Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 7 - 12. januar 2010 tíðindi Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin, fekk í gjár svar upp á fyrispurningin, hann setti Akseli V. Johannesen, lands­ stýrismanni, um Heilsutrygd HEILSUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bjarni Djurholm vildi hava at vita, hvør var sakliga grund gevingin fyri at stað­ seta heilsutrygdarstovnin í Klaksvík. Síðani spurdi hann, hvørji høli eru tøk til nýggja stovnin í Klaksvík, og hvat fer tað at kosta lim­ unum at byggja upp nýggju umsitingina í Klaksvík. Í triðja lagið spurdi hann, í hvørjum plássum í land­ inum sjúkrakassarnir í dag eiga egnað høli til umsiting av nýggju heilsu trygdar­ skip anini og hví sam ráð­ ingarnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu eru slitnaðar, og hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti. Hann vildi eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør vissa er fyri, at egin ognin hjá sjúkra køss­ unum kemur limunum til góða, og at tær uml. 45 mió. kr ikki bara enda í einum ódefineriligari nýtslu. Svarið frá landsstýris­ manninum er soljóðandi: »Til 1: Hvør er sakliga grundgevingin fyri at stað seta heilsutrygdar­ stovnin í Klaksvík? Tann 1. januar 2010 kom nýggj lóg um almenna heilsutrygd í gildi. Sam­ stundis fór skipanin við 11 sjúkrakassum kring landið úr gildi. Framyvir verður umsitingin í staðin savnað í nýggja almenna stovninum Heilsutrygd. Talan er tí ikki um at flyta eina almennan stovn. Talan er um at staðseta ein nýggj­ an almennan stovn. Í sam­ gonguskjalinum stendur, at nýggir almennir stovnar skulu leggjast úti um landið sum liður í økis menningar­ politikkinum hjá sam gong­ uni. Landsstýrismaðurin hev ur fylgt samgongu skjal­ inum, tá avgerð skuldi tak­ ast um staðsetingina av Heilsutrygd, og lagt stovnin uttan fyri Høvuðsstaðin. Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, har undir­ tøka eisini hevur verið fyri ætlanini hjá landsstýris­ manninum at leggja Heilsu­ trygd í Klaksvík. Heilsutrygd er ein stovn­ ur, sum í útgangsstøðinum kann leggja næstan alla­ staðni. Tó verður mett, at hann liggur betur á megin­ økinum. Serliga hevur hetta týdning fyrstu tíðina, so ­ leiðis at skiftið frá sjúkra­ kasssunum til Heilsutrygd kann fara fram á ein smid­ ligan hátt. Við at leggja umsitingina á meginøkinum verða ikki óhepnir trupulleikar við at útvega starvsfólk við røttu førleikum. Heilsutrygd hev ur brúk fyri bæði starvs­ fólkum við neyðugum roynd um frá sjúkra kassa­ arbeiði, men somuleiðis verð ur neyðugt við fleiri starvsfólkum við hægri útbúgving, ið skulu virka fyri at nútíðargera Heilsu­ trygd, eitt nú við at gera gamlar tilgongdir meira ein faldar. Aftrat hesum kemur Heilsutrygd – serliga í upp­ byggingini – at hava tætt samstarv við eitt nú Apo­ teks verkið, kommunu lækn­ ar, sjúkrahús, Almanna­ stovuna og Heilsumálaráðið. Tí verður mett, at stovnurin liggur betri á meginøkinum, so koyrandi er ímillum partarnar. Heilsutrygd skal talgildast í 2010. Í ár er ætlanin somu­ leiðis at koma á mál við verksetingini av Talgildu heilsuskipanini (THS) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við at leggja Heilsutrygd í Klaksvík, kemur Heilsu­ trygd at liggja upp at eini av teimum stóru uppset ing­ unum av THS, og kann Heilsutrygd gerast ein partur av einum KT­menn­ ingarumhvørvi, ið er sera týdningarmikið, fyri at fáa ein effektivan stovn. Tá samgonguskjalið sig­ ur, at miðast skal eftir, at nýggir stovnar skulu leggj­ ast úti um landið, verður mett, at Heilsutrygd liggur best í Klaksvík. Út yvir tær fakligu grund­ gevingarnar fyri valinum av at staðseta Heilsutrygd í Klaksvík, so er eisini talan um at velja eitt øki í land­ inum, sum er eina harðast rakt av fíggjarligu kreppuni, sum herjar í løtuni. Ar ­ beiðsloysitalið er hægst í Norðurøkinum. Norðurøkið hevur verið tað økið í land­ inum, sum hevur verið mest tengt at fiskivinnuni.Talið av størvum í fiskivinnuni á sjógvi er minkað nógv sein­ astu árini, og er tað onki sum bendir á, at fleiri størv fara at verða í fiskivinnuni á sjógvi í nærmastu framtíð, heldur tvørturímóti. Hetta hevur eisini verið við í metingini, hóast hetta ikki er høvuðsorsøkin til valið av staðseting. Til 2: Hvørji høli eru tøk til nýggja stovnin í