Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 7 - 12. januar 2010 lýsingar Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Skeiðið telur 15 námsstig. Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00. Skeiðið byrjar mánadagin 8. februar 2010 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 26. mai 2010. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og hevur sera stórur áhugi verið fyri tí. Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi PhD lektari í løgfrøði. Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð- skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.500 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 20. januar 2010. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 2. feb. 2010 og á Landssjúkrahúsinum 3. og 4. feb. 2010. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 26. jan. 2010. SAHVA Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík miðlahúsið í Vágsbotni Fríggjadagin 15. januar 2010 kl. 19.30-22.00 Kl. 19.30: St. Norbert College, Wisconcin. Sam Dunlop – leiðari av »International Recruitment and Admissions« – greiðir frá um amerikonsku útbúgvingarskipanina við dømum frá hansara lærustovni Leivur R. Djurhuus greiðir frá síni út­ búgving á St. Norbert College. Kl. 20.10: Holger Arnbjerg frá ASK greiðir frá um umsóknarfreistir sum heild og um útbúgvingar­ møguleikar ymsa staðni, t.d. læknaútbúgving á enskum í Polen/Ungarn og útbúgvingar í Hálandi/Belgien. Kl. 20.20: Oddur á Lakjuni frá lærda háskúlanum í Aberdeen greiðir frá um umsóknargongdina umvegis UCAS, útbúgvingarbyrjan og um at búgva í Stóra Bretlandi. Kl. 20.35: Hans Pauli Joensen, Dekanur og lektari í alisfrøði við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya Kl. 20.50: Ragnar Háskor, Bachelor, greiðir frá um lestur í Austarlien. Møguleiki verður at seta spurningar og tosa við fyrilestrahaldararnar. Fyrireikarar eru Norbert College, Wisconsin og Altjóða Skrivstovan, www.ask.fo Fá íblástur til hægri útbúgving Kom og hoyr, hvussu tað er at lesa kring heimin Rokningar mugu verða Sjúkrakassanum í hendi 15. februar 2010 Sjúkrakassarnir avgreiða nú rokningar, sum viðvíkja 2009 og seinasta freist at senda rokningar er 15. februar í ár. Blíðar heilsur Meginfelag Sjúkrakassa Føroya Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 nær sum helst, hvar sum helst Boks 76 · FO-110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú fyri einans 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 288233) P o s t b o k s 7 6 F O - 1 1 0 Tó r s h a v n p o s t @ s o s i a l u r i n . f o Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!