Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2010 Roykvarnari kundi kanska havt bjargað tveim um børnunum, ið brun nu inni í Nivå í Danmark 2. jóladag. Fleiri dømi eru eisini um hetta í Føroyum, og nú verður arbeitt við kunngerð, sum fer at krevja roykvarnara í hvørt hús RoykvaRnaRi Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo »Bíligasta lívstryggingin, sum finst«, verður sagt um royk varnarar. Men gott 20 pro sent av øllum heimum í Dan mark hava ongan royk­ varnara, og hóast tað í Før­ oyum ikki eru nøkur hagtøl um hetta, kann væntast at støð an er lítið øðrvísi. Í Danmark er kjakið um roykvarnarar av álvara bluss að upp aftur, eftir at tvey børn brunnu inni í Nivå 2. jóladag. Kanningar hava síðani víst, at eingin royk varnari var í húsunum, og sambært hagtølunum kun di ein slíkur havt bjarg­ að teimum. Donsk hagtøl vísa, at í um leið 85 prosentum av føru num , har fólk doyggja í eldsbruna, er eingin royk­ varnari í húsunum. Hóast eingi hagtøl eru í Føroyum um hetta, heldur Petur Lava Olsen, deild ar­ stjóri í Brunaumsjón Land­ sins, at hetta er á einari leið. ­ At siga, at nakar doyr, tí eingin roykvarnari er, kun­ nu vit gita. Vit vita fleiri dømi um tað, har fólk og børn doyggja í eldsbruna, og har eingin roykvarnari er. Vit vita eisini um fleiri dømi, har fólk eru bjargað undan eldsbrunanum, har royk varnari er í húsunum, sig ur Petur Lava Olsen. Vinnur nógva tíð Tá eldur er í, ferðast royk­ ur in langt áðrenn eldurin. Pet ur Lava Olsen greiðir frá, at ein roykvarnari varn­ ast eldin heilt tíðliga í royk­ fasuni, og at tað tí er í heilt góðari tíð, at roykvarnarin ger vart við seg. ­ Tað er somikið tíðliga, at tá er enn somikið av luft eftir, at tú klárar út. Tað er kol iltu inni haldið (CO) í luft ini, sum fer beinleiðis í blóð ið, og sum tú heilt knapp liga fellur í óvit av, og so tíðliga í roykfasuni er inni haldið av hesum enn sera lágt, staðfestir Petur Lava Olsen. Í hvørt einasta hús Petur Lava Olsen sigur frá, at í løtuni verður arbeitt við at leggja seinastu hond á eina kunngerð um bruna verju og brunatrygd. Nýgg ja kunngerðin fer at krevja royk varnarar inn í hvørt einas ta hús í Føroyum, har fólk búgva. Hetta má kallast veruligt stór lop, tá Føroyar í nógv ár hava verið, og enn eru einas ta Norðurland, sum onga lóg hava um royk­ ávar ing. Í Danmark og øðrum Norð ur londum er krav, at í øllum ný bygn­ ingum skal royk varn ari setast upp. Má kannast regluliga Petur Lava Olsen greiðir frá, at eitt er at roykvarnarar eru settir upp í húsunum, með an annað og nógv meira umráandi er at halda teir viðlíka og kanna teir. ­ Har eru fýra punkt, sum mugu gjøgnumgangast av og á. Eitt er at taka við dust s úgvar anum eftir hon­ um av og á, næsta er at roy­ na hann við roynd ar knøtti­ num av og á. Triðja punktið er at skifta battaríið hvørt ár, meðan fjórða punktið er, at roykvarnarin má roynast av og á við onkrum royki, sigur Petur Lava Olsen. Krevja royk varn­ ara í hvørt hús FAKTA UPPSETAN AV ROYK­ VARNARUM Roykalarmar verða settir upp undir loftið, so tætt við miðjuna á rúminum sum møguligt. Teir skulu vera í minsta lagi 30 cm frá vegginum og frá lampum. Tryggja tær at roykalarmurin verður settur upp har tú hevur møguleika fyri at hoyra hann – eisini um tú svevur. Hevur tú sjónvarp á kamarinum, eigur tú eisini at hava roykalarm har. Tú eigur í minsta lagi at hava ein roykalarm á hvørji hædd í húsunum og ein í hvørjum sovikamari. Kelda: Gummibátatænastan Tveir litavar sita í varðhaldi í Føroyum og tríggir í Íslandi skuldsettir fyri at hava smuglað rúsevni Rúsevni Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í longir tí hava tveir litavar sitið varðhaldsfogslaðir í Før oyum, skuldsettir fyri at hava smuglað rúsevni. Kriminalpolitiið hevur lagt tætt lok oam á málið og vil ikki upplýsa tað minsta um, hvat menninir eru skuld settir fyri at hava gjørt. Men úr Íslandi frætta vit, at har sita tríggir litavar, tveir menn og ein kvinna, varð halds fongsl aðir í sama máli. Tey trý fólkini eru í trítiárunum. Politiið i Føroyum, í Litava, Europol og toll­ myndug leikarnir í Íslandi sam s tarva um at greiða út málið. Tey fimm fólkini eru undir illgruna fyri at hava smugað rúsevni til Íslands, men vóru á vegnum upp í Før oyum. Rúsevnini vórðu krógvað í bilum teirra, men tey vóru funnin, tá ið bilar­ nir vóru í Føroyum. Bilarnir fóru tó víðari. Funna nøgdin av rús evn­ um var stór: Trý kilo av am fetamini og 4200 ecs­ tasy­ tablettir. Sum skilst hava somu menn áður roynt at smugla 10 kilo av rúsevnum til Ís lands, men teir vórðu steðg að ir. Smuglararuta til Føroya og Íslands avdúkað Evropa frystir Veturin hevur av álvara gjørt vart við seg um stórar partar av Evropa ta seinastu tíðina. Í Bretlandi hevur tað ikki verið so kalt í næstan 30 ár. Fleiri túsund skúlar eru stongdir, og samferðslan er nógv darvað. Eitt nú eru nógvar flogferðir til og úr London seinkaðar. Í Pólandi hevur kuldin verið niðri á 22 kuldastigum, og har eru umleið 100 heimleys fólk deyð av kulda. Eisini í Norðurlondum er kalt. Í Danmark hava tað verið upp ímóti 18 kuldastigum, men í Noregi og Svøríki er nógv kaldari. Nærhendis Tróndheimi eru máld 41 kuldastig, og í Miðsvøríki hevur kuldin ligið millum 30 og 40 kuldastig. Íslendingar drekka minni Íslendingar drukku heldur minni av rúsandi løgi í fjør enn árið fyri. Hagtølini vísa, at íslendingar keyptu 20 milliónir litrar, sum var 1,4 prosent minni enn í 2008. Av reyðvíni keyptu teir 2,5 prosent minni enn í 2008, men harafturímóti keyptu teir góð fimm prosent meiri av hvítvíni. Av brennivíni keyptu íslendingar 12 prosent minni í fjør enn í 2008, og sølan av blandaðum drykkjum minkaði heili 37 prosent, skrivar Vísir. 30. desember er stórur søludagur hjá rúsdrekkasølunum. Hendan dagin keyptu fólk næstan 280.000 litrar, men tað var kortini 14 prosent minni enn sama dag í 2008.