Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 22 VIKUSKIFTI Uttanlandsferð Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tær fimtan vinnurnar, sum allar ar­ beiða á Tjarnargarði í Havn, vistu als ikki, hvat tær kundu vænta, tá ið tær í vár teknaðu seg til at fara ein túr til Fíla beins strond ina. Torført var at finna nak að at vita á tilgeingiligum máli á inter net inum. Katrin Jacobsen átók sær at leggja ferðina til rættis, og tær skuldu vera gestir hjá henni og skyldfólkum henn­ ara. Tær skuldu bara syrgja fyri at hava pass og gjalda ferðaseðil og haraftrat fáa sær tær neyðugu vaksinasjónirnar. Síðst í august fóru tær úr Føroyum og flugu umvegis Keypmannahavn og Brússel til Abidjan. Á flogvøllinum í Abidjan stóð stór mannamúgva í litríkum klæðum við trummum, rópi og skráli, og føroysku kvinnurnar vóru so innbilskar, at tær hildu, at øll hesi fólkini vóru komin at taka ímóti teimum. Seinni funnu tær út av, at ein ráðharri var við flogfarinum, og tað var honum, fólkini tóku ímóti. Men har vóru onnur komin at taka ímóti teimum, politiovastin, familja hjá Katrin og tveir lívverjar, sum fylgdu teim um alla tíðina á ferðini. Ein lítil fittur bussur stóð har til at flyta tær runt í landinum. Búðu væl ‒ So at koyra til býin Grandbassam, har vit skuldu búgva. Tað var hugtungt at síggja vesaladómin, kroysur, allastaðni líka skitið, og tey seldu frukt og grøn­ meti fram við høvuðsvegnum, siga kvinn urnar. Eitt petti burturfrá búðu fólkini, og tær luktaðu bálini frá kroysum teirra. Einaferð steðgari bussurin við eina bungalov, sum var eitt lítið motell. Tað var heitt at koma út, slavið, men til at liva við. Her skuldu tær búgva. – Vit búðu væl, tvær og tvær í hvørjum kamari. Alt var líka reint, heitt vatn o.s.v. Har var svimjihylur, men kortini var tað ikki nakað luksus, siga tær. Tvær konur komu hvønn dag og gjørdu teimum mat og vaskaðu teirra klæðir. Tær komu eftir, at nógvur krimi­ nalitetur var á leiðini. Lívverjarnir sótu fast við inngongdina, og úr bussinum sóu tær, at húsini hjá teimum fáu ríku vóru umbyrdir av høgum gørðum, við antin píkatráði omaná ella glassplintrum sum ávaring móti at royna at koma inn um garðin. Fingu frið Í býnum var alt møguligt at fáa. Summi teirra, sum seldu, vóru eitt sindur ágang andi, men tey vóru blíð og als ikki hótt andi. Har á leiðini koma eingi hvít fólk sum ferðafólk og leggja pening eftir seg. Tað slerdi føroysku kvinnurnar, at tær ongantíð hoyrdu barnagrát, og tey vaksnu sóu ikki misnøgd út. – Tað segði okkum nakað um, at tey hava vant seg við og góðtikið vánaligu umstøðurnar, siga kvinnurnar, sum viðmerkja, at fólkini sóu ikki út til at vera svong. Tó sóu tær børn, sum drukku proteindrykkir, tey høvdu fingið frá onkrum hjálparfelagsskapi. Móttøka oman á móttøku Ein longri koyritúrur gekk til býin Yqus soukro, sum er fyrisitingarligur høvuðs staður, har nógv bygging fer fram. Stásiligir bygningar og hotell beint upp at tí fátæksliga. Tær hildu seg vera farnar ein pri­ vat an túr, men tá ið bussurin steðgaði við eitt stásiligt hotell, vísti tað seg, at mót tøka var fyriskipað fyri teimum, og tann lokali guvernørurin skipaði fyri. Soleiðis var í fleiri støðum, har tær vitjaðu. Móttøka var fyri teimum, og tær fingu gávur. Tær vitjaðu eisini fyrrverandi for­ seta borgina, sum var eitt sera stórt hús. Tætt við borgina svumu krokudillur, sum vórðu fóðraðar við livandi hønum. Føroysku kvinnurnar vamlaðust. Onk­ ur segði teimum, at krokodillurnar vóru ein leivd frá gamlari tíð. Fangar, sum ikki aktaðu, vórðu tveittir út fyri kroko­ dillurnar. Krígsøki Bussferðin gekk víðari norður gjøgnum landið, og tær komu gjøgnum eitt øki, har borgarakríggið fyri einum ári síðan hevði verið serliga hart. Tann tein in dámdi teimum einki at koyra. Her menn við maskinbyrsum stóðu fram við veg­ num, tað var bølamyrt, og bussurin noyddist fleiri ferðir at steðga, tí pelar við seymum lógu út á vegin. Lívverjar teirra noyddust í heilum út at mekla. Tær vitjaði eina muslinska familju, Í september vóru fimtan starvsfelagar hjá KatRin Jacobsen, sum er ættað úr afrikanska landinum FílabeinsstRondini og arbeiðir á tjarnargarði Í havn við henni og vitjaðu heimland hennara. eitt vakurt land, og ein spennandi ferð, men tær fingu ilt Í hjarta av at sÍggja so nógv FátæKRadømi Heim aV Fílabeins- strondini Við blandaðum kenslum Føroyska ferðalagið avmyndað út móti Atlantshavinum