Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2009 Runavík: Við einum skatta­ prosenti uppá 22 væntar Runavíkar kommuna at fáa 99 mió krónur inn í skatti komandi ár – 97 frá persóns­ skatti og 2 frá partafelags­ skatti. Hetta kom fram í umrøð­ uni av fíggjarætlanini fyri 2010, sum javnvigar við 99,021 mió krónum. Á útreiðslusíðuni fer ikki óvæntað størsta játtanin til raksturin, sum er mettur til 69,271 mió, meðan íløgur og fíggjarkostnaður eru góðar 13 mió hvør. Skattaprosentið verður óbroytt komandi ár, og tað er barnafrádrátturin eisini – 4000 krónur. Nevnast kann, at komm­ unuskuldin í Runavík er við árslok farin upp um eina álíkning, men ætlanin er koma undir eina álíkning í skuld í komandi ári. sb. Javnvág við 99 mió krónum Sama skattaprosent og óbroyttur barnafrádráttur í Runavík Tikin í Norðurkorea Myndugleikarnir í Norðurkorea váttaðu í nátt, at teir tóku ein amerikanskan ríkisborgara í síðstu viku. Tann almenna tíðindastovan KCNA skrivaði, at maðurin bleiv tikin, tá hann kom um markið úr Suðurkorea jólaaftan. Amerikonsku myndugleikarnir kunngjørdu um vikuskiftið, at tann 28 ára gamli Robert Park var farin til Norðurkorea jóladag. Park, sum er av koreonskum uppruna, hevur sagt, at hann hevur fingið eina áheitan frá Guði um at fara til Norðurkorea at virka fyri, at landið fær frælsi og frelsu, skrivar Reuters. Trygt í New York Árið í ár hevur verið so friðarligt í New York, at tað hevur ikki verið so trygt at vera New York­búgvi tey seinastu 40 árini. Hagtølini hjá løgregluni vísa, at 461 fólk eru myrd í New York í ár, og so lítið hevur talið ikki verið síðani 1963. Samstundis hava tað verið nógv færri neyðtøkur, rán og innbrot. Áhugavert er tað, at hetta er hent, samstundis sum løgreglumenninir í býn­ um eru fækkaðir úr 41.000 í 34.000 tey seinastu átta árini. Hinvegin hevur tað helst virkað tálmandi, at nógv lógarbrot verða revsað harðari enn fyrr, skrivar AP. Flestu danir halda, at politikkararnir gera ov lítið fyri at steðga fátækradøminum í Danmark Samfelag Snorri Brend Danmark: Tendensurin er púra greiður: Fleiri fyrispurningar um jólahjálp. Flóttafólk sum ikki hava ráð til dagliga breyðið seinast í mánaðin­ um. Og tøl sum vísa, at fleiri børn og vaksin liva sum fátæk í longri tíðarskeið. Hesin veruleikin hevur í hesum mánaðinum verið orsøk til fleiri greinar, inn­ sløg og orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi ­ og ikki minst í fundarhølunum á Christiansborg. Nú vísir ein nýggj mein­ ingarkanning, sum Capa­ cent hevur gjørt fyri Kristelig Dagblad, at evnið eisini hevur stóran áhuga hjá manninum á gøtuni: Ein meiriluti av fólkinum heldur nevniliga, at talið av fátækum í Danmark er alt, alt ov høgt. Kanningin er gjørd mill­ um 1169 danir omanfyri 18 ár, og annarhvør teirra er av hesi sannføring. Hinvegin eru 17 prosent ósamd í útsøgnini um, at tað eru ov mong fátæk í landinum. Arbeiðsloysi Eitt annað áhugavert við kanningini er, at flestu danir halda, at fátækradømið er ein vaksandi trupulleiki í Danmark. ­ Eg haldi, at tað er ógvu­ liga natúrligt at fólk halda hetta, sigur Martin Henrik­ sen úr Danska Fólka­ flokkinum. Hann er formaður í Sosi­ alu nevnd í Fólkatinginum, og heldur, at orsøkin til støðutakanina hjá dønum er, at fíggjarkreppan rakar mong og er nógv frammi í miðlunum. ­ Tað eru eisini mong, ið kenna onkran sum er raktur av arbeiðsloysi. Martin Henriksen er vit­ andi um, at mong fólk hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, og onnur eru skuldarbundin langt upp um skorsteinin. ­ Onnur hava trupult við at skipa seg fíggjarliga, tí tey hava ikki ráð til tað sum tey áttu, og tí tey raðfesta skeivt. Tað kann vera so mangt sum spælir inn, sigur hann. Álvarsmál Ein annar politikkari á Christiansborg, Özlem Cekic, sum er framsøgu­ kvinna í sosialmálum hjá Socialdemokratunum, sær kanningina øðrvísi. Sambært henni vísir kanningin, at danir fegnir vilja stríðast ímóti og fyri­ byrgja fátækradøminum. ­ Tað lættir um hjartað mítt, at danir halda hetta vera ein týdningarmikil trupulleiki, sum okkurt má og skal gerast við, sigur Özlem Cekic. Kanningin gevur poli­ tikkarunum á Christians­ borg eina lýsing av, at tey skulu taka henda trupul­ leikan í størsta álvara. Meirilutin av teimum spurdu halda nevniliga, at politikkararnir gera ov lítið fyri at minka um fátækra­ dømið í Danmark. Ov nógvir fátækir danir ” Ein meiriluti av fólkinum heldur, at talið av fátækum í Danmark er alt, alt ov høgt Skip aftur í dokkini Skáli: Tað var tann tíð, tá nógv og regluligt virksemi var á havnarlagnum á Skála. Tá fingu hundraðtals fólk sína inntøku frá skipasmiðjuni har, men virksemið er so líðandi minkað – í roynd og veru niður í einki! Í eina tíð var einki arbeiði á skipasmiðjuni, men nú síggjast tíbetur aftur skip við bryggju, eins og skip hava verið í dokkini. Nógv virksemi á havnalagnum Runavík: Uttan landingarmiðstøðina Kongshavn hevði neyvan verið so nógv virksemi, sum verið hevur í ár. Í kommununi kunnu tey bara staðfesta, at virksemið er økt ár undan ári, og hevur hetta árið verið tað besta nakrantíð hjá landingarmiðstøðini. Nógv føroysk fiskiskp hava ligið við bryggju, umframt fleiri russisk og okkurt ferðamannaskipið. Men nú verður við spenningi sæð fram móti 2010. Boðað er nevniliga frá, at farið verður at bora eftir olju til várs, og tað fer at føra til økt virksemi á havnalagnum í Runavík, har fleiri installasjónir eru gjørdar júst í hesa vinnuna. Ein alt ov vanlig mynd í Danmark: Eldri kvinna sum rótar í einum ruskílati