Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2010 Vanlukkan umborð á danska trolaranum Darwin, sum í august í fjør kostaði einum føroyskum fiskimanni lívið, stóðst av ósketni og gáloysni við trygdini umborð, sigur Sjóferðslustýrið Vanlukka Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tann 47 ára gamli Magni Olsen av Toftum doyði, tá hann datt niður í lastina á danska ídnaðartrolaranum Darwin í Norðsjónum tann 19. august í fjør. Ein tyrla fór út til skipið eftir mann­ inum og flutti hann á sjúkra­ hús, men læknarnir kundu bara staðfesta, at maðurin var deyður. Nú hevur danska Sjó­ ferðslustýrið kannað til­ burðin. Í frágreiðingini, sum júst er komin, sigur stýrið, at Magni Olsen hevði verið niðri og reinsað lastina, og at hann eftir øll­ um at døma hevur mist fóta festið, tá hann var á veg upp aftur á dekkið. Eingin sá, hvat hendi. Sjóferðslustýrið skrivar í frágreiðingini, at Darwin hevði trygdarútgerð, men at eingin av manningini brúkti hana. Stýrið sigur eisini, at manningin hevði ikki fingið ta neyðugu kunningina um, hvussu trygdarútgerðin skal brúkast, og at hvørki eigarin ella skiparin høvdu vilja ella vitan til at menna ein góð an trygdarhugburð um borð á trolaranum. Ósketni og gáloysni við trygdini kostaðu føroyskum fiskimanni lívið Ídnaðartrolarin "Darwin" er úr Esbjerg, har Magni Olsen eisini búði Mynd: JydskeVestkysten Tann 15. mai fara Eivør, Teitur, Frænd­ ur, Harkaliðið, Rúni Brattaberg og onnur at hava konsert í salt­ siloini á Drelnesi. Hetta varð avdúkað á samkomu í siloini fríggjakvøldið, har Projekt Salt eis ini fekk handað pen­ ingagávu á 92.756,82 krónur Mentan Dagfinn Olsen dagfinn@sosilurin.fo Fríggjakvøldið var sam­ koma í saltsiloini á Drelnesi. Osøkin var,at Suðuroyar Tónleikafelag handaði Pro­ jekt Salt 92.756,82 krónur. Hetta var yvirskotið av Jóansøkufestivalinum 09, ið var skipaður sum stuð­ ulskonsert til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina til mentanar­ og konsert­ hús. Stóra høllin var upplýst við ljóskastarum og livandi ljósum. Tóra Vestergaard sang Ave Maria, meðan fugl ar í niðara enda á silo­ loftinum eisini sungu. Men Tóra sang yndisliga hetta kenda verk, og so var løtan komin, har Kristian Hol­ bæk, vegna Suðuroyar Tón­ leikafelag, handaði Projekt Salt peningagávuna. Krist­ ian takkaði tónleikarum úr øllum landinum, ið spældu ókeypis á jóansøku til frama fyri mentanarhús ætl anina. Gull verd Ólavur Rasmussen, sam­ skipari í Projekt Salt, takk­ aði fyri peningagávuna, og takkaði eisini fyri, at før­ oyskir tónleikarar síggja møguleikar í ætlanini, og spældu ókeypis á jóansøku. Hann viðgekk, at hendan gávan ikki einsamøll fíggjar ætlanina, men at gávan tó er gull verd, tí hon er prógv um samanhald í Føroyum, har føroyskir tónleikarar stóðu saman um at stuðla ætlanini. Ólavur Rasmussen vil í viðmerking ikki koma inn á smálutir í Projekt Salt, tí enn verður samráðst, men hann sigur seg tó kunna siga, at tað sær gott út, og at tað røkist fyri, at ætlanin gert veruleiki. Takkaði Vígdis Finnbogadóttir Kristin Michelsen, borgar­ stjóri á Tvøroyri, frøddist um, at fólk úr allari Suður­ oynni vóru samankomin í saltsiloini fríggjakvøldið. Hann segði, at tað nú vóru eini 2­3 ár síðani, at Tvør­ oyrar Býráð skuldi taka støðu til, hvørt siloin skuldi beinast burtur, ella varð­ veit ast. Hann segði seg vóna og vænta, at um eini 2­3 ár ber til at savnast á sama stað í einum mentanar­ og konserthúsi. Hann takk­ aði Suðuroyar Tónleika fe­ lag, føroyskum tónleik ar­ um, Vígdia Finnbogadóttir, ið er protektor fyri ment­ anar húsætlanina, og Ólavi Rasmussen sum hann segði alla tíðina hevur verið ein eldsál í arbeiðium at fáa ætlanina til veruleika. Stór konsert Brandur og Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe spædu nøkur løg, og síðani kom Ólavur Rasmussen aftur á pall, sum í hesum førinum vóru nakrir plattar, og hann kunngjørdi, at tann 15. mai verður rimmar konsert í salt siloini. Bíðað hevur verið eftir, at nøkur nøvn eru tøk og siga ja, og nú er alt komið á pláss. Tann 15. mai fara Eivør Pálsdóttir, Teitur Lass en, Frændur, Harka­ liðið, Rúni Brattaberg og Brandur og Tróndur Enni at spæla,og møguliga legst afturat. Hetta verður stuð­ ulskonsert til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina til størsta konserthús í Før­ oyum, og kanska á okkara leiðum yvirhøvur. Sambært samskiparanum røkist fyri, at hetta verður veruleiki. Rimmar konsert í saltsiloini í mai USA lagt álopsætlanir Ovastin fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Miðeystri váttaði í gjár, at amerikanska hervaldið hevur lagt ætlanir um loftálop á mál í Iran fyri at gera enda á teirri iransku kjarnorkuverkætlanini. David Petraeus, generalur, vildi ikki siga nakað um, nær USA ætlar at fremja álopsætlaninar í verki. Amerikanskir fjølmiðlar hava sagt, at ætlaninar umfata álop við bumbuflogførum og rakettum. Iran hevur brynjað seg ímóti einum álopi við at seta loftferjurakettir við øll kjarnorkustøðini, skrivar Reuters. Pakistan meiri víðgongt Ein nýggj frágreiðing um støðuna í Pakistan kemur til ta niðurstøðu, at landið verður alt meiri islamistiskt í komandi árum. Tað fer millum annað at gera tað truplari hjá USA at fáa pakistanska undirtøku fyri bardaganum við víðgongdar, islamistiskar rørslur sum eitt nú Taleban. Amerikanararnir kunnu so ugga seg við, at sambært frágreiðingini er tað fullkomiliga óhugsandi, at Taleban sleppur fram at valdinum í Pakistan. Hinvegin staðfestir frágreiðingin, at USA og Bretland fara at fáa minni ávirkan á Pakistan tey næstu árini. Fríggjakvøldið handaði Kristian Holbæk Ólavi Rasmussen, samskipara av Saltsilo-projektinum, slakar 93.000 krónur, sum komu inn til jóansøku- konsertina