Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2009 Annað jólakvøld var so hált, at fleiri fólk brutu beinini, og fimm teirra so illa, at tey vórðu løgd undir skurð Hálka Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað er heilt vanligt, at fólk glíða í hálku og fáa onkran snudd. Tey flestu fáa bara ilt, og tað, sum Landssjúkrahúysið kennir mest til av skaðum er, at fólk fáa skaða í arm­ liðini ella bróta okkurt á ørmunum. Men annað jólakvøld var øðrvísi. Heilt nógv fólk vóru í býnum, og tað var so hált, at illa gekk at standa á beininum. Jóhannes Mortensen, ortopedsiskur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum hevur einki tal fyri, hvussu nógv fólk vóru á skaðastovuni við skaða, tí tey vóru dott­ in. Men fimm vóru dottin so illa, at tey høvdu brotið sær beinið, vórðu inløgd og løgd undir skurð, sigur Jóhannes Mortensen. Størsti parturin av teimum fólkunum, sum duttu, klár­ aðu seg við tí hjálp, skaða­ stovan kundi veita teimum. Armarnir hildu Eingi armbrot vóru. Tað var so mikið hált, at tey duttu, áðrenn tey fingu sett hendurnar fyri seg, sigur Jóhannes Mortensen. Hann veit ikki um so nógv breinbrot út í eitt. Óhappini hendu líka frá 2. jólakvøld til mánanáttina. Flestu teirra, sum komu á sjúkrahúsið, vóru blaðung fólk, sum vóru farin í býin, og øll vóru ikki skødd til at ganga úti á hálum vegum. Onkur tilkomin fólk fingu eisini skaða, men flestu teirra mundu halda seg heima, tí tað var so hált, sig­ ur Jóhannes Mortensen. Óvanliga nógv beinbrot 38 fallin í Nigeria Minst 38 fólk doyðu í hørðum bardøgum millum løgregluna og limir í einum forbondum islamskum trúarbólki í nigeriska býnum Bauchi í gjár. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan fann eina goymsu við spreingievnum, riflum og øðrum vápnum. Samstundis vórðu umleið 20 fólk tikin, og teirra millum eru fleiri ungir dreingir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at bardagar eru millum løgregluna og tann islamska felagsskapin. Í summar doyðu meiri enn 800 fólk í bardøgum í Bauchi og øðrum býum har norðuri í Nigeria, skrivar AFP. Máttmikla Merkel Fjórða árið á rað er týski kanslarin, Angela Merkel, kosin at vera heimsins máttmesta kvinna. Men politiskir eygleið­ arar seta spurnartekin við, hvussu máttmikil hon í veruleik­ anum er. Teir vísa á, at hon stendur á odda fyri einari stjórn, har annar parturin rópar um vantandi sparingar, meðan hin parturin krevur skattalættar. Haraefturat er tað ein sannroynd, at stjórnin hjá Angelu Merkel noyðist at læna minst 645 milliardir krónur næsta ár fyri at fáa endarnar at røkka saman. Og støðan er lítið mætari í landspørtunum og kommununum, siga eygleiðararnir. Umleið 20 tons av jólaposti komu til Føroya í ár. Bara ein lítil partur kom við einum leiguflogfari tollaksmessudag Jólapostur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Jólamánaðurin er ein stræv­ in tíð hjá Posta, tí tá kemur allur jólaposturin, og handl­ arnir fáa meira vøru heim enn. Strævnasta vikan plagar at vera vikuna upp undir jóla­ vikuna, men í ár kom tann mesti posturin í sjálvari jóla­ vikuni, sigur Hjørdis Viberg, marknaðarstóri á Posta. Mánadagin fyri jól høvdu tey ovurhonds nógv at gera, tí tá fingu tey jólapostin, sum komin var til landið við skipi. ­ Vanliga flytir Norrona ikki post, men av tí at skipið í ár fór úr Danmark 19. Des­ ember, gjørdi Post Danmark avtalu við Smyril Line um at taka ein stóran part av postinum við til Føroya, sigur Hjørdis Viberg. Týskvøldið, 22. desem­ ber, kom eitt leiguflogfar hjá Atlantsflog til Føroyar, og tað hevði eisini post við. Orsakað av øllum portin­ um mánadagin og týsdagin, arbeiddu starvsfólkini á Posta til langt út á mikunátt­ ina. Tá var heldur einki eftir, sum skuldi berast út fyri jól, sigur Hjørdis Viberg. Í gjár, mánadagin kom nógvur jólapostur eisini, um 1400 kilo. Hetta var postur, sum var strandaður í Danmark, tí hann var komin so seint inn. Hjørdis Viberg metir, at tað eru komin 20 tons av jólaposti í ár til Føroya. Hetta er nakað minni enn í fjør, og orsøkina til tað held­ ur hon vera, at handlar hava bílagt minni av vøru heim orsakað av kreppuni. Vinnu­ pakkarnir vóru í hvussu er færri í ár. Hon heldur ikki, at privati jólaposturi er minkaður, og jólakortini eru vorðin fleiri, við tað at fólk eru vend aftur til at senda jólakort og jólabrøv og ikki bara senda jólaheilsanir sum teldubrøv. Dagarnar millum jól og nýggjár er nógvur postur at bera út, m.a. lýsingarbløð við fýrverki og uppgerðirnar frá peningastovnunum. Mesti jólaposturin kom við skipi Tað var so hált, at beinini ruku undan fólki, og tað hendi so knappliga, at tey ikki náddu at seta hendurnar fyri seg Mynd: Álvur Haraldsen