fríggjadagur 8. januar 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2010
41
lýsingar
Kommunusamskipan Føroya, KSF, er tvørkommunalur felags
skap ur, ið virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum
sjálvræði. Aðal hugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll
mál, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.
KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti millum
land og kommunur og fyri at styrkja kommunala myndugleikan.
KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum og
ger felags mannagongdir og upplýsandi tilfar til limakommunur
og almenning.
Limakommunurnar í KSF eru Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar
kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Tórshavnar
kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna. Ovasta
leiðsla felagsins er stýrið, ið er mannað við borgarstjórunum í
lima kommununum. Sí meira um KSF á ksf.fo.
AðAlskrivAri
ksF
KSF er tvørkommunalur felagsskapur og
virkar fyri felags áhugamálum og størri
kommunalum sjálvræði. KSF umboðar vegna
limakommunurnar umleið 70% av íbúgvunum í
Føroyum.
Uppgávurnar hjá KSF eru m.a. at samskipa
og fyrireika alt felagsarbeiðið og ráðgeva
lima kommununum í málum av felags áhuga.
Dømi um slík mál kunnu vera: uppgávubýtið
millum land og kommunur, umboðan mótvegis
myndugleikum og feløgum innan og uttanlands,
lógarsmíð av áhuga fyri kommunurnar, uppskot
til felags umsitingarligar mannagongdir og
skipanir, førleikamenning o.a.
Vit samskifta og samstarva nógv við landsstýrið
og landsumsitingina, vinnulívið og felagsskapir
bæði í Føroyum og uttanlands. Av serligum
áhugamálum í løtuni er komandi kommunala
umskipanin, sum KSF og aðalskrivarin hava
virknan lut í.
Á skrivstovuni í KSFhúsinum í Tórshavn eru
umframt aðalskrivaran ein løgfrøðingur og eitt
skrivstovufólk í starvi. Í KSFhúsinum hava
harumframt Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Barnaverndarstova Føroya skrivstovur.
ksF bjóðar
Eitt starv við nógvum spennandi uppgávum.
M.a. kann nevnast, at tú:
Verður leiðari á skrivstovu felagsins
·
Verður bindiliðið millum limakommunurnar
·
Skal samskipa virksemið hjá lima kommun
·
unum, herímillum at røkja politisk og faklig
netverk
Skal skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri
·
limakommununum
Skal gera kunningartilfar og frágreiðingar til
·
limakommunurnar
Skal ráðgeva kommununum, bæði hvør sær
·
og í KSFhøpi
Verður protokollførari hjá KSF og skal ansa
·
eftir, at samtyktirnar verða fylgdar
Skal samskifta við landsumsiting,
·
áhugabólkar og feløg innan og uttanlands
vegna limakommunurnar
ksF roknar við, at tú m.a.:
Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri
·
lærustovni
Hevur umsitingarligar royndir
·
Hevur áhuga í kommunalum viðurskiftum
·
Hevur hugflog og evni at taka stig og seta
·
í verk
Dugir at at samskifta, bæði og skrift og talu
·
Er málsøkjandi og hevur hegni til at
·
samstarva við politisku skipanina
setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært
avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Meiri at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til formann felagsins, Heðin Mortensen,
tel. 302010, ella Jóan Petur Hentze, verandi
aðalskrivara, tel. 282480.
Umsókn
Umsókn skal saman við
upplýsing um um útbúgving
og royndir vera KSF í hendi í
seinasta lagi mánadagin
11. januar 2010 kl. 12.00.
Send umsóknina til:
kommunusamskipan Føroya, ksF
R.C. Effersøes gøta 30
FO 100 Tórshavn
Aðalskrivarin hjá kommunusamskipan Føroya, ksF, hevur tikið av øðrum
avbjóðingum, og tí søkja vit eftir nýggjum aðalskrivara til felagsskapin.
Søkt verður eftir
Timburlærlingum
at byrja skjótast tilber.
Áhugaðir kunnu venda sær til skrivstovu okkara
ella til Jón Danielsen á tel. 210.683.
Sosialurin / KvR 34 18 00
Søkt verður eftir royndum
Timburmonnum
at byrja skjótast tilber.
Áhugaðir kunnu venda sær til skrivstovu okkara
ella til Jón Danielsen á tel. 210.683.
Sosialurin / KvR 34 18 00
Verkstaðsleiðari/
Mekanikari søkist
Verkstaðsleiðari/mekanikari
søkist til PitstoP á Hjalla at byrja
beinanvegin.
sveinabræv og
koyrikort er krav.
Áhugaði kunnu
ringja á tlf. 520 522
Pitstop | á Hjalla 35 | tel. 320 322
www.pitstop.fo