Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 247 - 28. desember 2009 Sagt verður frá toli­­li­­g­ um veðri­­ nýggj­árs­aft­ an, og s­um s­i­­ður er nógvas­taðni­­, verður nýggj­árs­bál kynt. Men hetta ei­­gur at verða gj­ørt vi­­ð s­ki­­li­­ Nýggjársbál Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú jóladøgurarnir og kara­ mellurnar eru komin niður­ um, er vanligt at fyrireiking­ arnar til at skjóta farna árið av og tað nýggja inn so smátt við fara í gongd. Eins og í øðrum londum, er tað eisini siður her at brenna bál á nýggjárinum, bæði stór felagsbál og smærri bál millum húsini í granna­ lagnum. Men tað eigur at verða gjørt við skili. Tað er nevniliga ikki alt, sum brenn­ ir, ið kann tveitast á bálið. Strong krøv Á heimasíðuni hjá Umhvørv­ isstovuni finst ein vegleið­ ing fyri brenning á báli ella eldstaði. Har stendur upp­ ramsað, hvat tú hevur loyvi at brenna, og hvat tú ikki hevur loyvi at brenna. Sum heild er talan um rættiliga strong krøv, ið verða sett. Hvat kann brennast? • Óviðgjørdur, turrur viður. Til dømis træplattar, træ­ kassar og greinar. • Reint papp, pappír, kol, torv og koks. Hvat skal ikki brennast? • Litað lýsingarbløð og annað blankt pappír • Bildekk, gummi og plast • Viðgjørdur viður. Til døm­ is trýstviðgjørdur, málað­ ur og lakkeraður viður. • Spønplátur og træ við plastlaminat • Innbúgv, so sum sofur og madrassur • Spillolja og annað vanda­ mikið burturkast Sum heild kann sigast, at nýggjársbálið ikki má nýt­ ast til at sleppa sær av við burturkast, og at burturkast skal latast kommunalu burt­ urkastskipanini. Í nógvum støðum, har stórt felagsbál verður fyri­ skipað, er vanligt at onkur bátur verður koyrdur á bálið, men sum tað sæst á krøv­ unum omanfyri, er tað nógv, ið skal gerast, áðrenn báturin verður koyrdur á bálið. Eitt nú skal máling, lakk, olja og tílíkt skavast av viðinum, áðr­ enn hann verður koyrdur á bálið. Eitt annað, ið eisini skal havast í huga, er støddin á bálinum. Jú størri bálið er, jú ógvusligari verður eldurin og verri at hava tamarhald á. Upprudding Eitt er nýggjársaftan, tá lag­ ið er gott og bálið verður brent, annað er dagin eftir. Tá bál verður brent, liggur nevniliga ofta nakað av leivdum eftir frá bálinum, og hesar skulu eisini takast uppaftur. Í vegleiðingini stendur, at leivdir frá báli skulu takast upp aftur skjótast gjørligt, og skulu latast kommunalu burt­ urkastskipanini. Men ver ansin. Hóast langt er síðan bálið er slóknað, kunnu glóð­ ir enn liggja í øskuni, og kunnu hesar festa í eitthvørt, sum tær koma í samband við. Tí er kanska eitt gott hug­ skot at bíða passaliga leingi, áðrenn uppruddingin fer í gongd, ella at sløkkja við vatni, áðrenn leivdirnar verða savnaðar saman. Krevur loyvi Um tú ætlar tær at brenna størri bál á nýggjárinum, so krevst at tú áðrenn hevur fingið loyvi. Sambært løg­ tingskunngerð, so krevst at loyvi verður latið av komm­ ununi, treytað av, at bál ikki er til ampa og vanda fyri grannalagið. Eisini krevur Landsverk, um bálið er nær við lands­ veg, at bálið er í minsta lagi 50 metrar frá landsvegnum. Í nógvum støðum er eis­ ini vanligt at brennandi blikk verða sett upp framvið landsvegnum, men til hetta krevst eisini loyvi frá Lands­ verk. Eitt nú seta teir sum treyt, at blikk skulu vera so langt vekk frá koyribreytini sum tilber og í minsta lagi ein metur frá kantinum á koyribreytini. Harafturat skulu blikkini verða sett trygt, so tey ikki koppa, og tryggjast skal, at brennievni ikki rennur úr blikkunum. Góð ráð um nýggjársbál Danir stóra skuld Um tvey ár fer tað almenna Danmark at skylda 223 milli­ ardir krónur, og tað merkir, at hvør einasti dani fer at skylda meiri enn 40.000 krónur, skrivar Politiken. Orsøkin er, at stjórnin hevur valt at brúka nógvar pengar upp á arbeiðsskapandi tiltøk og skattalættar, men leiðandi serfrøð­ ingar siga politikkin hjá stjórnini vera sera váðamiklan, og at tað verður ein uppgáva at rinda peningin aftur. Tað við­ gongur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri. Hann sigur við Politiken, at stjórnin noyðist út at læna pengar til at rinda skuldina við, men tað verður ikki, fyrr enn kreppan er farin, sigur hann. Vandi fyri vanlukkum Hvørt summar vitja fleiri stór ferðamannaskip í Grønlandi, og tað er ikki vandaleyst. Tí fer danska sjóverjan at senda tvey skip til Grønlands næsta summar, so tey kunnu vera á varðhaldi. Ovastin á støðini í Grønnedal, Henrik Kudsk, ásannar í samrøðu við Politiken, at Grønland er so stórt, at sjóverjan kann ikki vera allastaðni. Jan Bøgsted, kommandørkapteynur, sigur við blaðið, at spurningurin er ikki, um ein vanlukka hendir, men nær hon fer at henda. Hann leggur afturat, at ferðamannaskipini eru als ikki útgjørd til at sigla ímillum ísfjøll. Seinasta summar vitjaðu 36 ferðamannaskip í Grønlandi. Tað er ikki alt, ið kann tveitast á bálið nýggjársaftan. Bara óviðgjørt tilfar kann brennast Savnsmynd