Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2009 Komandi fríggjadag, tann 1. januar 2010, fáa føroyingar eina nýggja heilsutrygd. Samstundis fer gamla skipanin við sjúkra­ køssum og sjúkra­ kassagjaldi úr gildi HEILSUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ístaðin fer TAKS at inn­ krevja gjald til nýggju almennu heilsutrygdarskip­ anina, sum kallast Heilsu­ trygd. Gjaldið verður eins fyri øll – 245 krónur um mánaðin, galdandi frá jan­ uar 2010. Børn undir 18 ár gjalda einki. Eftir ætlan verður fyrsta gjaldið kravt inn síðst í februar, tí tað tekur tíð at fyrireika nýggju innkrevj­ ingarskipanina. Síðani verður heilsutrygdargjaldið kravt inn mánaðarliga. Heilsumálaráðið fer at kunna nærri um hetta í næstum. Um ársskiftið dettur lógar­ kravda skyldan at vera limur í einum av teimum gomlu sjúkrakassunum burtur. ­ Tí skulu fólk ikki longur gjalda til hesar sjúkrakassar, sigur Heilsumálaráðið, sum eisini mælir til at strika møguligar sjálvvirkandi flytingar til sjúkrakassarnar skjótast til ber. ­ Heilsutrygd er nýggj almenn heilsutrygdarskip­ an, ið tann 1. januar 2010 kemur fyri gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Endamálið við ný­ skipanini er at tryggja øll­ um eina samhaldsfasta almenna heilsutrygd, har allir borgarar verða javn­ settir viðvíkjandi inngjaldi og tænastum, sigur Heilsu­ málaráðið. Sjúkrakassagjaldið verður avtikið hósdagin Av tí at Kringvarp Føroya verður nýtt sum tilbúgvingarrás, rindar Landsverk fyri útgerð sum ger, at útvarpið hjá Kringvarpinum hoyrist í tunlungum kring landið POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Endamálið við sendinet­ inum í tunlunum er, at netið verður nýtt til tilbúgvingar­ rás, sum politiið kann bróta inn á, tá ið hetta er neyðugt, sama hvørji rás, ið lurtað verður eftir. Harafturat verð­ ur netið brúkt til samskiftið hjá sløkkiliðum og sjúkra­ bilum í og út úr tunlunum. Hetta sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í inn­ lendismálum í svari til Sjúrð Skaale, sum hevur sett henni ein sokallaðan grein 52 spurning, har hann spyr, um Landsverk ger mun á Kringvarpi Føroya og privatum útvarpsrásum í sambandi við útvarpssignal inni í tunlum. Landsverk ger sum norðmenn Annika Olsen sigur, at Landsverk fylgir teimum normun, sum eru galdandi í Noreg. ­ Eftir hesum verður ein sendikaðal lagdur í tunnilin og sendari knýttur at. Fyri at bilførararar skulu hava útvarpstólið tendrað, er neyðugt at okkurt verður sent. Í Noregi er tað almenna útvarpsrásin KNR, sum er tilbúgvingarrásin. Fyri hesa skyldu fær KNR tann fyrimun, at teirra sendinet verður víðkað inn í tunlarnar, sigur Annika Olsen. Hon sigur víðari, at í Føroyum er Kringvarp Føroya tilbúgvingarrás, og uttan fyri tunlarnar er tað Mentamálaráðið, altso tað almenna, sum hevur fíggjað sendinetið. Í sambandi við tunlarnar hevur Landsverk fíggjað sendaran. ­ Landsverk hevur boðið hinum privatu útvarpsrás­ unum at seta upp sendiút­ gerð í tunnlunum fyri egnan kostnað og at nýta antenn­ una, ið hoyrir til tunnilin ókeypis. Sostatt skulu privatu støðirnar bert gjalda og reka sjálvar sendararnar, og ikki antennuskipanina. Tað