nógv fólk, sum gjøgnum øll hesi ár
hava kent meg aftur sum dólgur.
Hans Jacob: Eg var uppi í Rit&Rák,
áðr enn eg kom oman her, og har var
ein heilur skúlaflokkur, sum steðgaði
upp, tí tey kendu meg aftur.
Erling: Ja, strævið nú fara øll at kenna
meg aftur ... nei, tvætl fyri tað mesta
er tað stuttligt, tá børn koma og heilsa
uppá.
Ætla tit at gera nakað
meir við Dólgarnar?
Erling: Nei, eg og Egi hava onkuntíð
tos að um tað, men tað er ongantíð bliv
ið til nakað og blívur tað neyvan.
Egi: Tað er eitt fínt fornemmilsi at
fólk enn hava gleði av okkara gomlu
Dólgum.
Hátíðarløtan er komin at enda. Teir
trígg ir siga farvæl og fara hvør sín
veg. Eg siti eftir við kensluni at hava
møtt mínum idolum og hevði allar
helst vilja koyrt teir til Leynar saman
við Zacha rias Hammer og noytt teir at
spælt okk um nakrar partar afturat.
Heimkomin sita børnini framman
fyri skíggjanum og hyggja eftir Dólg
unum. Eg gleðist yvir, at teir sleppa at
læra hes ar tríggjar menn at kenna og
veit, at nógv túsund við mær kenna
tað á sama hátt.
Erling:
Eg krimpaði tærnar, tá eg sá
meg sjálvan í hasum leiklutinum.
»Var eg so løgin?«