Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 5 - 8. januar 2010 lýsing Dámlig tvíhús í Tórshavn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Húsini standa væl fyri við góðum útsýni í vesturbýnum Fyrsta fatanin Tú koyrir niðan í hugnaligu gøtuna í Vesturbýnum. Tú sneiðir inn í gøtuna og merkir alt fyri eitt tætta og heimliga umhvørvið beint uttan fyri hurðina. Húsini standa við blindan veg í barnavinarligum øki. Har er friðarligt, veðurgott og allir hugsandi stovnar eru nær við. Ljós og luft – stílur og snið Komin inn um hurðina fært tú somu fatan. Góðska og dygd er sett høgt, og litirnir eru ljósir. Har er gongd / trappugongd við góðari trappu til ovaru hædd við køki og stovu í einum. Trin upp til hjúnarrúm, baðirúm og kømur. Í niðaru hædd er ein sjálvstøðug íbúð. Fert tú inn í stovuna, møtir tú einum stórum rúmi við stórum vindeygum. Tú kennir teg ikki innilokaðan á nakran hátt, men tvørturímóti sum ein part av grannalagnum, umhvørvinum, landslagnum, náttúruni og stóru verð, og tú kanst fara út á altanina at svala tær á og fáa tær luft. Alt er ljóst, svalligt og lætt. Gólvini eru úr góðum tilfari, og køkurin er ljósur og arbeiðsligur. Alt er liðugt, sera snøgt, væl gjørt og praktiskt. Innan Í ovaru hædd er durur, stór gongd, vaskirúm / fýrrúm, trappa upp til køk / stovu við útgongd til altan, trin upp til hjúnarrúm, baðirúm við baðikari og 2 kømur, harav annað hevur útgongd til altan. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, gongd, køkur / stova / kamar og baðirúm við brúsu. Fakta Adressa: ..........Ravnsoyargøta 2, Tórshavn Byggiár: ...........2007 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........150 m2 Grundøki: .........325 m2 Prísuppskot: ...kr. 2.000.000,00