Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 1 - 4. januar 2010 2010 avgerandi ár Gongdin á altjóða flutningsmarknaðinum í ár verður avgerandi fyri framtíðina hjá tí stóra danska reiðarínu A.P. Møller-Mærsk. Tað skrivar Børsen og vísir til greinarar hjá viðkomandi fíggjar- stovnum. 2009 var eitt sera vánaligt á hjá tí danska stórfelag- num, men greinararnir rokna við, at felagið fer at hava avlop í roknskapinum fyri 2010. Men tað er avgerandi, at tað eydnast felagnum at fáa meiri fyri at flyta farmin, so felagið fær vinning heldur enn hall av at flyta eina bingju. Greinararnir leggja afturat, at marknaðurin er svikaligur, tí útboðið av flutningsmøguleikum er størri enn eftirspurningurin. Trygt at sigla Norska reiðaríið Hurtigruten, sum hevur sett skipið Fram inn í ferðafólkasigling í Grønlandi um summ- arið, vísir aftur uppskotinum frá donsku sjóverjuni um, at ferðafólkaskip eiga at fylgjast, tá tey sigla inni á teimum grønlendsku firðunum. Sambært sjóverjuni er tað als ikki vandaleyst hjá ferðafólkaskipum at sigla í Grønlandi, og sjóverjan sigur seg stúra fyri, at ein vanlukka við fleiri túsund ferðafólkum kann henda. Men í Hurtigruten halda tey ikki, at nøkur til tøk eru neyðug. Okkara sigling er trygg, sigur ein talskvinna fyri felagið við KNR. Tað bleiv ein havnar­ dama, sum gjørdist fyrstafødda barnið í ár. Hon er fjórða gentan í reiðrinum hjá Duritu Reynheim og Andreas Petesen Fólkalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang 1. januar 2010 klokkan 07.25 á morgni áttu Durita Reyn- heim og Andreas Petersen úr Havn eina fitta og vælskapta dóttur á Landssjúkra húsin- um. Hetta er fjórða gentan í reiðri num hjá teimum báð- um nýbakaðu foreldr unum í Gæsugøtu í Ternuryggi. Tá nýggi familjulimurin kom heim av sjúkrahúsinum í gjár, 3. januar, tóku tríggjar spentar systrar, í aldrinum 3, 8 og 13 ár, ímóti. – Tær eru sjálvandi sera forliptar, sigur Durita Reyn- heim við Sosialin, sum var heima hjá teimum at taka mynd í morgun. Durita Reynheim, sum er 33 ár, fortelur, at hon hevur havt tað gott, meðan hon hevur gingið við barninum. Eisini gekk føðingin væl. – Tað gekk so skjótt, at tað var um reppið, at vit náddu út á sjúkrahúsið, sigur Durita, sum var sett at eiga júst 1. januar. Havnin fekk fyrsta barnið Nýggi føroyingurin er dóttir 33 ára gomlu Duritu Reynheim og 37 ára gamla Andreas Petersen, sum búgva í Ternuryggi í Havn. Stórasystir Rannvá var einasta systurin, ið var heima í dag