mikudagur 30. desember 2009síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2009
fara undir eina so stóra
íløgu, so má tað takast sum
eitt stórt framstig fyri leit
ing á landgrunninum, ikki
minst nú fleiri feløg hava
tikið seg úr økinum. Ein
av tala við Jarðfeingi í janu
ar mánað, tá avtalan gongur
út, sigur heldur ikki so lítið
um, hvat feløgini vænta sær
at finna í undirgrundini.
Vit skulu heldur ikki
gloy ma, at ENI fer at bora
ein brunn í 2010. Átekur
Sta t oil sær at bora ein
brunn afturat, til dømis í
2011, so er oljutilgongdin
fram vegis væl í gongd, og
sann líkindini fyri eini kom
andi føroyskari oljuvinnu
er nógv bjartari.
Hini loyvini
Umframt loyvi 008, so hev
ur Statoil fleiri onnur loyvi
á
Føroyaøkinum,
har
av gerðir eisini skulu fella í
2010, um farast skal víðari
við teimum. Har hevur
odda maður í felagnum lon
gu gjørt greitt í samrøðu
við Sosialin og Rás2 fyrr í
ár, at felagið er sinnað at
bora ein brunni inni á land
grunni num.
Hetta
kann
merk ja, at í veruleikanum
fer Statoil binda seg til at
bora tveir brunnar á før
oyska landgrunninum kom
an di árini.
So lítil ivi er um, at árið
2010 verður sera avgerandi
fyri eini framtíðar før oysk
ari oljuvinnu.
Hini fyristøðufeløgini á
land grunninum, sum standa
fyri seks øðrum loyvum,
eru ENI, Faroe Petroleum
og Sagex.
føroyska oljuvinnu
207
206
208
214
216
217
218
209
6202
6302
6301
6201
Tobermory
Clair
Victory
Torridon
Laxford
Laggan
2°W
3°W
63°N
62°N
61°N
60°N
Operator
ENI
Faroe Petroleum
Sagex
StatoilHydro
Her síggjast loyvini á føroyska landgrunninum.
Statoil hevur boðað frá, at tað fer at bora ein brunn
inni á landgrunninum næstu tvey árini. Haraftrat
er rættiliga áhugavert at frætta, hvat Staoil fer at
fyriitaka sær úti við markið í loyvi 008. Statoil tók
á seg leiklutin sum fyristøðufelag fyri hálvum ári
síðani, tá Chevron tók seg úr loyvinum og sum
skilst hevur felagið fingið longt loyvi- til 17. januar
í 2010. Innan ta tíð skal avgerð takast, hvat skal
henda í hesum loyvinum. Stóri spurningurin er
so, um enn ein brunnur fer at koma burtur úr í
hesum loyvinum, sum liggur so tætt uppá stóra
oljufundinum hinumegin markið, Rosebank
Rúni M. Hansen, stjóri á Statoil, váttar fyri Sosialinum, at samráðingar eru í gongd við myndugleikar og onnur oljufeløg, men vil
ikki gera viðmerkingar til, hvat samráðst verður um
Vil hava álop
Í USA vil Joseph Lieberman, senatorur, hava Barack
Obama, forseta at geva hervaldinum boð um at søkja at
yvirgangsmálum í Jemen sum skjótast. Tað sigur
sjónvarpsstøðin Fox News. Lieberman vísir á, at nigeriski
maðurin, sum ætlaði at spreingja eitt amerikanskt flogfar,
hevði verið á venjuingarlegu í Jemen. Maðurin skal eisini
hava sagt, at hann er bara tann fyrsti, og at fleiri av
hansara feløgum fyrireika seg til at søkja at
amerikonskum málum. Tí heldur Joseph Lieberman, at
USA eigur at bera skjótt at.
Vilja síggja gos
Forvitin ferðafólk í túsundatali streyma nú til gosfjallið
Mayon í Filipsoyggjunum, sum byrjaði at goysa fyri 14
døgum síðani. Gosfjallið er í landspartinum Albay, og
guvernørurin har sigur, at í løtuni koma umleið 2.400
ferðafólk um dagin at eygleiða gosið. Vanliga plaga
umleið 200 ferðafólk at koma hagar um dagin hesa ársins
tíð, men nú eru øll gistingarhúsini full, sigur hann.
Myndugleikarnir eru ikki fegnir um ferðafólkini. Tey
halda ikki trygdarreglurnar, og tí stúra myndugleikarnir
fyri, at onkur av teimum fremmandu fer ov nær sjálvum
gosinum, skrivar AP.