Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 5 · 8. januar 2010 2 VIKUSKIFTI Hittmakarar hugsa um útlandið Blásprongd í skifti- rúminum Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen Forsíðumynd: Elsa Bech / Jens Kristian Vang 3 TIPS: SnøggaStu kalendararnir 4 Samrøða: Sniðgevin elSa BecH 6 90 SEKund: guðrun Sólja jacoBSen Svarar 9 10 TIng um: Flemming øStergaard 8 rEPorTaSJa: leiðarar Hyggja inn í kryStallkúluna 10 TIl arBEIðIS: oSvald ScHiller joHanSSon, SløkkiliðSmaður 11 umafTurafTurum: Høgni djurHuuS 12 Samrøða: ritHøvundin Bárður oSkarSSon 13 SPyrST So lIVST: rigmor Svarar 14 mín BESTa uPPSKrIfT: FilipinSkur HóSnarungi 15 Tað hEndIr: konSertir, Bøkur, Sendingar og annað 16 VIKumyndIn: BeSta myndin í vikuni – Tað má vælsakTans vera okkurT, sum kann savna Ta donsku Tjóðina, og hví kundu Tað ikki verið viT, sigur ein forherðaur Tónleikur í Tónleikabólkinum Páll Finnur Páll. PoPuleri bólkurin umhugsar aT royna seg uTTan fyri landoddarnar TónleikUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Poppbólkurin Páll Finnur Páll telist mill um best umtóktu bólkarnar her á landi. Vit hava upplivað tvístøðuna oft­ ani í tóinleikasøguni, at ein bólkur, sum er á markinum onkursvegna, verður populerur millum ungfólk – einki løgið er í tí. Og soleiðis er eisini við Páll Finnur Páll. Eftir tríggjar fløguútgávur og eina live­fløgu kunnu nógvir av populerastu sangunum hjá teimum mest sum ikki spælast í radio, men á teldum, í fløgu­ spælarum og á spælistøðum kring land­ ið hitta sangirnir. Hinvegin eru eisini onkur radiohitt – til dømis Forelskaður Sjónleikari, Her bergið og Rasputin – og hesi løg hava kanska latið oyrað hjá breiðu fjøld ini upp fyri melodiøsu sangunum hjá bólkinum. 2009 var eitt stórt ár fyri Páll Finnur Páll, sum við lívligum live­framførslum kring landið og einari nýggjari live­ fløgu staðfesti sína støðu sum ein av popu lerastu bólkunum í Føroyum. – 2009 hevur helst verið besta árið hjá Páll Finnur Páll. Hetta projektið, sum vit hava havt koyrdi, er bara vaksið, og tað leggjast fólk afturat alla­ tíðina. Vit hava fingið slíka móttøku frá fólki í farna ári, sum vit ongantíð áður hava upplivað. Fólk hava mest sum gingið amokk á onkrum av okkara kon­ sertum, sigur Finnur Jensen, sum er ein av tónleikarunum í Páll Finnur Páll. Mær dámar menn á donskum Páll Finnur Páll hevur higartil verið ein føroyskur bólkur við føroyskum sangum, men tað er ikki púra óhugs­ andi, at hetta kann broytast í fram­ tíðini. – Vit hava ofta tosað um, at tað hevði verið stuttligt at roynt okkum uttan fyri land oddarnar og kanska vita, um vit kundu gjørt okkum galdandi í Dan mark ella onkrastaðni, sigur Finnur Jensen. – Eg haldi, at danskur tónleikur stink ar. Hann er forpestaður av øllum hes um elektronisku bólkunum, sum eru nú, og sum eisini taka yvir í Føroyum. Har er einki ordiliga stórt hent síðani Kim Larsen ella Thomas Helmig ella TV­2. Men tað má vælsaktans vera okk­ urt, sum kann savna ta donsku tjóð ina, og hví kundu tað ikki verið vit, sigur hann. Ein fortreyt fyri einum gjøgnumbroti í Danmark er sjálvandi, at so skal Páll Finnur Páll syngja á donskum ella á ensk um máli. – Tað er ikki bara at umseta okkara sangir til danskt, tað skal gerast ord iligt, so tað kann raka onkra nerv onkurs­ vegna. Vit hava tosað nógv um hetta seinastu tíðina, so tað kann verða, at vit fara at gera eitt ella annað. Vit fáa at síggja, sigur hann. klUmma rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Eg haaati at keypa klæðir. Ikki tí eg vigi eini tvey kilo for nógv, ella tí kollektiónirnar eru kiksaðar. Men tí konseptið við klaustro­ fobiskum skiftirúmum er og verður verðins størsti niðurtúrur! Allarflestu klædnahandlar bjóða okkum kókandi heitar klivar, har ljósið fær kroppin at líkjast einum blásprongdum appilsintræi, og buglurnar í speglinum fær alt at della og dalla, har tað ikki plagar. Og sjálvandi skal fyrihangið flagsað, so hvør sál úti í handlinum sleppur til ársins skiftingarfilm, fyri ikki at tosa um stóru støvbollarnar á gólvinum, at knaggarnir altíð eru ov fáir, akslatrøini ómøgulig, og at ein stólur til vinkonuna sum oftast manglar. Klædnahandlarnir eiga ikki at undirmeta skiftingarrúmið. Eg keypi nógv heldur í handlum, har ljós, spegl og fyrihang fungera, og har pláss er fyri bæði mær, einari vinkonu/barni, klæðum, taskum, posum og øðrum pakanelikkum… og so skal pláss sjálvandi vera til at kunna traðka eini 2­3 fet aftur fyri at beundra herligheitirnar. Minnist tá eg skuldi giftast. Fann ein brúðarhandil. Eitt rúm fult av dreymakjólum, hvør meira flesutur og kremlittur enn annar. Glasmontrur við similidiademum, silkiskóm og blonduhandskum. Haltkjaft tað kundi verið gott. Men tá eg skuldi royna roburnar – mein gott also. Við psykodeliskum ljósamintgrønum veggjum, blinkandi ljósstoffrøri og einum spegli, sum fekk knøini at líkjast melónum, sá eg eitt hálvupployst lík í speglinum, longu tá gerandisklæðini vórðu blakað inn í eitt horn. Fy­for­den­letasta­kanalja sigi eg bara. Kom ongantíð í nakran kjóla inni í tí handlinum. Reyðflekkut niður á nalvan lat eg meg í civil aftur, tók mammu undir armin og dróg hana við út á vegin. Og so runnu vit niðan til eina ordiliga konu, sum seymaði mær ein silkistakk í hvítum. Brúðarhandilin tapti av teirri einføldu orsøk, at skiftingarrúmið var so kiksað. Páll Finnur Páll varð á Planet Awards kosin ársins bólkur 2009 inniHAlD mynD: Álvur Haraldsen tilvildarlig mynd