almenna rindar fyri Kringvarpið Sjúrður Skaale spyr eisini landsstýriskvinnuna, hvørja heimild tað byggir á, at munur verður gjørdur á privatum útvarpsstøðum og Kringvarpi Føroya í hesum máli. Til tað sigur Annika Olsen, at eftir lógini um kringvarp hevur Kringvarp Føroya skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingar­ skipanum. ­ Sendarin sum stendur í sambandi við kaðalarnar í tunlum er partur av sendi­ netinum, og tá ið Kringvarp Føroya hevur nevndu skyldu, og at tað almenna famm­ anundan hevur ábyrgdina av sendinetinum og fíggjar tað, er heilt natúrligt, at tað almenna eisini fíggjar henda partin av sendinetinum eisini, sigur Annika Olsen, sum tó heldur, at spurningur kanska kann setast við, um tað ikki var rættari, at Menta­ málaráðið fíggjaði henda partin, men í síðsta enda er tað landskassin sum rindar, sigur hon. Viðvíkjandi privatum rásum, sigur Annika Olsen, at tær sítt egna sendinet, sum tað almenna ikki fíggjar. ­ Tí er tað ikki natúrligt, at tað almenna skal gjalda fyri at gera og reka net til privatu sendistøðirnar í tunnlunum. Landsverk met­ ir seg harafturat ikki hava heimild til at fíggja útgerð til privatar sendistøðir, uttan so at hetta beinleiðis verður heimilað í fíggjar­ lógini, sigur Annika Olsen. Niðurstøðan hjá lands­ stýriskvinnuni er tí, at privatar rásir hava í boði at nýta sendiútgerðina í tunl­ unum, so leingi tað ikki førir útreiðslur fyri tað al­ menna við sær. Hetta merk­ ir, at privatu rásirnar mugu sjálvar rinda fyri ta eykaút­ gerð, ið ger tað møguligt at senda. Kringvarpið fær ókeypis útvarpssignal í tunlar Obama bjóðar av Amerikanski forsetin, Barack Obama, var sera avgjørdur, tá hann í gjárkvøldið gjørdi viðmerkingar til tilburðin, tá ein maður úr Nigeria ætlaði at spreingja eitt amerikanskt flogfar, beint áðrenn tað skuldi seta seg í Detroit. Obama segði, at tey, sum drepa ósekar amerikanarar, skulu vita, at USA fer ikki bara at verja seg betur, men er eisini til reiðar at taka onnur stig. Eygleiðarar siga, at orðini kunnu vera ein ábending um, at USA fer í hernað við eina grein av al­ Qaeda, sum heldur til í Jemen. Umframt Jemen nevndi forsetin beinleiðis Pakistan, Afghanistan og Somalia. Breti tikin av døgum í Kina Hóast mótmæli frá bretsku myndugleikunum er bretski ríkis­ borgarin Akmal Shaikh tikin av døgum í Kina, har hann var dømdur til deyða fyri rúsevnasmugling. Bretski forsætisráð­ harrin, Gordon Brown, sigur, at hann er skelkaður av upp­ lýsingunum um, at deyðadómurin er fullførdur. Bretska stjórn­ in og stuðlar hjá Sheikh vildu vera við, at maðurin var sálar­ liga sjúkur, og at hann bleiv lumpaður til at smugla rúsevni til Kina fyri tveimum árum síðani. Men hesum lurtaðu teir kinesisku myndugleikarnir ikki eftir. Akmel Shaikh er tann fyrsti evropearin, sum er tikin av døgum í Kina síðani 1951. Hósdagin fara sjúkrakass­ arnir í søguna, og fríggja­ dagin 1. januar tekur Heilsutrygd um endan - Tá ið Kringvarp Føroya tilbúgvingarútvarp, og tá tað almenna famm- anundan hevur ábyrgdina av sendinetinum og fíggjar tað, er heilt natúrligt, at tað almenna eisini fíggjar sendinetið í tunlunum, sigur Annika Olsen