mikudagur 23. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
26
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er ættað av Strondum, er gift yvir
um Skálafjørðin og býr við Høganesveg
á Toftum.
Kvinnan, vit tosa um, er Ann-Britt
Johannesen, sum í meiri enn eitt ár
bæði hevur selt fisk og klæðir.
Seinastu trý árini hevur hon arbeitt
hálva tíð á Fiskamarknaði Føroya, og
hin 19. september í 2008 læt hon egnan
klædnahandil upp á Toftum.
- Arbeiðini kunnu ikki samanberast,
tí tey eru púrasta hvørt sítt, men mær
dámar bæði líka væl, sigur hon.
Josi á Skála
Tá Ann-Britt var hálvvaksin genta, læt
mamma hennara, Sigrun, saman við
systrini, Jonnu, handil upp á Skála.
Tær góvu handlinum navnið Josi –
eftir Jonnu og Sigrun.
Hetta var hin 18. november í 1980,
og soleiðis hevur mamma Ann-Britt
havt klædnahandil í meira enn 29 ár.
Í 1993 tók Jonna seg burtur úr Josi
og fór undir matvøruhandilin Joma
í niðaru hædd í sama bygningi sum
Josi.
Ann-Britt arbeiddi av og á og
onkuntíð yvir longri tíð í Josi, og sum
vaksin var hon eisini fleiri ferðir í
Danmark saman við mammu síniu á
vørumessum.
Tá Ann-Britt fyri góðum árum síðan
fór undir egnan handil í leigaðum
hølum í Oyrunum á Toftum, var tað
við tí fyri eyga at selja somu vørur sum
Josi á Skála.
- Josi selur klæði, smykkur, skógvar,
taskur og turrikløð til kvinnur í øllum
aldursbólkum, og hetta konseptið
dámar mær væl. Vit selja somu klæðir
og somu vørur annars sum Josi, og eg
haldi, at hetta hevur nakrar fyrimunir.
Vit keypa inn saman, og tá onkur vøra
vantar í øðrum handlinum, ber til at
vita, um hon kanska finst í hinum, sigur
hon.
Ann-Britt sigur, at hon og mamman
plaga at vera í Keypmannahavn á
messu í Bella Centrinum eina ferð um
árið, antin í februar ella í august.
– Vit eru sjáldan við á báðum
messunum, men plaga at verða við á
aðrari, leggur hon aftrat.
Insito Fashion
Navnið á klædnahandlinum hjá
strandakonuni á Toftum er Insito
Fashion. Handilin verður vanliga
róptur Insito, sum merkir ”Á staðnum”
og fashion merkir ”móti”.
– Tað ræddi meg ikki frá at handla,
at mamma mín hevur havt handil øll
hesi ár, og at eg í tíðarskeiðum havi
arbeitt hjá henni. Mær dámar væl
at fáast við handil. Undirtøkan fyri
handlinum hjá mær á Toftum hevur
verið góð og veksandi, síðan vit lótu
upp fyri 15 mánaðum síðan.
Ann-Britt letur bara væl at og sigur,
at handilin stundum hevur nógva
vitjan. Tí hevur hon eisini hjálparfólk
um dagarnar.
– Vanliga lati eg handilin upp klokkan
13, eftir at eg eri liðug á Fiskamarknaði
Føroya klokkan 12. Hetta ber væl til, tá
bæði arbeiðsplássini eru í somu bygd.
Onkuntíð kennur tú teg eitt sindur
troyttan, men sum heild er hetta fínasta
slag. Vanliga er tað eg sjálv, sum lati
handilin upp, og tá dóttir mín Sigrun
kemur úr skúlanum út á seinnapartin,
kemur hon oman at hjálpa mær. Eg
havi eisini aðrar gentur í handlinum,
tá tørvur er á tí, sigur hon.
Handilskvinnan sigur, at hon hevur
viðskiftafólk úr meginpartinum av
Eysturoynni, og tá eitt nú tunnilsdagar
eru, har ókeypis er at koyra úr Klaksvík
og Vágum, koma eisini fólk haðani og
út í Insito at keypa.
Vanligar dagar er handilin opin frá
klokkan 13-17.30, men nú tað stundar
til jóla, er longri opið enn vanligt.
– Í jólavikuni er opið frá klokkan
10-20, og tollaksmessudag verður opið
til klokkan 22, sigur hon.
Selur eisini fisk
Fyrrapartar arbeiðir Ann-Britt við at
umsita søluna, meðan fiskur verður
seldur á uppboði, og annars at tasta
neyvu avreiðingartølini inn hjá teimum
størru skipunum, sum góvu fyribils
tøl upp, tá tey boðaðu frá landing, og
fiskurin varð seldur um telefonina.
– Vit eru tvey sum selja hvønn dagin,
og soleiðis eru vit fýra, sum hava sjálva
søluna um hendi – eina viku í senn.
Henni dámar sera væl arbeiði á
Fiskamarknaði Føroya.
– Vit eru tilsamans sjey fólk í starvi
hjá FMF. Fólk eru serstakliga fitt, og
hetta er eitt ógvuliga gott arbeiðspláss,
sigur Ann-Britt Johannesen, sum
annars hevur alt gott at bera sínum
arbeiðsplássi og sínum starvsfeløgum,
bæði á Fiskamarknaði Føroya og í
handlinum, Insito Fashion.
Ann-Britt JohAnnesen hevur eitt fyrrapartsarbeiði og eitt seinnapartsarbeiði.
hvønn seinnapart í vikuni selur hon klæðir, smúkkur, skógvar og taskur
í egnum handli á toftum, og hvønn fyrrapart selur hon fisk hjá skipum
selur fisk fyrrapart
og klæði seinnapart
Ann-Britt Johannesen eigur og rekur handilin Insito Fashion á Toftum, sum selir klæðir og annað til
kvinnur í øllum aldursbólkum. – Eg selji fisk fyrrapart og klæðir seinnapart, sigur hon brosandi
til arbeIðIs
arbeiðspláss: Insito/ Fiskamarknaður
Føroya
starv: Handilsánari/ skrivstovukvinna
besta við starvinum: Tvey góð størv og
fjølbroytt arbeiði
ringasta við starvinum: Eitt sindur strævið
at renna ímillum, men sum heild fínasta slag
størsti dreymur við starvi: At arbeiðsgleðin
heldur fram
størsta frambrot: Tað man fara at koma
starvstíð: Eitt gott ár (Insito), trý ár (FMF)
lívsstarv: Man skal aldrig sige aldrig...
starvsfólk: 7 (Fiskamarknaður Føroya)
staður: Toftagjógv 3, Toftir
starvsfólk: 2 (Insito)
staður: Oyrarnar 10, Toftir
fakta ann-Britt