Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 3 - 6. januar 2010 Heldur ikki Føroysk Miðla fólk vilja sita hend ur í favn, nú ein av limum teirra stend ur at verða koyrd ur úr sínum starvi ÆTLANARSKRIV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur skapt fitt av øsing, at Jón Brian Hvidt­ feldt, tíðindaleiðari í Kring­ varpi Føroya, millum jól og nýggjárs fekk handað ætlanar skriv frá stjóranum, Anniku Mittún Jacobsen. Jón Brian Hvidt feldt sjálv ur afturvísti øllum á kær u m í skrivinum, sum hann eisini mótmælti, og hann heitti somuleiðis á stjór an um at taka ætlanar­ skriv ið aftur. Kjarnan í málinum tykist vera, at tíðindaleiðarin ikki metir, at tíðindaparturin av sendi flatuni hjá Kring­ varpinum verður nóg høgt rað festur, og tað er hetta, ið Annika Mittún Jacobsen eftir øllum at døma skýrir sam starvstrupulleikar. Hin grundgevingin í ætlanar skrivinum er ovur­ nýtsla av peningi í triðja ársfjórðingi 2009, men h e s u m hevur tíðindaleiðarin eisini afturvíst og sambært Jón Briani Hvidtfeldt sjálvum eisini doku menterað. Annika Mittún Jacobsen metir tó, at hesi bæði oman­ fyri nevndu eru so álvarslig mál, at hon hevur mist álit ið á, at Jón Brian Hvidtfeldt megn­ ar at reka tíð inda deild ina við teirri játtan, sum er sett av til endamálið. Og tí hevur hon sum nevnt sent tíðinda leiðara­ num ætlanarskrivið, sum Jón Brian Hvidtfeldt so skal svara innan 14 dagar eru farnir frá 29. desember 2009 at rokna. Miðlafólk mótmæla Í gjár kom fram í miðlunum, at meginparturin av starvs­ fólkunum á tíðindadeildini hjá Kringvarpinum hevði skrivað undir eitt mótmælis­ skriv til stjóran har kravt var, at ætlanarskrivið verð­ ur tikið aftur. »Vit hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt sínar uppgávur eftir teim um umstøðum, hann hev ur havt at arbeiða undir. ... Tí krevja vit, at ætlaða upp søgnin av Jón Brian Hvidt feldt verður tikin aftur«, skriva tey 17 starvs­ fólkini á tíðindadeildini. Og nú hevur eisini fela g­ ið hjá fjøl mið la fólkum í Føroyum gjørt vart við seg. Í einari stuðul s fráboðan sigur felag ið Føroysk Miðlafólk, at tey fult og heilt stuðla Jón Brian Hvidtfeldt í hes um máli. »Allar vanligar manna­ gongdir í hesum sambandi, eitt nú viðvíkjandi ávar ing­ um, eru lopnar um í hesum máli. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast. Grund gev­ ing arnar fyri uppsøgnini eru eisini, eftir fatanini hjá Før oyskum Miðlafólkum, púra burturvið og eru at fata sum eitt álop á royndina at verja tey journalistisku virðini og arbeiðshættirnir á ábyrgdarfullan hátt«, sig­ ur felagið millum annað í skrivinum. Í skrivinum lovar felagið eisini at rinda fyri løg frøði­ l igan stuðul til Jón Brian Hvidt feldt, og tað er ein týði lig ábending um, at fela g ið ikki ætlar sær at tosa uttan at handla. Í hvussu er ber til at stað­ festa, at seinasti leikurin í hesum talvi ikki er fluttur enn. Til Anniku Mittún Jacobsen Tórshavn 31.12.09 Tíðindadeildin hjá Kringvarpinum mótmælir at okkara tíðindaleiðari, Jón Brian Hvidtfeldt, nú verður sagdur úr starvi. Vit hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevur havt at arbeiða undir. Vit vilja samstundis vísa á, at Jón Brian Hvidtfeldt er fakliga sera kompetentur, men Tíðindadeildin hevur ikki havt nóg stóran part av samlaðu játtanini til at útinna sínar kjarnuuppgávur, sum hoyra til public­service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya. Tí krevja vit, at ætlaða uppsøgnin av Jón Brian Hvidtfeldt verður tikin aftur. Vit vilja samstundis biðja um fund við stjóran í seinasta lagi mikudagin 6. januar at umrøða málið nærri. Vinarliga Leivur Frederiksen Dánjal Højgaard Ingolf S. Olsen Johnsigurd Johannesen Óluva Zachariasen Elin Winther Poulsen Ingi Rasmussen Sigmar Bláberg Rúni F. Kjær Herluf Sørensen Høgni í Jákupsstovu Karolina Thostrup Dia Midjord Kaj Joensen Jógvan Hugo Gardar Jóhann Mortensen Sigrún H. Brend Føroysk Miðlafólk stuðla Jón Briani Hvidtfeldt og krøvum hansara mótvegis Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra. Stutt fyri nýggjár fekk Jón Brian Hvidtfeldt, tíðinda leiðari í Kringvarpi Føroya og fakfelagslimur í Føroysk Miðlafólk, ætlanarskriv um uppsøgn. Allar vanligar mannagongdir í hesum sambandi, eitt nú viðvíkjandi ávaringum, eru lopnar um í hesum máli. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast. Grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru eisini, eftir fatanini hjá Føroyskum Miðlafólkum, púra burturvið og eru at fata sum eitt álop á royndina at verja tey journalistisku virðini og arbeiðshættirnir á ábyrgdarfullan hátt. Fyri ikki at skaða málsgongdina, fara vit ikki at viðgera smálutir hesum viðvíkjandi alment, men vilja bert gera greitt, at Føroysk Miðlafólk av fullum huga stuðla Jón Briani Hvidfeldt í hesum máli og hansara kravi um afturtøku av ætlanarskrivinum um uppsøgn. Somuleiðis rindar Føroysk Miðlafólk fyri løgfrøðiligan stuðul og aðra serkøna hjálp, Jón Briani Hvidtfeldt tørvar í hesum máli. Vinarliga Nevndin í Føroysk Miðlafólk Meiri stuðul til Jón Brian Forkvinnan í Føroysk Miðlafólk, Anna V. Ellingsgaard. »Grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru eisini, eftir fatanini hjá Føroyskum Miðlafólkum, púra burturvið og eru at fata sum eitt álop á royndina at verja tey journalistisku virðini og arbeiðshættirnir á ábyrgdarfullan hátt«, sigur hon og nevndin í stuðulsfráboðanini Mynd: Jens Kristian Vang