Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2010 43 lýsing Undangóðkenning Røktarheim Yviri við Strond www.torshavn.fo tórshavnar kommuna UNDANGÓÐKENNING Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum arbeiðs- takarum at biðja um undangóðkenning til luttøku í innbodnari útbjóðing sum heildararbeiðstøku í sambandi við at byggjast skal nýtt røktarheim Yviri við Strond 95 á matr. nr. 1306 b, Tórshavn. Upplýsingar í sambandi við byggiætlan og útbjóðing Byggiharri Tórshavnar kommuna Vaglið Postsmoga 32 FO 110 Tórshavn Lýsing av verkætlan Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim Yviri við Strond til 64 búfólk. Støddin á røktarheiminum verður um 5.000 fermetrar. Mannagongd fyri útbjóðing Arbeiðstøkan verður fyrst útboðin við eini undan- góðkenning av upp til fi mm heildararbeiðstakarum. Undangóðkenningin fevnir eisini um ráðgevar heildararbeiðstakarans. Heildararbeiðstakararnir, sum verða valdir við undangóðkenningini, fáa síðan innbjóðing at lata inn tilboð í heildararbeiðstøku. Minstukrøv um ráðgevar hjá heildararbeiðstakarum Heildararbeiðstakarin skal knýta arkitekt, konstruktións- verkfrøðing, HVS-verkfrøðing, elverkfrøðing, landslags- arkitekt og akustikkráðgeva at verktætlanini. Tíðarætlan Roknað verður við, at undangóðkenningin verður liðug um miðjan januar 2010, og beint eftir hetta fáa góðkendu tilboðsgevarnir byggiskrá og annað útbjóðingartilfar. Tilboð skulu latast inn í apríl/mai 2010, og eftir ætlan byrjar jørðarbeiðið í august/ september 2010. Røktarheimið skal standa liðugt í seinasta lagi tíðliga í 2012. Umbøn um luttøku Umbøn um luttøku í undangóðkenningini skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 14. januar 2010 kl. 12.00 og skal latast inn til Snarskivuna, Vaglið, Tórshavn. Umsóknin skal vera merkt “Røktarheim Yviri við Strond – undangóðkenning”. Saman við umbøn um luttøku skulu sendast upp- lýsingar um arbeiðstakarar, ráðgevar og undirarbeiðs– takarar hansara, so at metast kann um kravda førleikan hjá fyritøkunum, bæði á fíggarliga og á byggitøkniliga økinum. Møguligt er hjá arbeiðstakarum og ráðgevum at skipa seg í samtak, ið samarbeiðir um at loysa uppgávuna. Fyri slík samtøk er galdandi, at greitt skal upplýsast, hvør er heildararbeiðstakari og ráðgevi í toyminum, eins og samtakið skal veita fulltrú til ein av luttakarunum til at skuldarbinda alt samtakið, eins og byggiharrin krevur samábyrgd. Umbønir, sum ikki verða latnar inn rættstundis, ella sum ikki innihalda kravdu upplýsingar og skjøl, verða ikki góðkendar. Upplýsingar og tilfar at lata inn til undangóðkenning Um fyriskipan og bygnað: 1. Navn, bústaður, telefonnummar, faksnummar og teldupostadressa. 2. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað í fyritøkuni og møguligt samband við móðurfelag. 3. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað, um talan er um samtøk við fl eiri virkjum. 4. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað í fyritøkum hjá ráðgevum og møguligt samband við móðurfelag. 5. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað í fyritøkum hjá undirarbeiðstakarum og møguligt samband við móðurfelag. 6. Upplýsingar um, hvussu heildararbeiðstakarin ætlar at skipa bygnaðin og aðrar fyriskipanir í sambandi við verkætlanina “Røktarheim Yviri við Strond”. 7. Yvirlit yvir byggiverkætlanir, sum fyritøkan/ samtakið hevur staðið fyri oman fyri kr. 30 mió. í byggikostnaði, og bygningar oman fyri 2.000 fermetrar í vídd seinastu fi mm árini. 8. Yvirlit yvir royndir hjá ráðgevum við prosjektering av stovnsbygging til eldri fólk og yvirlit yvir royndir við aðrari bygging, størri enn 2.000 fermetrar í vídd seinastu fi mm árini. 9. Yvirlit yvir verkætlanir í heildararbeiðstøku, sum heildararbeiðstakarin og ráðgevarabólkur hansara áður hava staðið fyri ella hava luttikið í. 10. Felags fyri pkt. 7 til 9 er, at tað er bert møguligt at vísa til lidnar verkætlanir ella verkætlanir, sum eru í gerð. Fyri hvørja verkætlan skal upplýsast byggiharri, leiklutur heildararbeiðstakarans og ráðgevaranna, nær arbeiðið er byrjað, arbeiðstøkukostnaður og kontaktpersónur. Um starvsfólk: 11. Yvirlit yvir samlað tal av starvsfólkum í fyritøkuni/ samtakinum pr. 1. des. 2009, býtt á viðkomandi fakbólkar. 12. Yvirlit yvir starvsfólk í umsitingini. 13. Yvirlit yvir starvsfólk við byggitøkniligari útbúgving. 