Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 30. desember 2009 45 Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á netinum og at samskifta online við málbólkin hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen- nandi starv til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd- ningin av online-samskifti, og sum kann gera Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti- num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online- marknaðarføring. Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein- ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn, Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel. Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam- skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir, viðlíkahalda heimasíður og annað. HØVUÐSUPPGÁVUR: – Styrkja Smyril Line á online-økinum – Samskipa aktivitetir í sambandi við dagføringar o.a. á heimasíðunum – Skriva tíðindi til heimasíðurnar – Dagføra tekstir og myndir – Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna – Syrgja fyri, at alt sær gott út – Supportera allar skrivstovur á samskiftisøkinum VIT VÆNTA, AT TÚ: – Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt – Hevur royndir á økinum – Hevur viðkomandi útbúgving – Dugir væl at samskifta við starvs- felagaðar og onnur – Dugir at orða teg í minsta lagi á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu – Hevur royndir við CMS-skipanum Internetsamskipari til Smyril Line Hevur tú spurningar um starvið, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á +298 551511 ella á henny@smyril-line.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, so um hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga biðin um sum skjótast at senda okkum tína umsókn við teldubrævi til henny@ smyril-line.fo ella við vanligum brævi til: Smyril Line Yviri við Strond 1 Postboks 370 FO 110 Tórshavn heilsanir Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara, 4. juli 2009, ógloymandi og hugnaligan. Stóra tøkk til øll, ið vóru við til at fyrireika okkara stóra dag og tøkk til tykkum, ið gleddu okkum við at koma til vígsluna og veitsluna. Við ynskjum um eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Gunnvá og Ellindur Góða elskaða mamma Hjartaliga tilukku við degnum tann 30. desember. Takk fyri alt, sum tú ert fyri okkum. Vit elska teg yvir alt. Babba letur eisini heilsa. Áron, ísak, Filip og Gvøðbjørg Góða omma Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Muss og klemm, Rúna Maria og Ári Góða fitta Rúna Maria Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum. Vit elska teg. Muss og klemm, Mamma, babba og Ári Merkisdagar Brúdleyp Mikudagin 30. des. giftast Anna Mohr Joensen úr Kollafirði og Bjørn Holm úr Djúpadali. Vígslan verður í Dómkirkjuni kl. 17. Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum aftan á vígsluna. Brúdleyp Nýggjársdag 1 jan. giftast Svavar Torbjørnson Joensen og Tórun Miðberg. Vígslan verður í Kollafjarðar kirkju kl. 14. Opið hús verður í bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 15.30- 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Fríggjadagin 1. jan. giftast í Fuglafjarðar kirkju kl. 15 Randi Sólsker og Sigfríður Abrahamsen, Eiði. Opið hús verður heima (Gerðisvegur 3) kl. 20 har øll eru vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 2. jan. giftast í Sjóvar kirkju Anna Petersen av Strondum og Pauli G. Hansen av Skála. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan 15. des. Brúdleyp Leygardagin 2. jan. kl. 13 giftast í Vesturkirkjuni Rebekka Consuelo Nilssen úr Tórshavn og Símun Petur Eið av Hellunum. Veitsla verður í HB-húsinum kl. 18.30 fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 9. jan. giftast í Fuglafjarðar kirkju Mary- Ann Isaksen og Høgni Zachariassen. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Sunnudagin 10. jan. kl. 18.30 verður brúðarhús á Ennivegi 3 í Fuglafirði. Har hevði tað glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar.