Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 1 - 4. januar 2010 Tá ið annað foreldrið noktar hinum foreldrinum at síggja teirra felags barn, kann fútarætturin í ringasta føri biðja politiið um hjálp Børn og foreldur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Heilt nógv børn búgva ikki hjá báðum foreldrunum, tí antin hava foreldrini ongan­ tíð búð saman, ella tey eru farin frá hvørjum øðrum. Í allar flestu førum megna foreldrini sjálv at gera av ­ talu um, nær felags barn teirra skal vera hjá tí for­ eldrini, um tað ikki býr sam an við. Men so eru tað tey, sum ikki kunnu avtala nakað, og tey hava so møguleikan at fara til Ríkisumboðið, sum út frá samrøðum við part ar­ nar og stundum børnini eis­ ini gera eina samveru­ resolutión. Tað er ein skriv­ lig avtala um, nær hitt for­ eldrið hevur rætt til at vera saman við barninum. Lene Moyell Johansen, fulltrúi hjá Ríkisumboðnum sigur, at nógv tær flestu av teimum resolutiónum verða hildnar, men viðhvørt gong­ ur ikki. Hennara fatan er, at flestu avtalubrotini eru fyri tíðina jól og nýggjár. – Tá ið vit hava gjørt eina samveruresolutión fyri eitt nú jólini og nýggjári, fáa vit ikki gjørt meira. Tí var tað eisini líka mikið, um Ríkisumboðið var stongt ella hevði opið um jólini. Tey fólkini mugu venda sær til fútarættin. Kunnu ikki semjast Tá ið foreldur venda sær til Ríkisumboðið fyri at fáa av talu um samveru, er tað tí, at tey sjálv ikki eru før fyri at semjast. Undir sam­ taluni hjá Ríkinum eydnast ofta at fáa tey at semjast, og so gongur alt væl, sigur Lene Moyell Johansen. Hon sigur, at í teimum førinum, tá ið avtalan ikki verður hildin, heldur hon tað vera rætt, at leggja sam­ verudagarnar soleiðis, at samveran byrjar í góðari fyri jól, áðrenn fútarætturin er farin í jólafrí. Er avtalan, at foreldrini skulu skiftast um at hava barnið á jólum, og avtalan ikki verður hildin, hevur Ríkisumboðið møguleikan, at hitt foreldrið skal hava barnið tvey jól á ráð. Tá ið Ríkisumboðið ger samveruresoultiónirnar, verð ur mett um, hvat tænir barn inum best, um tað eru onnur systkin. Er barnið 12 ár, skal barnið hoyrast. Yngri børn kunnu hoyrast. – Vit lurta eftir øllum pørt um og meta so um, hvat tæn ir barninum best, sigur lene Moyell Johansen. Ymiskar orsøkir Tá ið ein avtala um samveru ikki verður hildin, er munur á, um annað foreldrið er beistaktigt, ella rímilig grund er fyri ikki lata barn­ ið til hitt foreldrið, eitt nú sjúka. Tað foreldrið, sum hevur verið fyri vanbýti, hevur møguleikan at søkja um erstarningssamveru. – Eingi slík mál eru eisini. Vit uppliva, at annað foreldrið hevur fingið brnið í samveru og kemur ikki aftur við barninum til ásettu tíð. So eru tað børn, nokta at fara til hitt foreldrið av eini ella aðrari orsøk. Og vit hoyra børn siga, at alt hevði loyst seg, um mamma og babba dugdu at tosa sam an, sigur Lene Moyell Johansen. Hon heldur, at lutfalsliga fleiri mál um samveru hava verið fyri tíðarskeiðið um jólini og nýggjárið. Tá ið fútarætturin læt upp aftur 28. desember, vendur onkur forsmádd foreldur sær til fútarættin, tí sam­ veruresolutiónin, tey høvdu fingið, varð brotin. – Tað fyrsta, vit gera, er at kalla partarnar á fund, og tað er oftast við stuttari ávar ing, tí búgva bæði for­ eldrini ikki her, hevur tað skund at fáa loyst trætuna, sigur Peter Flügge, dómara­ fulltrúi í Føroya rætti. Torført at taka støðu Hann heldur tað stundum vera torført at taka støðu til, hvat best er fyri barnið, men tað hjálpir at kunna tosa við børnini eisini. Fútarætturin kann áleggja tí foreldrinum, sum ikki vil lata barnið frá sær, bøtur, men eisini ber til at fara harð ari fram og biðja poli­ tiið um hjálp. – Tað hendir, at vit gera tað, men tað er eingin ser­ liga góð uppliving fyri barnið. Tá ið vit fara út at tosa foreldrið, hava vit ofta bara avtalu við politiið um at vera til reiðar, um tað gerst neyðugt, sigur Peter Flügge. – Stóri trupulleikin er, at fólk ikki kunnu semjast og ikki hugsa nógv nógv um barnsins rætt, sigur Peter Flügge. Kunnu noyða for­ eldrasamveru ígjøgnum Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging Honda CiviC 1.6 Skrásetingarnr: GE 328 Km: 76.000 Árgangur: juli 2004 Útgjald: 22.000 Mðr. gjald: 2.200 (3 ár) kr. 88.000,- Saab 9.5 2.0 Turbo Skrásetingarnr: JT 761 Km: 24.000 Árgangur: feb. 2008 Útgjald: 79.500 Mðr. gjald: 4.965 (5 ár) kr. 318.000,- ToyoTa avenSiS 1.8 Sol STC. Skrásetingarnr: KU 505 Km: 75.000 Árgangur: juni 2003 Útgjald: 37.000 Mðr. gjald: 3.634 (3 ár) kr. 148 .000,- PeugeoT 407 CouPé 3.0 Skrásetingarnr: BJ 455 Km: 42.000 Árgangur: juni 2006 Útgjald: 62.000 Mðr. gjald: 3.874 (5 ár) kr. 248.000,- ToyoTa yariS 1.3 luna M/M Skrásetingarnr: GB 420 Km: 36.000 Árgangur: august 2006 Útgjald: 34.000 Mðr. gjald: 2.125 (5 ár) kr. 136.000,- ToyoTa Hilux 4x2 2.5 Td Skrásetingarnr: SP 526 Km: 23.000 Árgangur: aug. 2007 Útgjald: 43.750 Mðr. gjald: 2.760 (5 ár) kr. 175.000,- ToyoTa auriS 1.6 Sol Skrásetingarnr: SP 563 Km: 28.000 Árgangur: des. 2007 Útgjald: 49.500 Mðr. gjald: 3.071 (5 ár) kr. 198.000,- PeugeoT 307 1.6 STC, Skrásetingarnr: FP 505 Km: 44.000 Árgangur: okt. 2006 Útgjald: 36.250 Mðr. gjald: 2.289 (5 ár) kr. 145.000,- vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. PeugeoT 206 2.0 dieSel vøruv. Skrásetingarnr: JU 505 Km: 53.000 Árgangur: jan. 2004 Útgjald: 22.000 Mðr. gjald: 2.179 (3 ár) kr. 88.000,- Mazda PreMaCy 1.8 Skrásetingarnr: RG 751 Km: 95.000 Árgangur: sept. 2004 Útgjald: 24.500 Mðr. gjald: 2.434 (3 ár) kr. 98.000,-