mánadagur 28. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 247 - 28. desember 2009
Lítið álit á politikarum
Týskarar hava ikki serliga gott álit á teimum politikarunum,
sum sita í landsins leiðslu. Tað er í hvussu er niðurstøðan í
einari nýggjari kanning, sum vísir, at veljararnir eru mis
nøgdir við tey tiltøk, sum stjórnin hevur framt í sambandi
við fíggjarkreppuna. Misnøgdin er so stór, at heili 70 pro
sent av teimum spurdu siga seg ikki hava álit á teimum
leiðandi politikarunum, og so lítið álit hevur eingin týsk
stjórn havt síðani seinna heimsbardaga, skrivar DPA.
Næstan líka mong siga seg hava mist álitið á landsins
fremstu vinnulívsmonnum.
Nógv minni lomvigi
Grønlendski stovnurin av póllomviga er minkaður sera
nógv tey seinastu 50 árini, men granskarar siga seg
kortini hava vónir um, at vend fer at koma í. Ritenbenk
við Diskovíkina er tað einasta staðið, har póllomvigi
eigur, og sambært granskarum hjá Danmarks Miljø
undersøgelser er stovnurin har minkaður 90 prosent tey
seinastu 50 árini. Granskararnir siga, at grønlendingar
hava veitt ov nógvan lomviga um várið og summarið.
Tað er bannað nú, og tí vænta granskararnir, at
stovnurin fer at menna seg aftur, sigur KNR.
Tollaksmessudag
heiðraðu Klaksvík
ingar rennaran og
íðkaran Guttorm
Sørensen við Ársins
Rósu 2009
Ársins rósa 2009
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Hann er ein eldsál, tá ið
tað snýr seg um at fáa fólk í
gongd og at fáa fólk at
kenna seg væl, sum koma
til venjing«, varð sagt í ein
um av mongu uppskotunum
til at lata ítróttarmanninum
Guttormi Sørensen Ársins
rósu.
At geva
Tað var Gunvá við Keldu,
borgarstjóri, sum í sambandi
við árliga tiltaki »Jólaskip
ið«, lat eldhugaða ítróttar
manninum Ársins rósu tol
laksmessudag. Í røðuni tók
hon saman um nakrar av
viðmerkingunum hjá teimum
mongu, sum hildu, at júst
Guttormur Sørensen hevði
uppiborið heiðurin í ár.
Millum annað varð sagt at:
• Hann hevur vunnið ein
hóp av heiðursmerkjum
innan renning
• Hann hevur seinastu ár
ini verið ein sterkur stuð
ul undir arbeiðnum hjá
Ítróttafelagnum Treysti
• Hann hevur verið við til
at eggja øðrum norðoying
um og føroyingum til at
”renna fyri heilsuni”
• Hann hevur gjørt sítt til,
at átakið ”Renn fyri Heils
uni” er eydnast sera væl
her í lokalsamfelagnum
• Hann hevur – saman
við øðrum, sjálvandi –
skipað fyri heilsurenning
hvønn leygardag alt
summarið
• Hann ger veruliga sítt
til, at vit kunnu kalla
Klaksvík ein rørslubý
• Hann hevur – saman
við øðrum góðum fólki –
skipað fyri Kalsoyarrenn
ingini, sum í ár taldi
umleið 100 rennarar úr
øllum landinum.
Borgarstjórin legði afturat,
at um vit skulu finna ein
felagsnevnara
fyri
allar
hesar ársins rósur, so mugu
vit
brúka
orð
sum
næstrakærleiki, hjálpsemi,
samhugi, ídni og virkisfýsni.
Alt dygdir, sum vit øll eiga
og kunnu brúka til frama
fyri onnur – hvør í sínum
lagi og eftir besta førimuni.
Men tað kann sigast enn
styttri, í einum sagnorði: at
geva, og júst hetta er slag
orðið hjá tiltakinum Ársins
Rósa. Á vasanum, sum eg nú
skjótt skal handa, stendur eitt
skriftbrot, har Hann, sum vit
minnast nú á jólum, verður
siteraður, at ”sælari er at geva
enn at fáa”.
Sovorðið »skítbýtt
tvætl« kallar Heini
O. Heinensen tað
at játta pening til at
granska í føroyskum
gøtunøvnum.
Harmiligt at ein
politikari niðurger
eina ítøkiliga
granskingarætlan,
heldur stjórin í
Granskingarráðunm
GranskinG
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Varð tað til Heina O.
Heinesen,
løgtingslim,
hevði granskingarverkætl
anin í føroyskum vega
nøvnum hjá málfrøðingin
um
Kristin
Magnussen
neyvan fingið eitt oyra á
fíggjarlógini, sum tíðirnar
eru í løtuni.
