Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2010 Herfyri keypti danska Mærsk Olie og Gas meginpartin av ein­ um loyvi frá Faroe Petroleum, og felagið væntar sær nógv burturúr Oljuleiting Árni Joensen arni@sosialurin.fo Loyvið, sum Mærsk Olie og Gas keypti meginpartin av frá Faroe Petroleum, er í tí norska partinum av Norð­ sjónum. – Vit síggja stórar møgu­ leikar í hesum loyvinum, sjálvt um tað her sum aðrastaðni er váðar, sigur norski stjórin í Mærsk Olie og Gas, Åke Hesselblom, við Børsen. Við keypinum fekk Mærsk Olie og Gas 70 prosent av loyvinum PL431 og fekk samstundis leiklutin sum operatørur á økinum, sum eitur T­Rex. Við keyp­ inum bindur felagið seg til at bora næsta ár, og stjórin vónar at fáa eit gott úrslit burturúr. Hann vil ikki siga, hvat felagið rindaði Faroe Petroleum fyri partin. Mærsk Olie og Gas hevur nú 12 loyvir í tí norska part­ inum av Norðsjónum, og felagið er eisini virkið í tí danska og tí bretska partin­ um. Felagið hevur eisini loyvi í bretskum øki stutt frá føroyska markinum. Mærsk spennir seg út við føroyskum loyvi Boripallur til Disko Skotska oljufelagið Cairn hevur stórar ætlanir, nú tað fyrireikar seg royndarboringar við Diskoi í Grønlandi í summar. Felagið hevur gjørt avtalu um at leiga boriskipið Stena Forth at bora í juni, men nú hevur felagið boðað frá, at tað eisini fer at senda ein boripall hagar. Talan er um boripallin Stena Don, og ætlanin er, at skipið og pallurin skulu bora í tíðarskeiðinum frá juni til oktober, sigur grønlendska kringvarpið KNR. Cairn hevur fingið loyvi at leita eftir olju vestan fyri Disko. Doyði av kulda Tað hevur verið sera kalt í Noregi í seinastuni, og nú hevur kuldin eftir øllum at døma kravt sítt fyrsta mannalív. Aftenposten skrivar, at ein 40 ára gamal maður varð funnin deyður á einari gøtu í býnum Sarpsborg í gjár, og at hann eftir øllum at døma er deyður av kulda. Eitt blað í Sarpsborg skrivar, at maðurin var júst komin heim eftir eitt longri tíðarskeið uttanlands. Tað frysti næstan 20 stig í Sarpsborg gjáranáttina, og løgreglan sigur, at maðurin var ikki serliga væl ílatin. Norska oljufelagið fer saman við danska Dong og eysturríkska OMV at bora ein brunn í loyvi 008 helst í 2011 Áttandi brunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Tann mundi vera tann best hugsandi nýggjársgávan, sum varð latin Føroyum, tá Statoil, Dong og OMV buðu seg fram til at bora ein brunn tætt uppat einum stórum oljufundi beint hinu megin markið. Hetta verð ur sostatt tann áttandi brunnurin á føroyska land­ grunninum. Tann sjeyndi verður boraður í mai av ENI. Í tíðindaskrivi frá Vinnu­ málaráðnum verður sagt, at Johan Dahl, landsstýris­ maður, hevur góðkent, at oljuleitingarloyvi 008 verð­ ur longt. Sum partur av treytunum fyri at loyvið verður longt, hava loyvishavararnir átikið sær at bora ein leitibrunn á økinum. Loyvið 008 varð latið í 2005 í øðrum útbjóð ingar­ umfari. Loyvishavarar eru Statoil, ið er fyristøðufelag, Dong Føroyar og OMV. Hugaligt Johan Dahl, landsstýris­ maður, sigur í viðmerking, at tað er sera hugaligt fyri oljuleiting í føroyskum øki, at loyvishavarar aftur átaka sær at bora ein leitibrunn. – Vit eru sannførd um, at føroyska økið hevur ótroytt­ ar møguleikar. Men vit eru samstundis greið yvir, at