hósdagur 7. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 4 - 7. januar 2010
Sigrid og Poul áttu fýra
børn. Elst var Johanna
Maria (1892-1918). Hon
doyði ung av tuberklum og
er jarðað saman við restini
av ættini í gamla kirkju-
garði. Síðan var tað
Susanna Cathrina (1893-
1949), sum giftist við Her-
luf Lützen (1887-1934),
hann var beiggi Valdemar.
Tey bæði vóru umrødd í
Miðvikuni í samband Egil
Djurhuus og tey verða
eisini umrødd í hesi røð.
Teir, sum tóku yvir
bókhandilin eftir Sigrid,
vóru synirnir Hans Nicolai
(1894-1970) giftur við
Ellen Kate Bærentsen f.
1902, og Sigurd (1896-
1949). Sigurd var í nógv ár
ímyndin av bókahandlin-
um. Hann var kendur fyri
at vera blíður og fyrikom-
andi.
Hann plagdi at síggjast á
rossabakki. Tað lá væl fyri
at hava ross, tí H.N.
Jacobsen átti stóra trøð.
Sigurd doyði knapliga í
Keypmannahavn, bert 63
ára gamal. Ein kendur
maður seinnu tíðini í bóka-
handlinum var Karl Nicla-
sen, sum man hava verið
skyldmaður Poul Niclasen.
Bókahandilin man hava
verið eitt gott arbeiðspláss,
tí her hava fólk ofta støðast
í nógv ár.
Tey av Jacobsenættini,
sum stóðu fyri bókahand-
ilin, fingu ikki eftirkom-
arar. Tí er H.N. Jacobsens
Bókahandil í dag rikin av
einum sjálveigandi grunni.
Jakob Jakobsen
Men fyri at koma aftur til
H.N. Jacobsen átti hann
tvey onnur børn enn
Sigrid. Hetta var Anna,
sum giftist í Danmark og
fekk navnið Horsbøl, og
Jakob Jakobsen, sum var
kendur sum málgranskari.
Hóast tey bæði eru jarð-
að í Keypmannahavn, so
verða tey tikin við í um -
røð uni av hesi áhuga verdu
ætt.
Jakob Jakobsen varð
føddur í Havn 22. februar
1864. Hann fór í realskúlan
í Havn og sýndi tíðliga, at
hann hava sera góðar gávur
at læra mál. Trettan ára
gam al fór hann til Dan-
markar og varð studentur
frá Herlufsholm í 1883. Í
1891 tók hann embætis-
prógv við donskum máli
sum høvuðsgrein og
fronsk um og latín sum
hjágreinir.
Í 1889 verður Føringa-
felag stovnað sum úrslit av
jólafundinum í 1888. Í
felagnum skjýtur Jakob
Jakobsen upp, at føroyskt
skal stavast sum tað verður
tosað, mótsett mállæruni
hjá Hammershaimb, sum
hann annars hevði hjálpt
við Antologiini.
Í 1893 er tað, at Jakob
bjargar leivdunum av tí
gamla norrøna málinum í
Hetlandi, tá ið hann mið-
víst vitjar allar oyggjarnar
og skrivar niður alt hann
finnur av orðum. Hetta
arbeiðið verður liðugt í
1905, tá ið hann hevur
niðurskrivað 10.000 orð og
harvið eisini bjargað teim-
um frá gloymsku. Enn
hava teir í Hetlandi bæði
orð og staðarnøvn á
norrønum.
Í 1909 ger Jacob eitt
líknandi arbeiði á Orkn-
oyggjum. Her finnur hann
eisini mong norrøn orð
men ikki so mong sum í
Hetlandi.
Í 1898 byrjar Jakob at
útgeva “Sagnir og Ævin-
týr.” Hetta endar í 1901.
Í 1901 vinnur rættskriv-
ingin hjá Hammershaimb
móti henni hjá Jakob
Jakob sen.
Jakob Jakobsen er fyrsti
føroyingur, sum fekk dokt-
ara heiti. Tað fekk hann í
1897 fyri verkið Det
norrøne sprog paa Shet-
lands øerne.
Anna Horsbøl
Anna var fødd 15. juli
1856. Hon doyði í oktober
1940, 84 ára gomul. M.A.
Jacobsen skrivaði hesi
minningarorð:
Tað frættist nú ein dagin í
danska útvarpinum, at frú
Anna Horsbøl var deyð.
Hon var borin í heim í
Havn í 1856. Foreldur
hennara vóru H. N. Jacob-
sen, bókahandlari og
Johanna Maria, fødd
Hansdóttir, úr Trøðum á
Sandi.
