Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 240 - 12. desember 2001 Nr. 240 - 12. desember 2001 13 Í gjár handaði Ingeborg Winther Kára Petersen ein kekk áljóðandi góðar 85.000 krónur, sum skulu verða fyrsta stigið til at stovna ein sokallaðan trivnaðar- grunn til Sjúklinga- hotellið Tórshavn í Keypmannahavn. Føroya Sparikassi hevur gjørt av eisini at stuðla tiltakinum við einum peninga- ligum ískoyti TRIVNAÐAR- GRUNNUR Ingrid Bjarnastein Flokkurin Verkamanna- fylkingin við Ingeborg Winther á odda hevur verið óvirkin síðani seinasta løg- tingsval. Flokkurin hevur nú alment rundað virksemi sítt av, og hava tey avgjørt at geva peningin, ið Verka- mannafylkingin átti til eitthvørt vælgerandi enda- mál. Fundur varð hildin fyri umleið einum mánaða síð- ani, har tað síðani varð avgjørt, at peningurin skuldi fara til ein trivnað- argrunn fyri Sjúklinga- hotellið Tórshavn. Upphæddin er í krónum og oyrum 85.768, 81. Hesin peningur skal millum ann- að brúkast til ein buss, sum sjúklingahotellið ætlar at keypa. Ætlanin er, at buss- urin skal kunna brúkast til útferðir við sjúklingunum, soleiðis, at teir ikki sita inni alla tíðina, og so at teir á henda hátt fáa okkurt annað at tosa um enn bara sjúkur. Tað kann gerast ógvuliga troyttandi at sita inni á hotellinum í eitt longri tíðarskeið, og møguleikar- nir í Danmark eru jú nógv- ir, nú brýr eru bæði yvir til Svøríkis og Fjón. Sparikassin stuðlar Føroya Sparikassi hevur avgjørt at stuðla hesum trivnaðargrunni. – Eitt av aðalmálunum hjá Sparikassanum er jú at stuðla vælgerðandi enda- málum, sigur Marner Ja- cobsen, forstjóri á Føroya Sparikassa. Føroya Sparikassi hevur tí gjørt av, at lata grunn- inum 100.000 krónur, sum eisini skulu vera við til at fáa bussin til vega. Nevndin fyri trivnaðar- grunnin er eisini sett. Kári Petersen er formaður, með- an Dánjal Joensen frá Før- oya Sparikassa og fyri- støðukvinnan, Ruth Ege- mose, á sjúkrahúsinum, ið tekur sær av at senda sjúk- lingar til Ríkissjúkrahúsið, eru nevndarlimir. Eisini er ætlanin at stovna eina nevnd í Keypmannahavn, har Ina Fristad, leiðari á sjúklingahotellinum, skal vera formaður. Afturat sær skal hon so hava fólk, ið kunnu hjálpa henni við hugskotum. Bussurin er ikki tað einasta. Ætlanin er at skipa fyri øllum møgu- ligum tiltøkum. – Talan er bara um vant- andi hugskot hjá teimum, ið stíla fyri, sigur Kári Petersen. – Afturat hesum peningi, ið vit nú hava fingið, kundi eg annars væl hugsað mær, at privatpersónar kundu givið eina ávísa upphædd um mánaðan. Eg hugsi tó ikki um eina stóra pen- ingaupphædd. Kanska eini 25 – 50 krónur um mán- aðan, soleiðis at grunnurin fær ein fastan og javnan streym av peningi inn. Mangir løðir smáir gera stórar áir. Sjálvandi eru virkir og fyritøkur eisini vælkomin til at geva størri stuðul, sigur formaðurin í nýggja grunninum. Grunnur fyri Hotel Tórshavn settur á stovn Marner Jacobsen og Ingeborg Winther handaðu í gjár Kára Petersen, formanni í Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotellið Tórshavn, tveir kekkar áljóðandi 185.768,81 tilsamans. Tilstaðar var eisini Ruth Egemose, fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Verkamannafylkingin endaði dagar sínar við at geva peningin, ið flokkurin átti, til Trivnaðargrunn fyri Sjúklingahotellið í Keypmannahavn Mynd: Álvur Haraldsen Anfinnur Kruse, Jógvan K. Mørkøre, Jóhan Kalsoy Tíðliga í seinastu bygda- ráðssetu kom frá skúlanum ynski um størri húsarrúmd. Talan var í fyrstuni um einar 3 skúlastovur. Høgligast var tá at byggja millum klettin og verandi skúla, men skjótt gjørdust hesar 3 skúlastovurnar til fleiri í tali og møguleikin fyri bygging ikki so einfaldur sum í fyrstuni. Allir møguleikar kring skúlan vórðu troyttir. Tað endaði so við, at ein partur av bygdaráðnum helt, at best var at byggja vestan fyri verandi skúla, meðan ein annar partur vildi sleppa at byggja eystanfyri, við samanbygging sunnan- til og eystantil á fimleikar- høllina. Skitsuprojekt av hesum varð gjørt og sýndi