mikudagur 6. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2010
Iran bannar sambandi
Í Iran hava myndugleikarnir bannað landsins íbúgvum at
hava nakað samband við 60 stovnar og felagsskapir.
Millum teirra, sum eru komin á svartalista, eru bretska
kringvarpið BBC, útvarpsstøðin Voice of America, mannar
ættindafelagsskapurin Human Rights Watch og iranska
andstøðuheimasíðan Rahesabz. Ein talsmaður fyri
myndugleikarnar sigur, at teir bannaðu stovnarnir og
felagsskapirnir hava havt tilknýti til royndir hjá londum í
Vesturheiminum at fella ta iransku stjórnina. Samstundis
mæla myndugleikarnir fólki frá at hava nakað samband við
útlendskar sendistovur.
Obama hartar eftirlitið
Amerikonsku myndugleikarnir høvdu nóg góðan kunnleika
og upplýsingar til at forða nigeriska manninum umborð á
eitt flogfar við spreingievni jóladag, men kortini sveik
eftirlitið. Tað segði Barack Obama, forseti, á tíðindafundi í
gjárkvøldið, eftir at hann hevði havt fund við sínar trygdar
ráðgevar. Hann segði, at málið avdúkar ein sera álvarssaman
veikleika í amerikonsku skipanini, og at nú skal kannast,
hvussu hetta kundi henda. Forsetin legði afturat, at hann
hevur kravt, at neyðugir batar verða settir í verk alt fyri eitt,
so slíkt má og skal ikki henda aftur, segði hann.
Nú fyrsta vónbrotið
av dóminum í
málinum hjá Tony
Paris móti KÍ hevur
lagt seg, og nevndin í
felagnum hevur havt
fund, er bjartskygni
við at vinna fótafestið
aftur í Klaksvík
DÓMSAVGERÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein sera vónbrotin
formaður fyri KÍ, sum í
gjár eftir dómin í Føroya
Rætti í sakarmálinum hjá
Tony Paris móti Klaksvíkar
Ítróttafelag úttalaði seg til
miðlarnar. Men nú avgerðin
er samdøgur gomul hevur
vónbrotið lagt seg, og
formaður og nevnd hava nú
valt at hyggja fram eftir.
Vit viðgjørdu dómin á
fundi í gjár og settu okkum
betur inn í grundgevingarnar.
Tað er nakað liðið síðani
dómurin fall, og vit kundu
viðgera málið í einum eitt
sindur øðrvísi ljósi, sigur
Tummas Lervig, formaður
í KÍ.
Serliga var tað upphædd
in, sum KÍ er dømt at rinda,
sum fekk umrøðu. Gingið
vart tó ikki í smálutir, og
felagið hevði valt ikki at
hava sakførara sín, Jógvan
Elias Winther Poulsen við á
fundinum.
Nei, tað var bara nevnd
in, sum var á fundi, og í
stuttum stungu vit út í kort
ið hvat tað er, ið vit nú fara
at gera, sigur Tummas Ler
vig.
Og tað, sum nú liggur í
kortunum er at tosa við bak
landið hjá felagnum.
Tað er serliga teir partar,
sum vóru við í hesum mál
inum frá byrjan av, og tað
fara vit so at taka við í tann
juridiska partin. Finna út
av, hvat er rættast hjá okk
um at gera, sigur Tummas
Lervig.
Sigur fyri KÍ
Sum nevnt var formaðurin
sera vónbrotin av peninga
upphæddini, sum felagið
skal rinda í endurgjaldskravi,
men nú hevur dómurin so
fingið tíð at sorna.
Ja, eg var sera vónbrotin
í gjár út frá tí, at eg hevði
roknað við, at felagið heilt
varð frífunnið. Men venda
vit tí hinvegin so kunnu vit
siga, at vit í veruleikanum
hava vunnið málið, tí dóm
urin endaði við einari upp
hædd, sum er væl niðanfyri
helvtina av kravinum hjá
Tony Paris, sigur Tummas
Lervig.
Hann viðgongur tó, at tað
framvegis eru nógvir peng
ar, sum felagið skal útvega.
Hinvegin heldur hann ikki,
at »worst case scenario«,
nevniliga at felagið pakkar
saman og síðani byrjar aftur
í fimtu deild, er aktuelt í
dag.
Fyrsta reaktiónin var
tað, sum var rætt í gjár, men
veruleikin er, at KÍ er so
ómetaliga stórt, bæði innan
vaksnu og yngru deildirnar,
og bæði innan fótbólt og
hondbólt. Felagið er so
ómetaliga nógv, og tað er
tað, vit mugu taka støðu út
frá, sigur Tummas Lervig.
KÍ er Klaksvík, og tað
eru mong í Klaksvík, sum
identifisera seg við KÍ, eins
og KÍ identifiserar seg við
Klaksvík, og nú verður so
hugt frameftir.
Vit fara at seta okkum í
samband við okkara bak
land, líka gjarna í dag sum í
morgin, og so taka vit tað
harfrá, sigur Tummas Ler
vig, formaður í KÍ.
Nú bróta vit upp um armar
Tvær av høvuðspartar
eigarunum í Dimma
lætting, Lisbeth L.
Petersen og Beate L.
Samuelsen, staðfesta,
at tað ikki verða tær,
sum seta meiri pening
í P/F Dimmalætting
DiMMAlættinG
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Lisbeth L. Petersen og
Beate L. Samuelsen, sum
eru millum høvuðspartaeig
ararnar á Dimmalætting,
staðfesta, at tað ikki vera
tær, sum fara at seta pening
í Dimmalætting fyri at fáa
skuldina niður.
Hetta siga tær í kjalarvørr
inum av, at tað í fyrradagin
kom fram, at stórar umlegg
ingar eru ávegis á Dimma
lætting.
Lisbeth L. Petersen stað
festir júst sum stjórin,
Árni Gregersen, gjørdi í
Sosialinum í gjár at ein
umskipan er ávegis, men at
hon ikki vil upplýsa, hvønn
samráðst verður við.
Vit samráðast ymsar
vegir, og tí kann eg ikki
siga nakað um, hvønn vit
samráðast við, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Hon leggur eisini afturat,
at enn eru ognir í felagnum,
sum tað ber til at selja.
Tað hevur ljóðað at starvs
fólk á Dimmalætting skuldu
taka seg saman og gera okk
urt, men hetta kenna, hvørki
Beate L. Samuelsen, sum
er millum størstu partaeigar
arnar og arbeiðir á blaðnum,
ella stjórin, Árni Gregersen,
nakað til.
Eg rokni við, at eg hevði
vitað tað, um nakað var, sig
ur Beate L. Samuelsen.
Afturat hesum vilja tær
báðar ikki upplýsa alt ov
nógv, men tær staðfesta, at
tað er skuldin í felagnum,
sum gevur stórar avbjóðing
ar og at tað hevur verið
arbeitt við eini loysn í
longri tíð.
Stjórin í Notio, sum er
íleggingarfelag, ið eigur
nógv í Dimmalætting, sigur
seg ikki kunna gera við
merkingar til nakað um
Dimmalætting.
Seinastu
árini
hevur
Dimmalætting havt stórt
hall, og í dag liggur skuldin
hjá felagnum á umleið 25
milliónum krónum.
Dimmueigarar seta ikki meira í felagið
Eftir at fyrsta stóra vónbrotið
hevur lagt seg, hyggja
Tummas Lervig og restin av
nevndini í KÍ fram eftir
Mynd: Norðlýsið
Beate L. Samuelsen
Lisbeth L. Petersen