mikudagur 23. desember 2009síða 51
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
51
VIKUSKIFTI
Eg Eri Ozzy
Hann er rockstjørnan, sum eingin annar
kann samanlíknast við. Tað finst bert ein
Ozzy Osbourne – tíbetur. Sum sangari í
rockbólkinum Black Sabbath var hann
tiltikin, men eisini sum solistur hevur
hann verið millum tey stóru. Hann var
misbrúkari av rúsevnum, og kærleikin
til og frá konunu Sharon og teirra børn
bjargaði honum at enda. Hetta er søgan
hjá Prince of Darkness – søgd við hansara
egnu orðum.
Ozzy OsbOurne
I Am Ozzy
Sphere
ShErlOck hOlmES
gOngur aftur
Vanliga verður onkur stórfilmur frumsýndur í biografum annan jóladag, og í
ár er tað stórfilmurin hjá guy ritchie um Sherlock holmes. Óteljandi filmar
og sjónvarpsfilmar eru gjørdir um Sherlock holmes, og hesaferð er tað
robert Downey Jr., sum tulkar enskar meistaradetektivin.
sherlOck hOlmes
havnar Bio
annan jóladag 26/12
JÓlakOnSErt
klaksvíkar hornorkestur skipar
á hvørjum ári fyri jólakonsert í
christianskirkjuni, og í ár varð Útvarpið
við og bandaði konsertina. Á konsertini
spælir klaksvíkar hornorkestur, men
solistar sum hallur Joensen, kristina
Bærendsen, rani nolsøe og ingibjørg
hansen luttaka eisini á konsertini.
JólakOnsert í
christianskirkJuni
Útvarpið
fyrsta jóladag 25/11 kl. 16.45
røtt upphiting
tað er kalt, tað er kavi, tað er jólaligt, og tað er hugnaligt. klassiska Disney jólashowið hevur alt tað, sum
upphitingin til stóru løtuna jólaaftan skal hava. Dunnaldur er í øðini og bjóðar rip, rap og rup av í kavakríggi.
mickey mouse fær trupulleikar av jólatrænum og so víðari. hendan Disney løtan er av teimum heilt stóru.
Disney JólashOw
Sjónvarpið jólaaftan 24/11 kl. 17.00
miDnÁttarmESSa
Á midnátt jólaaftan er tiltikna midnáttarmessan í pæturskirkjuni í
rom. katolikkarnir hava sína stóru løtu, sum eisini verður sjónvarpað
í mongum londum kring heimin. midnáttarmessan røkkur eisini til
føroya, og tíbetur plagar prædikkan hjá pávanum at verða týdd
– um ikki annað til danskt.
miDnáttarmessa úr PæturskirkJuni
Sjónvarpið jólaaftan 24/11 kl. 22.55
hVuSSu hittuSt
løkkE Og SÓlrun?
politiski viðmerkjarin niels krause-kjær hevur skrivað eina portrettbók
um lars løkke rasmussen. hetta er ein bók, sum serliga tulkar
politisku yrkisleiðina hjá lars løkke, men nortið verður eisini við privat
viðurskifti hjá føroyska forsætisráðharranum. millum annað verður sagt
frá, hvussu løkke og føroyska Sólrun hittust, og hví eitt telefonkall
frá Sólrun til løkke, sum varð staddur í norðurkorea, fekk so stóran
týdning fyri tey.
niels krause-kJær
lars løkke
Jp forlag
BOxing Day
fÓtBÓltur
annar jóladagur er traditionelt stóri
fótbóltsdagurin í Onglandi. tá fer
maður av húsum at hyggja eftir
fótbólti, og hóast fleiri av stóru
feløgunum hesi jólini spæla triðja
jóladag, sum er sunnudagur, so eru
fleiri spennandi dystir á skránni Boxing
Day. Ein av teimum er dysturin millum
Sunderland og Everton, sum uttan iva
verður lívligur.
sunDerlanD-evertOn
premier league
annan jóladag 26/12 kl. 15.00