Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2010 vindeygu hurðar klædningur ... www.import.fo Tel. +298 321 521 Fax +298 321 421 import@import.fo Import v/Toni Dam Postboks 3070 Skótarók 3 FO-110 Tórshavn Opið er: mán - frí kl. 08.00 - 16.30 Annars eftir avtalu Træ vindeyguni og hurðarnar hjá Sp/f Import.fo hava øll: • Minst 95 % kjarnutræ innan og 100 % uttan.• Framleiðara ið er skrásettur undir 2 øko-ordningen hjá Dansk Vindue Certificering (DVC). • Spegilsskorið og límað kjarnutræ. • ISO 9001 góðkenda framleiðslu. • Bakfestar glaslistar og síðani fugað við hond, innan og uttan. T.v.s. ongir sjónligir seymir, ið kunnu rusta. Vit hava nokk øll undrast yvir t.d. teir gomlu bygningarnar úti í Tinganesi, og tær gomlu træ kirkjurnar. Nógvir av hesum bygningunum eru fleiri hundrað ára gamlir. Viðurin stendur ár eftir ár, uttan at tíðin setir síni spor. Einki rot, tí tað høga kjarnuinnihaldið í viðinum forðar fyri, at tílíkt kann grógva í viðinum. Her er talan um kjarnutræ! Framleiðarar av vindeygum við 90-100% kjarnutræi eru skrásettir undir »2 øko-ordningen« hjá Dansk Vindue Certificering (DVC). Strangasta góðkenning í vindeygavinnuni. »Øko« er stytting fyri økologisk, tí hesin viður nýtist ikki aðra viðgerð sum t.d. impregnering. Viðurin er 100% gjøgnum viðgjørdur frá náttúruni. Sosialurin 341800 Vindeygu úr kjarnutræ – træ fyri lívið! Nøgd, snið og stødd eftir tygara ynski, einki standard Tíðarskeiðið 19. desember til 7. januar hevur verið tað kaldasta í Føroyum seinastu 50 árini. Hetta sigur Alix Rasmussen, veðurfrøðingur á DMI, sum hevur kagað í veðurhagtøl fyri Sosialin Veðrið Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Við einum miðalhita upp á 0,6 stig er kuldin seinastu vikurnar tann ringasti, sum hevur verið seinastu 50 árini í Føroyum. Næstkald­ ast var sama tíðarskeið í 1995 við 0,8 stigum. Hesar seinastu 20 dagar­ nar hevur kavin ligið um so at siga alt landið. Hóast hita­ stig, hevur kavin verið bein­ frystur, at hann hevur verið liggjandi. Í londunum kring okkum hevur eisini verið óvanliga kalt, og kuldin heldur fram í eitt nú Danmark. ­ Komandi vikuna bráðn­ ar kavin í Føroyum. Men í fjøllunum verður hann liggj­ andi, sigur Alix Rasmussen, veðurfrøðingur. Kuldamet í ár Kaldast í 2009 Tíðarskeiðið 19. desember til 7. januar hevur miðalhitin verið hesin: Kaldastu trý árini: 1 2009 0,6 2 1995 0,8 3 1968 1,2 Heitastu trý árini: 48 1997 6,1 49 1972 6,7 50 2006 7,2 Hagtøl: Alix Rasmussen, DMI Tað eru nógv ár síðan, at kavin hevur ligið so leingi sum í ár. Mynd: Jens Kristian Vang Veturin 1978/79 lá kavin frá síðst í desember til miðjan februar Veturin 2002/03 var næstan ongin kavi