ein bygning u.l. 707 m2 stóran, kostnaðurin helst 10 mill. Teir sum hildu at best var at byggja vestanfyri tóku als ikki undir við bygging- ini eystanfyri, tí at ovlítið fekst fyri peningin og tí teir óttaðust fyri at samanbygg- ingarkostnaðurin fór at vera stórur og ónyttugur. Nú byrjaði ein tung togan millum eystur og vestur. Í eysturpartinum vóru: Part- ur av bygdaráðnum, skúla- nevndin, skúlafólkini og skúlamyndugleikarnir í Havn. Í vesturpartinum vóru 3 bygdaráðslimir. Bygging vestanfyri bar við sær eina forðing fyri gamla dreyminum um inni- lokan av hondbóltsvøllin- um, tí vóru góð ráð dýr. Bæði skúla og ítróttarhøll tóktist óhugsandi stórur biti at býta í, men tá ið neyðin er størst er hjálpin næst. Um hetta mundi kom fram verkætlan til ítróttar- høll við síðubygningi í Hoyvík og á Strondum, krónutalið segðist at liggja niðanfyri 5 mill. Tann eini av omanfyri nevndu 3 bygdaráðslimum, sum er byggimeistari, gjørdi ikki mætari enn at setast við tekniborði at evna til nevndu verkætlan, soleiðis at ein bygging vestanfyri skúlan á Eiði kundi bæði vera skúli og høll. 635 m2 skúli og 1770 m2 høll. Var toganin tung áður, gjørdist hon dupult so tung nú, tað fall fólki fyri brósti at bygdaráðslimur skuldi setast við tekniborðið. So hart var togað at ætlanin mundi doyð í egginum, men væl grunda á galdandi lógir um skúlabygging slappst víðari. Togað varð ymsar vegir t.d. var ætlan um græslíki á hondbóltsvøllin til krokk- spæl, byggja uppí skúlan eystanfyri og so eina ítrótt- arhøll longri eysturi – alt meðan vestanmenninir hildu uppá sítt. Um sama mundi fingu bygdaráðslimirnir bræv frá einum bygdaráðslimi har hann førdi fram, at skuldi Eiðis kommuna í holt við ítróttarhøll so var best fyri ítróttin og fyri bygdina at ein slík høll varð bygd suð- uri í Sundalangum. Hendan hugsanin fekk ikki nóg góða undirtøku í bygdaráðnum, meðan ætl- anin um ítróttarhøll saman við skúlabyggingini á Eiði tá varð staðfest av 5 bygda- ráðslimum. Bygginevnd varð sett og situr sama nevnd enn. Toganin millum »eystur og vestur« fall tó ikki heilt burtur, men linkaði, alt meðan fyrireiking til skúla og ítróttarhøll helt fram eftir tí leisti, at skúlin skuldi víðkast, helst við einum ára byggitíð, og samstundis høllin innilok- ast til liðugtgerð so sum høvi beyðst. Skúlamyndug- leikar og skúlafólk vóru nú við til at seta sín dám á inn- rættingina. Kostnaðarmet- ingin, sum var eitt innan- hýsis arbeiðsskjal, av skúla og innilokaðari høll var sett til 9 mill. kr. v/netto MVG, henda metingin fevndi um: • Tilfar sambært faktura, betongelementir, hiti, gólv til skúla og høll, • El-arbeiði, • Fundament, arbeiðsløn til innilokan og innrættan av skúla. Og fevndi ikki um: • Útgrevstur, planering, garð v.m. máling, gólv- álegging, innbúgv, ventilat- ión og samanbygging við verandi skúla. Harafturat varð høllin bæði hækkað og breiðkað nakað, tískil er tað ein ring reingjan av veruleikanum at siga, at metingin kr. 9 mill. bleiv til yvir 15 mill. Sannleikin er tann, at metingin 9 mill. gjørdist til u.l. 9,1 mill. Viðmerkingar til okkurt av tí sum stóð í Sosialinum nr. 234 Heldur bygt í Sundalagn- um: a) Tað var barnaskúlin á Eiði, ið kravdi undirvís- ingarhølir. b) Tað var ikki høll, málið snúði seg um. c) Eiðisparturin í eini fel- agsbygging í Sundalagn- um hevði sambært fólka- talinum verið 1/3. d) Kostnaðurin uttan iva á hægri støði, cafeteria o.t.l. e) Húsavørður ella –vørðar høvdu ikki kunna tikið sær av øðrum ognum í kommununi. Nú er kannska møguleiki fyri, at ein húsa- og hallar- vørður kundi samskipast við ítróttarvenjara. f) Samanumtikið einki bíligari, men pluss 10 mill. til skúlabygging á Eiði. g) Bygdin hevur einki høli til størri borðhald og samkomur enn til 150 fólk. Ov lítið forarbeiði a) Júst tí er so nógv komið av skafti. b) Longri forarbeiði hægri prísur – nevna eingi sam- metingardømi við navni. Valár Tað reina tvætl, tað var jú tíðliga í setanini at alt byrjaði. Spell Spell at ikki øll duga at síggja hetta sum eitt