Klaks­ vík, og hvat fer tað at kosta lim unum at byggja upp nýggju umsitingina í Klaksvík? Í næstum fer Heilsutrygd at søkja eftir hølum til um ­ sitingina. Hølini skulu hava hóskandi stødd og dentur fer at verða lagdur á, at at ­ komuviðurskiftini eru í lagi. Longu nú hava fleiri vent sær til Heilsumálaráðið við áhugað at útleiga høli. Í einari skiftisskipan kemur Heilsutrygd at fáa innivist í hølunum hjá Norðoya sjúkrakassa, sum heldur til í Føroya Banka. Mett er, at kostnaðurin av at byggja Heilsutrygd upp er 500 tús.kr. Tá eru út ­ reiðslur til nýggjar teldu­ skip anir v.m. ikki taldar við. Mett er, at leiguút­ reiðslurnar av hølum í Klaks vík eru nakað lægri, enn tær høvdu verið í Tórs­ havn. Til 3: Í hvørjum plássum í landinum eiga sjúkrakass­ arnir í dag egnaði høli til umsiting av nýggju heilsu­ trygdarskipanini? Fuglafjarðar­ og Havnar sjúkrakassi eiga bygningin, har tey húsast. Í hesum sam bandi skal leggjast aft­ urat, at sum spyrjaranum kunnugt, so er enn eingin endalig loysn á spurning in­ um viðvíkjandi fænum, so Heilsutrygd kann sjálvsagt ikki yvirtaka hølini í Fuglafirði ella í Havn, með­ an støðan er sum hon er. Til 4: Hví eru sam ráð ing­ arnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu slitnaðar, og hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti? Spurningurin um fæið hevur havt allarstørstu rúmd í samskiftinum, sum hevur verið millum Heilsu mála­ ráðið og Meginfelag Sjúkra­ kassa Føroya, meðan lógar­ uppskotið um Heilsutrygd er blivið fyrireikað. Eitt annað mál, sum Heilsu málaráðið hevur lagt dent á, er at fáa eitt smidligt skifti frá gomlu sjúkra­ kassa skipanini til nýggju almennu heilsutrygdina. Í hesum sambandi var Meg­ in felag Sjúkrakassa Føroya positivt sinnað í spurning­ inum um, at sjúkrakassarnir hildu áfram við umsitingini í fyrsta ársfjórðingi 2010, sum Heilsumálaráðið ynskti. Samráðingarnar um fæið byrjaðu í oktober mánaði, og á fundi sum var hálvan desember varð avtalað, at sjúkrakassarnir skuldi lata Heilsumálaráðnum nakað av tilfari, og at næsti sam­ ráðingafundur skuldi verða eftir ársskiftið. Arbeitt var samtíðis við at fáa avtaluna um skiftisskipanina enda­ liga upp á pláss, har sjúkra­ kassarnir umsótu Heilsu­ trygd ta fyrstu tíðina. Í jólavikuni boðaði Meg­ infelag Sjúkrakassa Føroya frá, at sjúkrakassarnir settu sum treyt fyri, at teir vildu umsita Heilsutrygd í eini skiftistíð, at teir fingu helvt ina av fænum, tvs. um leið 20­25 mió. kr. Sjúkrakassarnir boðaðu samstundis frá, at eingin orsøk var at halda áfram við samráðingunum, um teirra krav ikki varð eftir­ líkað. Hetta kundi landsstýris­ maðurin als ikki góðtaka, og hann tók útsagnirnar frá sjúkrakassunum til eftir­ tektar, um at samráðingarnar um fæið skuldu steðga. Ein onnur loysn fyri skiftistíðina er síðani sett í verk í tøttum samstarvi við Norðoya Sjúkrakassa. Tað seinasta sum er hent í málinum er, at Meginfelagið skrivliga hevur boðað frá, at teir ynskja, at samráð ing­ arnar halda fram. Sambært lógini so skal landsstýris­ maðurin leggja eitt lógar­ uppskot fyri Løgtingið um fæið í hesari tingsetuni. Best hevði verið, um talan var um eina loysn, sum var úrslit av eini samráðing­ arsemju. Til 5: Hvør vissa er fyri, at eginognin hjá sjúkra­ køssunum kemur limun­ um til góða, og at tær uml. 45 mió. kr ikki bara enda í einum ódefineriligari nýtslu? Ætlanin hjá lands stýris­ manninum hevur alla tíð verið, at fæið hjá limunum í sjúkrakassunum skulu koma limunum til góðar, t.v.s. øllum føroyingum. Tí er ætlanin hjá lands­ stýrismanninum, um fæið fylgja við limunum yvir í Heilsutrygd, at fæið í størst­ an mun fer í ein Heilsugrunn, heldur enn í landskassan. Avkastið av fænum kann verða nýtt til at stuðla yms­ u m endamálum, sum eru til gagns fyri økið, sum sjúkra­ kassarnir hava virkað innan fyri, herundir gransking og menning av heilsuverkinum o.l. Á hendan hátt koma allir føroyingar at fáa gagn av fænum, sum øll hava verið við til at bygt upp. Somuleiðis hevði ein Heilsugrunnur við slíkum enda máli eftir mínum tykki verið ein virðiligur varði um góða arbeiðið, ið sjúkra­ kassarnir hava veitt føroy­ ingum í yvir eina øld.« Nýggir almennir stovnar skulu leggjast uttan fyri Havnina Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður Bjarn Djurholm, løgtingsmaður