mikudagur 23. desember 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
28
VIKUSKIFTI
Okkurt mátti verða
við hasi kølluni
Tiger Woods hevur svingað golfkølluna meira
enn gott er, men tað er líkt til, at gandur er uppi í
leikinum. Í øllum førum boðar hendan myndin frá, at
okkurt serligt er við golfkølluni hjá Tiger Woods.
Nú er næstan sloppið. Bara tað
ring asta er eftir, og so ganga aftur
tíggju níggju til næstu ferð, ella
níggju.
Næsta ár er rundur føðingar
dagur, so tá byrjar høgtíðin í
september við postkassa á tremur
við trama hvørt týskvøld.
Men nýggjárið er eftir í hesum
umfarinum. Høgtiðin, fá tosa um,
og eingin hugsar um í jólaøðini.
Men vit vakna, júst sum vit eru
sovnað, við søtan dreym, tá skot
ini fara at bresta millum hús ini
og um allar geilar. Okkurt skulu
tómar barnahendur gera. Jóla
gáv urnar eru gloymdar.
Latið okkum fáa jólini frá
skelvandi hondini fyrst. Í dag er
lítlijólaaftan. Eg veit sjálvandi,
at dagurin eitur tollaksmessa
á føroyskum. Men á donskum
siga tey lillejuleaftan, og so siga
før oyingar tað eisini. Vit eru í
ríkisfelagsskapi og mál felags
skapi.
Sambært álmanakkanum ‒
eg skal lata vera við at nevna,
hvørjari føroyskari fyritøku,
eg fekk hann frá sum hongur
her við mítt mítt borð, er eingin
31.desember í ár. Seinasti dagur
í árinum er mikudagurin 30.
Interresant.
Nú hava vit frá fjórða stats
vald inum frætt, hvat handan
og hasin ynskja sær í jólagávu,
hvussu nógvar gávur, tey keypa
fyri hvussu nógvar pengar. Somu
ómissandi og demokrativerjandi
upplýsingar hvørt einasta ár.
Fólkið sleppur til orðanna í fólka
ræðinum. Soleiðis eigur tað bara
at vera.
Í næstu viku fáa vit at vita,
hvørji nýggjársynski, úrvald og
tilvildarlig fólk hava. Fríður á
jørð og annað utopiskt møsn.
Fyri ikki at skriva um nýggj
árs ynskini.
Eg gleði meg. Telji dagarnar.
Slíkt er óføra hent at vita og hjá
øðrum at flenna at og stimbra
nakrar køvisligar kaffisteðgir við.
Uttan iva hevur onkur vís
inda stovnur kannað, hvussu
nógvar dagar, ella skulu vit siga
tímar, eitt nýggjárslyfti heldur
í miðal. Í hvørjum landi, tey
halda longst, hvar tey eru býttast
(hjá okkum eru nýggjárslyftini
sjálvandi tey somu sum í Dan
mark, men tey vara styttri, tí
danskarar hava sterkari disiplin
enn vit).
Fyri nýggjársaftan og nýggj
árs dag runga ongar prædikur um
fullar menn og/ella konubukandi
menn, einsamallar sálir og
strongd, tí vaniljusnurlarnir mis
lukk aðust eisini triðju ferð.
Kanska er alt sosialkrútið uppi
og bara krútið í fýrverkinum eftir.
Á nýggjárinum er í lag at
drekka seg skít og skála fyri
ein um nýggjum kreppuári.
Eing in hoyrir neyðarrópini í
øll um brestunum. Eingin sær
myrkrið fyri tilboðsrakettum
og pseudo sólum og løg gild um,
heilsufrøðiliga og bruna eftir
litsgóðkendum vistfrøðiligum
bálum. Ikki brenna hatta, ikki
brenna hatta ella hatta ella
hatta. Fólk noyðast at keypa
vistfrøðiligt, grønt og um hvørvis
vinarligt timbur at brenna, so
útlátið er 20% minni enn í fjør.
Og ringast av øllum, vit eta
ikki tað sama sum danskarar.
Toskur kókaður í eitt korter er
ann ars nógv betri matur enn
dunna steikt í tveir tímar og ein
blanding, sum eitur edikur, sukur,
E202 og E211 og, ja, reyðkál.
Vikugamli nýføðingurin er
gloymdur í sínari krubbu við
full ari blæu. Tí nú skal ballast við
góðari samvitsku.
Og so er 1.januar aftur, og
undan brekkan er mótbrekka so
langt eygað sær. Tá nýggjársaftan
sveimar inn í gamlaárskvøld man
vera best at fylla glasið við perlu
víni, blunda og rópa skál. Sum
skila maðurin segði: tað verður
sum tað er! Einki er so ringt, at
tað kann ikki blíva verri.
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Ikki lidnir enn?
Fyrsti Golfurin gjørdur enn
Sosialurin
Tað yvirliva vit nokk
SEV vil hækka el-prísin
við 4 oyrum um árið
Sosialurin
Rudda forsíðuna
- Eg var øgiliga smæðin
Dimma
Nýtt kraftsentur í Føroyum
Sumbingar seta mest av til íløgur
Kringvarp.fo
Bardagi, bardagi...
Prestauppgerð í Hvalba
Dimma
Hvat er tað?
Kommunuumboð á grønari rundferð
Vágaportalurin
Svervektarin
Annika roynir at trýsta Danmark
Dimma
Vónandi vita teir,
hvar teir skulu lenda
Flogskiparar keglast um flogvøll
Sosialurin
Eisini í hesum kuldanum?
Ísurin bráðnar nógv skjótari enn hildið
Dimma
Venja seg til umskiftið
við Bin Laden
Bæði bygdasonuskeltini í Kollafirði
verða nú broytt og flutt, soleiðis
at yvirgangurin frá landsvegi inn
í fjølbygt økið í Kollafirði verður
meira sjónligur og virkar
meira nattúrligur enn higartil.
Heimasíðan hjá Landsverki
ranga
í
strúpan
Endiliga eitt ordiligt jólahald
Og vit, sum eru von við jólamenn við bommpakkum, Luciagongd, prestar, sum
halda røður og felagssang. her er kanska eitt sindur av íblástri at fáa til eitt
øðrvísi jólahald. Tveir glímarar í Pakistan takast í Lahore, og vit spekulera upp á,
um hetta ikki er júst tað rætta til at endurnýggja føroyska jólahaldið.
Stýr tær!
Kim Young-ja er 68 ára
gamal, og hann gongur
høgt upp í jólini. Hann fer
enntá so langt, at hann fær
sær make-up upp á, áðrenn
hann skal lata børnum í
Seoul jólagávur. Vit siga
bara: Slappa líka av!
mYndir: POLfOTO
Áraknútur