Undir 3. viðgerð av
fíggjarlógini beint fyri jól,
legði
tinglimurin
fyri
Tjóveldi
nevniliga
ikki
fingrarnar ímillum, tá hann
av tingsins røðarapalli metti
um týdningin av eini slíkari
gransking.
»sovorðið
skítbýtt
tvætl«. Veganøvn í Føroyum
eru gjørd sambært lógini,
sum er galdandi. Tí eru
veganøvn sum tey eru, var
niðurstøðan hjá Heina O.
Heinsen, sum tískil helt, at
slíkum mátti verið óneyðugt
at granska í.
Samstundis róði Heini O.
Heinesen fram undir, at slík
gransking minti mest um
okkurt slag av »beskæftig
elsesterapi«. At játta út við
hálva aðru millión krónur
til slíkt er í øllum førum
heilt burturvið í hungurs
tíðum sambært løgtings
manninum.
Ikki hansara borð
Stjórin á Granskingarráðn
um, Annika Sølvará, hoyrdi
eisini útsøgnirnar hjá Heina
O. Heinesen hendan dagin,
og eins og mong onnur
undrar hon seg yvir ber
søgna orðalagið hjá ting
manninum.
Eg haldi tað vera
harmiligt, at ein tinglimur
stendur og niðurger eina
ítøkiliga verkætlan uppá
handan mátan frá tingsins
røðarapalli. Sum øll onnur
kann Heini O. Heinesen
sjálvandi hava sína meining
um slíka gransking, men
tað ikki hansara borð at
meta um, hvørt verkætlanin
er verd at stuðla fíggjarliga
ella ikki. Tað hava vit
fakfólk til, minnir Annika
Sølvará og sipar til gran
skingarnevndina.
Hon vísir á, at við gran
skingarnevndini hava polit
ikarar við lóg tryggjað sær,
at metingar av umsóknum
um pening til gransking eru
lagdar út til ein fakligan
mynduleika. Nevndin er sett
saman av sjey føroyskum
fakfólkum, umframt at tað
sum oftast eisini eru tveir
eksternir
serfrøðingar
á
viðkomandi øki við í
einstøku metingunum.
Granskingarverkætlanin
í gøtunøvnum hevur sostatt
verið gjøgnum eina sera
neyva
og
kompetenta
fakliga meting, og eg kann
standa 100 prosent inni
fyri, at hon er verd at stuðla,
sigur Annika Sølvará.
Kann lækka játtanina
Fyribils
má
hon
bara
ásanna, at gøtunøvn eftir
øllum at døma ikki er eitt
øki, sum Heini O. Heinesen
heldur er vert at granska í.
Um hann ikki er nøgdur
við
mátan,
játtanin
til
gransking verður brúkt,
kann Heini O. Heinsen sum
politikari royna at lækka
játtanina, um tað er tað,
hann vil, sigur stjórin í
granskingarráðnum.
Hinvegin kann tað eisini
hugsast, at útsøgnirnar hjá
tingmanninum
botna
í
manglandi vitan um, hvat
ein slík gransking í gøtu
nøvnum
snýr
seg
um,
heldur hon. Tí hóast Gran
skingarráðið 14. hvønn dag
sendir tíðindaskriv út um
aktuellar granskingarverk
ætlanir, kann kunningin
nokk altíð gerast betri,
viðgongur Annika Sølvará.
Tað liggur altíð ein
avbjóðing í røkka tvørtur
um gjónna millum fakliga
granskingarumhvørvið og
tey, sum ikki eru partur av
slíkum
arbeiði.
Hetta
arbeiða vit alsamt við, tí
slík kunning er sjálvandi
ein av okkara týðandi
skyldum, sigur stjórin í
granskingarráðnum.
Á
heimasíðuni
hjá
ráðnum ber altíð til at finna
upplýsingar um einstøku gr
anskingarverkætlaninar.
Eisini um granskingina í
gøtunøvnum, sum millum
annað umfatar eina greining
av føroyska gøtunavnatil
farinum og teimum til
gongdum, sum hava ført til
navnagevingina av vega
netinum í føroyskum býum
og bygdum.
Guttormur Sørensen bleiv Ársins Rósa
Tinglimur niðurger gransking
í gøtunøvnum
Ítróttarmaðurin Guttormur Sørensen fær handað Ársins Rósu
2009 frá borgarstjóranum í Klaksvík, Gunvá við Keldu
- Tað er ikki uppgávan hjá
politikararum at meta um,
hvørt ein granskingarverkætlan
er verd at stuðla. Tað hava
vit granskingarnevndina til,
sigur Annika Sølvará, stjóri í
Granskingarráðnum
Heini O. Heinsen, tinglimur,
heldur tað vera burturvið at
játta út við hálva aðru millión
til at granska í føroyskum
gøtunøvnum
Veganøvn eru gjørd sambært lógini, og tí mátti ikki verið
neyðugt at granska í teimum, heldur Heini O. Heinesen