Tey vóru trý systkin: Elst
var Sigrid, gift við Poul
Niclassen, bókahandlara
og yngstur var beiggin
Jakob Jakobsen, doktari.
Frú Horsbøl livdi megin-
partin av ævi síni í Keyp-
mannahavn, har hon hevði
sítt yrki sum lærarinna.
Hon hevði bústað sín á
Grundtvigsvegi nr. 5, og
mong av tí eldra ættar lið-
num vilja við takksemi
minnast á hetta føroyska
heimið í stórbýnum.
Bróður hennara, hin
navn frami Jakob Jakobsen,
doktari, búði hjá systir síni,
og um samveru teirra
skriv ar Maria Mikkelsen í
fororðinum til Sagnir og
Ævintýr, Tórshavn 1925
hesi vøkru og sonnu orð:
Eingin kundi vera betri
við hann enn systirin, sum
eisini dugdi at sleppa hon-
um undan at hugsa um tað,
sum er neyðugt hvønn
yrkadag, men sum hann
mest vildi følt sum nakað,
ið tarnaði honum. Og
aftaná, at hann var farin,
gjørdi systirin hvat gerast
kundi fyri at goyma og
varðveita tað, ið eftir hann
lá og føra hansara arbeiði
víðari. Í stórum sum smá-
um útinti hon her eitt kær-
leikaverk.
Fyri frú Horsbøll var tað
ógvuliga hugstoytt, at
beiggin skuldi falla frá í so
ungum aldri. Hann doyði
13. august 1918, 54 ára
gamal. Høvuðsvirki hans-
ara hin hetlendska orða-
bókin var tá liðug at kalla
(fullprentað var hon í
1921).
Men kærleikin til beiggj-
an, og minnið um vísinda-
liga arbeiði hansara, sum
hon til fulnar dugdi at
meta, gav frú Horsbøll eina
lívsuppgávu, sum stilti
saknin og sorgina.
Og tó at hon var 62 ár, tá
ið beiggin doyði, hevði hon
fulla arbeiðsmegi og so
stórt áræði, at hon fór
undir uppgávuna alt í
einum. Hon visti, at Jakob
Jakobsen altíð hevði ynskt
eftir, at tann hetlendska
orðabókin (hetlendsk við
danskari týðing) skuldi
koma út í enskari útgávu,
t.e. við enskum orðatýð-
ingum. Hon fór tí alt fyri
eitt undir at fyrireika eina
slíka útgávu. Og tað eydn-
aðist henni at fullføra hetta
arbeiði, sum ber vitni um
hennara málsligu gávur og
vísindaliga hegni. Útgáva
hennara fyriliggur í tveim-
um stórum bindum: An
etymological dictionary of
the Norn language in
Shetland. By Jakob
Jakobsen 1-2. London.
Copenhagen 1928-32.
Tá ið hon hevði lagt
hetta verk úr hondum, fór
hon undir at týða doktara-
ritgerðina hjá beiggjanum
Det Norrøne Sprog paa
Shetland. Hvussu langt
hon var komin við hesum
arbeiði, tá ið hon doyði, er
mær ókunnugt. Men tað
skal ikki undra meg, um
tað eisini eydnaðist henni
at fullføra hesa útgávu.
Nú er hon farin, henda
hugprúða kvinnan, sum
vígdi lív sítt til tað arbeiði,
sum er til heiðurs fyri
beiggjans minni og eisini
fyri tað land, sum fostraði
hann.
Føroyingar vilja minnast
hana við takksemi og
hávirðing.
Sum tað skilst átti Anna
ikki børn.
H.N.J. – bókahandil,
mentan og søga
Vit hava í hesi røð havt tvær greinir um H.N. Jacobsen og hansara ættarfólk. Í seinasta parti varð greitt frá Sigrid,
dóttir H.N. Jacobsen, og mann hennara Poul Niclasen, sum tóku við bókahandlinum eftir tann gamla
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá Joen Peter
Evensen og hansara ætt
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
HANNA NICLASSEN
F. 13. FEBRUAR 1892
D. 21. MARTS 1916
SIGURD NICLASSEN
F. 22. MARTS 1896
D. 2. JUNI 1949
Hanna doyði bert 26 ára gomul í 1918. Hon ferðaðist víða um
heim og lat eisini frætta frá sær. Hetta fara vit at hava meira
um seinni. Ebbe Kornerup málaði hendan málning í 1918,
sama ár sum Anna doyði. Ogn: Listasavnið
Johanna Maria og H.N. Jacobsen saman við sínum børnum.
F.v. Sigrid, Jakob og Anna
Sigurd gjørdist bert 53 ára
gamal