14. Yvirlit yvir lyklafólk, ið verða knýtt at verk- ætlanini, umframt lívsgongdarlýsing (CV) hjá hesum starvsfólkum (prosjektleiðara, trygdar- leiðara, prosjekteringsleiðara, arkitektum, konstruktiónsverkfrøðingum, HVS-verkfrøðingum, elverkfrøðingi, landslagsarkitekti, akustikkráðgeva, øðrum ráðgevum og serfrøðingum, byggileiðslu, fakeftirliti, byggiplássleiðslu, arbeiðstøkuleiðarum, formonnum o.tíl.) 15. Yvirlit yvir lyklafólk hjá undirarbeiðstakarum, ið verða knýttir at verkætlanini, umframt lívsgongdar- lýsing hjá hesum starvsfólkum. 16. Felags fyri pkt. 11 til 15 er, at tað er bert møguligt at vísa til starvsfólk í beinleiðis starvi hjá fyri- tøkunum og ikki til uttanfyristandandi ráðgevar, teknikarar og aðrar serfrøðingar. Um góðsku-, trygdar- og umhvørvisskipanir: 17. Avrit av góðsku-, trygdar- og umhvørvisskipanum hjá heildararbeiðstakara og undirarbeiðs takarum, ið verða knýttir at verkætlanini. 18. Avrit av góðskutrygdarskipan hjá ráðgevum, ið verða knýttir at verkætlanini. Fíggjarviðurskifti: 19. Upplýsingar um eginogn og javna í sundur- greinaðu m roknskapi fyri 2006, 2007 og 2008 hjá heildararbeiðstakara, undirarbeiðstakarum og ráðgevum, ið verða knýttir at verkætlanini. 20. Upplýsingar um eginogn og javna í sundur- greinaðum roknskapi fyri í minsta lagi tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar av 2009, váttað av grannskoðara hjá heildararbeiðstakara, undir- arbeiðstakarum og ráðgevum, ið verða knýttir at verkætlanini. Rætting til pkt. 20. Viðv. upplýsingum um eginogn, javna o.a. skal boðast frá, at váttan grannskoðarans í minsta lagi skal hava støði sum gjøgnumgongd (review), og skal í minsta lagi fevna um rakstrarúrslit, langfreistaða og stuttfreistaða skuld, eginogn pr. 30. sept. 2009 og meting/framskriving av ársúrslitinum fyri 2009. 21. Upplýsingar um stevningar, sakarkrøv, inkassokrøv, trætumál o.tíl., sum ikki eru endaliga avgreidd, og sum eru reist ella væntast at kunna verða reist móti heildararbeiðstakara, undirarbeiðstakarum og ráðgevum, ið verða knýttir at verkætlanini. 22. Avrit av viðkomandi ábyrgdartryggingum hjá heildararbeiðstakara og ráðgevum hansara. Trú- og heiðursváttan: 23. Trú- og heiðursváttan um skuld til tað almenna, herundir kommunur og útlond. Aðrar treytir: 24. Tað er ein treyt, at eftir at sáttmáli er gjørdur við vinnandi heildararbeiðstakaran, skal øll prosjekt- umsiting og prosjektering fara fram í Føroyum. Lyklapersónar og starvsfólk frá heildararbeiðs- takara, undirarbeiðstakarum og øllum ráðgevum, sum koma at arbeiða við málinum, skulu vera til staðar í Tórshavn í vanligari arbeiðstíð, meðan prosjektering og bygging fer fram, og skulu somu- leiðis luttaka á viðkomandi fundum undir allari prosjektering og bygging. 25. Tað er ein treyt, at heildararbeiðstakarin, ráð- gevar hansara og undirarbeiðstakarar hava hollan kunnleika um serlig føroysk viðurskifti, herundir myndugleikaviðurskifti, veðurlag, arbeiðsmarkn- aðarviðurskifti, lógir og reglur, ið eru galdandi fyri slíka bygging o.a. 26. Tað verður ikki loyvt sama arkitektavirki/ arkitektum at virka sum ráðgevi hjá meira enn einum tilboðsgeva. 27. Alt samskifti, bæði munnligt og skrivligt í sambandi við verkætlanina, verður á føroyskum. Metingarstøðið Metingarstøðið, sum er grundarlagið fyri vali av upp til fi mm arbeiðstakarum, byggir á eina heildarmeting av omanfyristandandi 27 punktum. Serligur dentur verður lagdur á royndir hjá heildararbeiðstakara og ráðgevum hansara, førleikan hjá starvsfólkum, ið verða knýtt at verkætlanini, fíggjarlig viðurskifti og førleikar hjá heildararbeiðstakaranum og samstarvspørtum hansara at stýra og gjøgnumføra byggingina á fullgóðan hátt. Útbjóðingartilfar Avgerð um, hvørjir heildararbeiðstakarar verða valdir, verður eftir ætlan tikin í viku 4 í 2010, og útbjóðingartilfarið – t.e. byggiskrá, kort o.tíl. tilfar, verður sent útvaldu heildararbeiðstakarunum stutt eftir, at heildararbeiðstakararnir eru valdir. Aðrar upplýsingar Um tað eftir at teir upp til fi mm tilboðsgevarnir eru valdir verður komið eftir, at innlatnar eru skeivar upplýsingar, ella at upplýsingar eru afturhildnar, kann valið/góðkenningin av tilboðsgevanum verða afturtikið. Undangóðkenningartilfarið skal latast inn í tveimum eintøkum. Eru ivamál, fæst meira at vita frá Unnie Justinussen á tlf. +298 214072 ella á unnie@torshavn.fo. Spurningar skulu sendast skrivliga við teldubrævi til unnie@torshavn.fo og til torshavn@torshavn.fo. Freistin at senda spurningar er longd frá 5. januar til 11. januar 2010.