fíggjarkreppan eisini hevur sína ávirkan á arbeiðs um­ støðurnar hjá oljufeløgum, og at lakara fíggjarorkan er avmarkandi fyri virksemi teirra. Á hesum grundarlagi er tað enn størri orsøk til at fegnast um hesa avtalu, ið eg vóni verður til gagns fyri Føroya land og fyri loyvis­ havararnar. Saman við brunninum, ið ENI, Cieco og Føroya Kol­ vetni fara at bora í vár, hava vit nú tveir brunnar fyri framman. Hetta kunnu vit vera væl nøgd við og stað­ festa jaligu tilgongdina í oljuleiting á føroyskum øki sigur oljumálaráðharrin. Loyvið verður longt til 2014 ella 2015, alt eftir hvør arbeiðsskrá verður vald at útinna. Trúgva uppá Føroyar Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil segði við ÚF í gjár, at Statoil sjálvandi kennir váðan at fara undir slíka stóra íløgu, men felagið hevði tikið á seg slíka íløgu saman við øðrum feløgum, um tey ikki mettu møgu­ leikan vera til steðar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Hann helt tað eisini vera gott fyri oljuleiting við Før­ oyar, at altjóða oljufeløg vilja binda seg til at bora brunnar, tí tað er einasti máti at finna út av, um kol­ vetni eru í undirgrundini. Herfyri úttalaði varfor­ setin fyri aljtóða oljuleiting hjá Statoil seg til Sosialin og segði, at Statoil hevði gjørt av at bora í minsta lagi ein brunn inni á tí før­ oyska basaltinum. Hetta er ikki tann brunnurin, sum felagið nú hevur bundið seg til. Hetta er ein annar brunn ur, sum antin verður boraður á einum av hinum fimm loyvunum hjá felag­ num og sum liggur nærri Føroyum og helst norðari. Sum skilst eru samráð­ ing ar millum oljufeløgini og Jarðfeingi um longjan av teimum ymsu loyvunum. Og eftir øllum at døma koma hesar samráðingar at avgera, hvar og møguliga nær enn ein Statoilbrunnur verður boraður. Tvær milliardir fyri tríggjar brunnar Samanumtikið merkir alt hetta, at tað í 2010, 2011 og møguliga 2012 fara at verða boraðir tríggir brunnar við Føroyar. Sagt við øðrum tøl um, ein samlað íløga uppá einar tvær milliardir kr. taka vit seismiskar og aðrar kanningar við. Tað, sum er serstakliga áhugavert við loyvi 008 og tí brunni Statoil hevur bund ið seg til at bora har, er tann sannroynd, at bert fáar fjórðingar frá boristaðnum er gjørt eitt risastórt olju­ og gassfund í bretskum øki, kallað Rosebank/Loch­ nagar. Tað skilst á oljufólki í Aberdeen, at avgerðin um at byggja hetta feltið út er meira ella minni tikin. Og hugsa vit um møguleikan fyri, at somu oljuløg finnast okkara megin markið eisini, so er væl ikki óhugsandi, at Statoil og hini feløgini, sum longu eru við í Rosebank meta møguleikan góðan fyri at finna líknandi olju­ goymslur í loyvi 008 eisini. Statoil ger milliardaíløgu á landgrunninum Mærsk Olie og Gas væntar sær nógv burtur úr loyvinum, sum felagið hevur keypt meginpartin av frá Faroe Petroleum Mynd: Scanpix Loyvi 008 á føroyskum øki, har Statoil, DONG og OMV fara at bora. Rosebank loyvið sæst hinumegin markið, har somu feløg saman við Chevron hava funnið olju og nú verður arbeitt fram ímóti at framleiða olju. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil sær Føroyar sum eitt áhugavert leitiøki í framtíðini eisini Mynd Jan Müller Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum fegnast um avgerðina hjá Statoil, Dong og OMV at bora ein brunn