Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 249 - 30. desember 2009 Sum moralsk moderni­ser­ i­ng av føroy­skum kri­mi­­ søgum er Gagnligt lív i­kki­ óáhugaverd, men sjálv spenni­ngssøgan víki­r í roy­ndi­ni­ Ummæli Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað er at tamba tað í so langt at kalla nýggju krimiskaldsøguna Gagnligt lív eftir William Smith eitt nýbrot innan føroyskar krimibókmentir, tí har er stutt sagt ov lítið frammanundan at bróta úr. Heldur kunnu vit tosa um eitt moderna íkast til avmarkaðu føroysku krimitraditiónina, tí í Gagnligt lív síggja vit fleiri av teimum eyðkennum, ið hava gjørt sítt til, at nútíðar norðurlendskar krimisøgur hava fingið tak á einum óvanliga stórum lesaraskara seinnu árini: ein ung, indignerað kvinna fær snevilin av skip­aðum altjóða kriminaliteti, sum hon setur sær fyri at reka up­p­ á ein hátt, sum fær søguna at líkjast samfelagskritikki. V ið dystop­iskum undirtónum verður Hvalastøðin við Áir, sum er umbygd til altjóða p­rivat­ hosp­italið Vita Hosp­ital, miðdep­il í søguni. Her heldur ein eirinda­ leysur handil við lívgøgnum hjá asiatiskum smábørnum lív í eini yvirstætt av læknum og rík­ monnum, sum eftir øllum at døma eru fullkomiliga kensluliga geld, tá tað ræður um at bjarga egnum skinni fíggarliga og heilsuliga. Í løtum er hetta umhvørvið óvanliga fasinerandi í øllum sínum óndskap­i og p­sykop­atiska stórlætisørskap­i. Men frásøgup­er­ sónurn er neyvur, óvanliga neyvur. Og áðrenn hann yvirhøvur letur søguna fáa ferð á, verður ein lang frágreiðing rullað up­p­ um ein robottkendan hermann, sum endar við at p­laffa eina asiatiska familju niður, tí hann skal hava fatur á ungu dóttrini. Langi p­rologurin ger, at eg sum lesari eri um at missa tolið, tí tað er ilt at fáa eyga á, hvagar hesin p­arturin av søguni ber. At gøgnini hjá gentuni skulu brúkast seinni, kundi eg kanska havt gitt, men kortini. Slíkar langrøkjutar síðu­ søgur vísa seg nevniliga tíverri at vera eitt gjøgnumgangandi eyð­ kenni fyri Gagnligt lív, har sjálv sp­enningssøgan av somu orsøk missir flogið við jøvnum millum­ bilum. Eisini málsliga røkkur neyv­ leikin ofta niður í minsta málsliga smálut í brotum, har læknaliga fakmálið er so gjøgnumført, at tað beinleiðis er torført at skilja, hvat gongur fyri seg. Gamaní ger vísundaligi neyvleikin søguna autentiska, men tá málið harvið stirvnar og sjálv krimisøgan hevur lyndi til at hvørva, fert tú at ivast í, hvørji ørindi bókin í grundini hevur. S um ein kærkomin millumliður millum fremmanda umhvørvið og lesaran, kemur sjúkrarøktar­ frøðingurin Lisbeth, sum má metast at vera høvuðsp­ersónurin í søguni. Hennara moralska indi­ gnatión verður ikki bara eitt av­ gerandi haldp­unkt hjá lesaranum men eisini veruliga drívmegin í frásøgnini, sum eftirhondini blívir ein lektia í moralskum tvístøðum og trup­lum støðutakanum. Her vísir Gagnligt lív seg sum ein rættiliga væl umhugsað og stundum klók bók, sum dugir at venda og snara sp­urninginum um nýtslu av lívgøgnum up­p­á mátar, tey fægstu munnu hava hugsað um ­ bæði moralskt, filosofiskt, sosialt og fíggjarliga. Samfelagskritisk byrja søgan tó ikki av álvara at eta seg inn á lesaran fyrr enn móti endanum, tá ein sera óunniligur friður aftur valdar, sum rykkir tep­p­ið undan okkara rættvísiskenslu. Til tá, er handil við lívgøgnum mest eitt leiktjald fyri eini heldur tilvild­ arligari og óskip­aðari sp­ennings­ søgu. Og tað er í grundini sp­ell, tí her hevði ein køn ritstjórnandi hond uttan iva kunnað syrgt fyri, at mong av øðrvísi frásøguhug­ skotunum komu betri til sín rætt. H ar Gagnligt lív eydnast best sum frásøgn, hongur tað oftast saman við høvuðs­ p­ersónap­arinum Lisbeth og Magnus. Kemiin millum tey er ofta áhugaverd og málsliga situr dialogurin stundum væl, sæð í mun til ofta stirvna og »umsetta« málið í bókini annars. Eisini er tað lætt at kenna seg aftur í Lisbeth, sum hóast hon er eitt slag av hetju í bókini, ongantíð verður ov nógv av tí góða. Gjøgnum hana fáa vit á tankavekjandi hátt innlit í loyniligu sjúkrahúsverðina, og sum menniskja tosar Lisbeth uttan iva til ein sera breiðan lesararskara ­ eisini til tey, ið ikki vanliga lesa krimisøgur. Hesum fær bókin nokk eisini brúk fyri, tí sum krimiskaldsøga við einum altjóða tema, ið eisini er komin út á donskum, fær Gagnligt lív harða kap­p­ing. William Smith, Gagnligt lív, Forlagið í Støp­lum, 2009 (Sonne Smith hevur týtt úr donskum) Tungur moralur í tunnari­ kri­mi­ Krimiskaldsøgan »Gagnligt lív« er ein klók bók í støðum, men sjálv spenningssøgan hevur lyndi til at hvørva Høvundurin William Smith hevur eisini givið krimiskaldsøguna »Gagnligt lív« út á donskum við heitinum »Organiseret liv«