Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2010 – Landsstýrið eigur alt fyri eitt at gera eina skipan, har stuðul verður latin til at innflyta frystan fisk til før­ oysku fiskavirkini at ar beiða, siga Før oya Arbeið­ arafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Fiskimannafelagið Fiskaarbeiði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ein ótrúliga spennandi tanki, har heilt nógvar føroyskar familjur kunnu bjargast undan húsa­ gangi fyri smápengar. Sonja Jógvansdóttir, sam­ s kipari í Samtaki, er ovfarin av tíðindunum í Sosialinum í gjár og í fyrradagin, har bæði Føroya Fiskavirking og Vaðhorn á Strondum greiða frá, hvussu væl tað ber til at útvega eini 400 arbeiðspláss afturat í før­ oysku fiskivinnuni. Samtak, sum er eitt sam­ starv ímillum Føroya Ar ­ beiðarafelag, Havnar Ar ­ beiðsmannafelag og Fiski­ mannafelagið halda hetta ljóða so mikið áhugavert, at tey viðgjørdu málið á fundi í gjár. – Er nakað í tí, sum Fiskavirking og Vaðhorn føra fram, er hetta ein gyltur møguleiki, sum landssýrið heilt avgjørt eigur at kanna, sigur Sonja Jógvansdóttir. – Er hald í hesum, ber til at fáa ófatiliga stóran vinn­ ing fyri at lata smápengar í stuðuli. Tí mælir Samtak lands­ stýrinum staðiliga til at taka málið upp beinanvegin og at kanna eftir, hvussu hetta kann lata seg gera. Ongi tekin til bata Sonja Jógvansdóttir vísir á, at veruleikin er, at ar beiðs­ loysistølini hækka støðugt og at ongi tekin eru til, at gongdin fer at venda. – Vit síggja, at arbeiðs­ loysið veksur at kalla eitt prosent hvønn einasta mán­ að og sum útlitini eru nú, eru ongar ábendingar um, at tað fer at broytast enn á sinni. – Og í fíggjarlógini hjá samgonguni er heldur ikki nógv, sum kann kallast virkisskapandi tiltøk. – Væl eru ymsar ætlanir á skránni, men tað er ikki væntandi, at tað fer at kasta nakað arbeiði av sær hetta fyrsta árið, tí tann fyrsta tíðin fer við fyrireikingum. – Tá ið tað ikki ber til at finna útav at hegna framvið landsvegunum og at hava eitt grótbrot opið, havi eg onki álit á, at tær stóru verkætlanirnar, sum eru lagd ar út í kortið, fara at vera settar í verk við tað fyrsta. – Tí er gongdin øgiliga órógvandi, leggur Sonja Jógvansdóttir afturat. Bráðneyðug tiltøk Hon sigur, at tað, vit sostatt hava brúk fyri, er at seta tiltøk í verk, sum ávirka støð una tann góða vegin beinanvegin. Hon leggur afturat, at tølini vísa, at næstan 90% av øllum teimum arbeiðs­ leysu eru ólærd verkafólk og tað kemst ikki av, at nógv fiskavirki standa at kalla still. – Tí hevði tað verið ein gyltur møguleiki at innflutt frystan fisk til føroysku virkini at arbeiða, tí tað kann fáa nógvar hendur í sving beinanvegin. Um tað so ikki skapar 400 arbeiðspláss, men bara 100, er tað gull vert, tí hvørt einasta arbeiðspláss telur. – Og krevst eitt sindur í stuðuli til tað, eigur tað ikki at vera nøkur forðing, tí sam bært tí, sum Fiska virk­ ing og Vaðhorn føra fram, hevði hesin stuðulin skapt nógv størri samfelags vinn­ ing enn hann kostar. Politikarar til verka Tí vónar Sonja Jógvans­ dóttir, at avvarðandi lands­ stýrismenn, Jacob Vester­ gaard og Johan Dahl, seta seg saman við Løgtingsins vinnunevnd og útgreina hendan øguleikan