Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 46 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Orðálvur fær væl góðkent lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Ada Horn Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Jóla do'nuts (uml. 25 stk) Morla smørið í mjølinum og koyr sukur, salt og kardemummu í. Loys gerina upp í lunkaðu mjólkini og koyr í mjølblandingina saman við eggunum. Elt deiggið til tað er blankt og set at ganga í 30 minuttir. Rulla deiggið út í uml. 1 cm tjúkd stikk uml. 25 flatar rundingar út við einum miðalstórum glasi. Trýst ein fingur ígjøgnum rundingarnar til hol. Tað ber eisini til at trilla deiggið til smáar bollar og stinga fingurin ígjøgnum til hol. Lat ganga aftur í eini 15 minuttir, meðan tú hitar palmin ella olju í eini grýtu, ikki ov stórari. Feittið er nóg heitt, tá tað sjóðar um ein svávulpinn. Kóka tríggjar til fýra doughnuts í senn, til teir eru ljósabrúnir - á leið ein til tveir minuttir á hvørjari síðu. Tak teir upp og legg teir á køkspappír. Stroy teir við flormelis ella smyr glasur á, til dømis kakaoglasur við onkrum kakupynti. Tú kanst eisini bara eta teir, sum teir eru við súltutoy og flormelis Jóhanna, 45, Jóhan Kári, 14 og oddvør 18 hava roynt nýggJa føroysKa borðspælið »Orðálvur«. tey geva spælinum vælgóðKent við heilum seKs stJørnum av seKs Ummæli inna tørnroos inna@sosialurin.fo Jóhanna Vang og børnini Oddvør og Jóhan Kári hava fordjúpað seg í nýggja mállæruspælið »Orðálvur«. Spælið er uppbygt á nøkulunda sama hátt sum vælkenda Trivial Pursuit. Kristianna Poulsen og Rannvá Skeel Johannsen hava ment spælið og greiða soleiðis frá, hvussu ein skal spæla Orðálv. ‒ Spælið eitur Orðálvur, og hann er ein lítil føroyskur álvur, sum býr á oynni Orðoy, og tá vit spæla, eru vit gestir á hansara oyggj. Hann hevur gjørt ein veg allan vegin nið­ an á tindin, sum vit ferðast eftir, og á vegnum spyr hann okkum spurn­ ing ar. Tá vit so eru komin niðan á tind in, áttu vit at dugað rættiliga nógv um navnorð. Tá Jóhanna og børnini spældu, byrjaðu tey á torleikastigið eitt, men hækkaðu til stig tvey og síðan til trý. ‒ Dótturin, sum er 18 ár, kláraði hægsta stigið uttan trupulleikar, og sonurin uppá 14 kláraði seg eisini heilt væl á hægsta stigi, sigur Jóhanna. Á eskuni stendur at spælið er ment fyri børn níggju ár og uppeftir. Jóhanna metur at børn mugu hava lært eitt sindur av mállæru fyri at fáa nakað burturúr. Spælið er gjørt so, at bæði tey veik astu og sterkastu innan mállæru skulu kunnu kappast og er á tann hátt eitt perfekt familjuspæl. Hvar er Flekk? Fitti, guli hundurin Flekk ger aftur um seg. Bókin er til tey minstu børnini 0-2 ár. Mín Jólabók Snotulig barnabók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur heima fyri alla familjuna. Skýming Bókin øll tosa um, Twilight, er nú týdd til føroyskt. Hon snýr seg um ómøguliga kærleikan millum gentuna Bellu og vampýrin Edvard. Jú, meira Bella nærkast Edvard, størri verður vandin fyri at hon kemur bæði sær sjálvari og øðrum í óføri. Ein spennandi søga sum fangar. Tríggjar bøkur til tríggjar aldrar Í staðin fyri kleynir ella holukøkur, skuldi tú onkuntíð roynt at kóka doughnuts til jólar. Hesar eru bara nammi nammi lekrar og og øgliga lættar at gera. Og so rigga tær fínt at frysta, men sum oftast eru allar etnar, áðrenn tær eru kólnaðar 650 g av hveitimjøli 125 g av smøri ella margarin 75 g av sukuri 2 egg 50 g av ger 3 dl av lunkaðari mjólk 1/2 tsk salt 1 tsk flótandi kardemummu Palmin ella olju at kóka í