bygda- projekt, farið fram sambært galdandi lógum um skúla- bygging og, við ávísari konsulenthjálp, hildið áfram soleiðis: Tekning Eiði Eftilit Eiði Jørð, betong, vatn og kloakk Eiði Kranaarbeiði og koyring Eiði Smíð Eiði Hiti, ventilatión og sanitet Eiði El-innleggjan Eiði Máling Eiði Ein gyltur møguleiki hjá vinnufyritøkum í kommun- uni at bjóða seg fram at gera somu góðu og bíligu bygging aðrastaðni eisini. Samanumtikið, bygning- urin úti á Horni, 635 m2 skúli og 1770 m2 høll, hev- ur í dag, sammett við bygg- ing aðra staðni í Føroyum, eitt virði uppá einar 30.000.000,00 kr. Harafturat kann hann, um ynski verður um tað, lættliga geva møguleika fyri at húsa øðrum barnastovnum eisini. Tá kunnu uppaftur 4 mill. leggjast afturat virðinum. Av tí at kommunan í mong ár hevur verið stýrd væl og »óprofessionelt« so megnar hon at gjalda hesa bygging kontant. Eftir er so bara at ynskja at væl verður gingið um og at bygningurin verður fólk- inum at gagni. Skúlabyggingin á Eiði VIÐMERKINGAR Sjúkrasystramálið reist á tingi Sámal Petur i Grund skal á ting- fundi í dag greiða tinginum frá, hvat hann ætlar at gera við málið um sjúkrasystrarnar á B6 LANDSSJÚKRA- HÚSIÐ Eirikur Lindenskov – Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at fáa sjúkra- systrarnar, ið arbeiða á B6 at taka uppsagnirnar aftur? Hendan spurning fer Kristian Magnussen, løgtingsmaður Javnað- arfloksins, at seta Sámal Peturi í Grund, lands- stýrismanni í almanna- og heilsumálum á ting- fundinum seinnapartin í dag. Kristian Magnussen sigur tað verða eyðsæð, at okkurt er spinnandi galið við arbeiðsum- støðunum á B6, tá 18-19 sjúkrasystrar siga seg úr starvi í einum. – Løgtingið kann sum játtandi myndugleiki ikki vera statistur, með- an ein heil heiliráðsdeild á okkara landssjúkrahúsi syndrast, heldur løg- tingsmaðurin. Umframt at vera ein vanlukka fyri deildina, sjúklingar og starvsfólk, so verður fylgjan eisini, at øktar byrðar verða lagdar á onnur á Lands- sjúkrahúsinum. Kristian Magnussen heldur tí, at løgtingið má fáa ítøkiliga at vita frá landsstýrismanninum, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa sjúkrasystr- arnar at taka uppsagn- irnar aftur. Kristian Magnussen vil hava Sámal Petur í Grund at greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera, fyri at fáa sjúkrasystrarnar á B6 at taka uppsøgnirnar aftur TÍÐINDASKRIV Bahá’í samfelagið Sunnudagin 9. des. var seminarið »Einstakling- urin og hin moralska menningin« hildið í Bahá’í miðstøðini í Tórs- havn. Hetta var fyrsta semin- ar í tiltakinum »Moralsk og etisk menning«, ið Bahá’í samfelagið skipar fyri. Ætlanin við hesum tiltaki er, at fólk kunnu koma saman at menna kunnleika, andaligt innlit og veruligar loysnir til hvussu vit kunnu hjálpa til við at skapa eitt umhvørvi hjá einstaklinginum, ungum sum gomlum, familjuni, skúlanum og samfelagn- um sum heild, har dentur er lagdur á moralskan at- burð og etiskt lívslag. Fyrsta seminarið snúði seg um hvussu vit sum einstaklingar sjálv kunnu ávirka okkara moralska og etiska livihátt. Fyri tað mesta fevndi tað um bólkaarbeiði, har hugt varð eftir grundleggjandi tankum um hvat moralur og etikkur eru fyri nakað. Eisini varð prátað um hvussu moralur og etikk- ur ávirka gerandisdagin. Tiltakið »Moralsk og etisk menning« heldur fram til januar-februar 2003. Í hesum tíðarskeiði verða aðalevnini einstaklingurin, síðani familjan, og at enda sam- felagið sum heild. Ser- ligur dentur verður lagdur á hvussu vit møguliga kunnu ávirka og stimbra moralskan og etiskan sið hjá ungdóminum. Næsta seminarið verð- ur í januar mánaði. Roynt verður at finna fram til veruligar loysnir á hvussu einstaklingurin kann liva eitt moralskt og etiskt lív í okkara samfelag. Hetta í eini tíð har fleiri hava trupult við at finna fram til hvat moralur og etikk- ur eru og kanska enn meir hvussu vit kunnu liva moralskt og etiskt, antin tað er í familjuni, arbeið- inum, skúlanum ella sam- felagslívinum sum heild. Moralsk og etisk menning C M Y K 13 12