at inn­ flyta frystan fisk. – Økt virksemi á Fiska­ virkjunum er gull vert, nú arbeiðsloysistølini veksa næstan eitt prosent um mán aðin, tí tað er alneyðugt at venda teirri gongdini. Hon sigur, at tí er møgu­ leikin at innflyta frystan fisk ein møguleiki, sum skal roynast ongantíð ov skjótt. – Sjálvandi skulu vit royna at hava eina stuðuls­ fría vinnu. Hinvegin nyttar ikki at lata eyguni aftur fyri tí veruleika, at okkara kapp­ ingarneytar uttanlands fáa nógv meiri stuðul, ella før­ oyskt vinnulív fær. – Tað nyttar heldur ikki bara at sita hendur í favn og rópa seg upp á eina stuð­ ulsfría vinnu ímeðan sam­ felagið bløðir út og virði fyri milliónir gleppa okkum av hondum, sum vit lættliga kundi fingið fatur á. – Og serligar tíðir krevja serlig tiltøk, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon heldur, at hetta er eis ini ein góður møguleiki at fáa nyttu burtur úr kumuleringsavtaluni, tí hon hevur varhugan av, at før­ oyingar hava ikki brúkt hana serliga nógv, tí hon letur nógvar spennandi møgu leikar upp, sum hon heldur, at vit ikki hava troytt nóg nógv. Kunnu útvega 400 arbeiðs­ pláss Bæði Føroya Fiska virk­ ing og Vaðhorn eru samd um, at góðir møgu leikar eru fyri at innflyta frystan fisk og virka hann á føroyskum flakavirkjum. Tey siga, at hetta kann tryggja støðugt arbeiði á fiskavirkjum, sum nú standa tóm og hetta kann tryggja eini 400 fólkum fast arbeiði. Men til tað krevst, at landið letur stuðul til eina slíka ætlan, tí ann­ ars verður tað ov dýrt at flyta fisk til landi og í ávísum førum skal toll­ ur eisini latast av lidnu vøruni á ES markn­ aðinum. Men bæði Fiska virk­ ing og Vaðhorn eru sann førd um, at hetta hevði kastað so mikið nógv av sær til sam­ felagið, at landið fær stuðulin fleiri ferðir aftur. Tey nevna, fáa tey høvi til at innflyta fryst­ an fisk til føroysk virki at virka, er tað skjótt, at tað hevði kastað einar 150­250 milliónir krón­ ur av sær til sam­ felagið. Kunnu bjarga nógvum familjum fyri smápengar - Serligar tíðir krevja serlig tiltøk, sigur Sonja Jógvansdóttir í Samtaki Fiskaprísurin hækkaði Meðalprísurin á teimum íslendsku fiskamarknaðunum í desember var umleið 50 prosent hægri enn meðalprísurin í desember í 2008. Í meðal fingu skip og bátar 283 íslendskar krónur fyri kilo í síðsta mánað ímóti 188 krónum í sama mánaði í 2008. Hinvegin var prísurin í desember bara 1,8 prosent oman fyri prísin í november. Í síðsta mánað vórðu 6.182 tons seld á teimum íslendsku fiskamarknaðunum, og tað var 700 tons minni enn í desember í 2008. Harafturímóti var søluvirðið í síðsta mánaði 36 prosent størri enn søluvirðið í desember í fyrraárið, skrivar Fiskifréttir. Ferðamaður horvin Løgreglan í Grønlandi gavst í gjár at leita eftir einum russiskum ferðamanni, sum hvarv í Kulusuk fyri nøkrum døgum síðani. Løgreglan og sløkkiliðið hava leitað við tyrlum og akførum, sum eru setútgjørd til at koyra í kava og hálku, men leitingin var úrslitaleys, sigur KNR. Løgreglan hevur illgruna um, at russiski ferðamaðurin kann vera farin út á ísin og niður ígjøgnum, tí ísurin er ikki nóg tryggur at ferðast á. Tann 30 ára gamli Adel Borisov búði á einum hotelli í Kulusuk, men hvarv tann 3. januar.