mikudagur 23. desember 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 246 - 23. desember 2009
tíðindi
S
einasti fimm vikurnar hava vit hvønn
dag sæð nógvar fittar myndir av
børnum í Sosialinum í samband við
Myndakappingina, sum vit, saman við
Betri pensjón hava skipað fyri.
Jól og børn hoyra saman og tí avgjørdu
Sosialurin og Betri pensjón, at skipa fyri
eini kapping, har børnini vinna. Og undir
tøkan hevur verið stór – næstan 300
myndir av fittum børnum eru komnar inn
og tíverri hevur ikki verið rúm fyri øllum í
blaðnum.
Vinnarar
2. virðislønin á kr. 5.000, vann Egil Horn
úr Havn og 3. virðisløn kr. 2.500, vann
Billa Winther Jákupsdóttir, eisini úr
Havn. Harumframt hevur verið lutakast
um 5 ferðir kr. 1.000, so sigast kann ikki
annað enn, at Betri pensjón, sum letur
allar vinningarnar, rættiliga hevur verið í
jólahýri.
Nú er so tíðin komin at avdúka
vinnaran. Jens Kristian Vang, fotografur
og Pætur Jensen, grafikari hava avgjørt, at
besta myndin í kappingini var av Eyð á
Reynatúgvu, sum býr á Signabø. Sambært
treytunum hava teir hugt eftir motivinum,
litsamansetingini, ljósi og annars hvussu
myndin er sum heild. Talan hevur sostatt
ikki verið um eina vakurleikakapping.
Lítla Eyð kom inn á gólvið í
Miðlahúsinum at taka ímóti stóra
kekkinum, sum stjórin hjá Betri pensjón,
Mortan Poulsen, handaði henni. Vit fingu
eitt lítið prát við pápa hennara, Niels á
Reynatúgvu, sum hevur tikið myndina við
einum Sony A700 myndatóli. Myndin av
henni har hon situr og hugsar, er tikin á
páskum, tá hon fylti 3 ár; vanliga vil Eyð
ikki sita so still, tá tey taka myndir av
henni.
Vónandi fær hon teir glitriskógvarnar í
jólagávu, sum hon ynskir sær.
Besta barnamyndin funnin
Mortan Poulsen, stjóri hjá Betri pensjón handar
Eyð á Reynatúgvu stóra kekkin uppá 10.000 kr.
Jens Kristian Vang
Myndin, sum vann 1. virðisløn