Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2010 39 lýsingar Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Føroysk fyrisitingarlóg” og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi master­ útbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar 5. februar 2010. Skriv­ lig próvtøka verður 20. apríl 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið er at veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg – serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum – tinglógir, dómalóg, venju hjá umboðsmansstovni, kærunevnd­ um og øðrum stovnum. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyri­ siting verða tey lesandi kunnaði um mótið millum evniligar, tøkniligar spurningar og so fyrisitingarligar spurningar. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rætt­ arstøðuna. Í praktiskari fyrisiting á almennum stovn­ um vera stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis, ráðgeva ovastu leiðsluni um møgu­ leikar og avleiðingar. Hetta kann bæði vera avbjóðandi og spennandi, men setir eisini krøv um at gera vart við seg, tá ið ætlan er at taka óheimilaði stig. Oftast er neyðugt bæði at hava serkunnleika á ávísum fyristingarligum ella tøkniligum øki umframt duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til ráðgevandi leiklutin í almennari fyrisiting. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilesarum. Eisini verða studentaframløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Uttan­ seturs próvdøming. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Stakskeiðið í løgfrøði – Føroysk fyrisitingarlóg FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út tvey støk masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kunnu gerast partur av masterútbúgving. Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið »Manna­ rættindi og revsirættur í Føroyum« og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar 9. apríl 2010. Munnlig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast. Skeiðið kannar bæði almennar og ser­ stakar spurningar á mótinum millum revsi­ rætt og mannarættindi. Meginreglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk­ føroysku revsilóg og forboðið móti aftur­ virki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Har­ umframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dóm­ stólum og Europeiska Mannarættindadó mstólinum. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr granna­ londum og Føroyum. Eisini verða studenta­ framløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttan­ seturs próvdøming Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeið­ ið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Stakskeiðið í løgfrøði – Mannarættindi og revsirættur í Føroyum Skeiðini eru nógv eftirspurd og kosta 5.500,00 kr. hvørt. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 19. januar 2010. Tikið verður tó upp, til skeiðini eru fullsett. Húsini Áarvegur 5, Tórshavn Grundøkið, matr. nr. 475, er 155 m2 til víddar. Húsini eru í trimum hæddum, hvør uml. 120 m2 Í niðastu hæddini eru stór handilshøli, og í ovaru hæddunum eru 2 íbúðir. Húsini krevja ábøtur, men liggja sera væl fyri í miðbýnum, bæði til bústaðar- og vinnuligt endamál. Grundøkið, matr. nr. 550, Tórshavn Grundøkið við Króká- brekku er 105 m2 við ástandandi úthúsi. Matr. nr. 116 a, Haldórsvík 4 lutir innangarðs, til støddar tilsamans 832 m2. Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst. Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til undirrit- aðu. Sí eisini heimasíðu okkara. Advokatskrivstovan Tel. 353335 att: Fríða Patursson, adv. frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, aro@jura.fo AdvokAtskrivstovAn Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 Fo-110 tórshavn tel 35 33 35 · Fax 35 33 36 www.jura.fo