mikudagur 13. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2010
Síðan august hevur
Súlan røkt siglingina
til Fugloyar og Svín
oyar. Skipið er so illa
egnað, at fá fólk tora
við. Strandferðslan
hevur bara ikki
ann að skip, men
streingjast skal á at
fáa Ternuna umvælda,
so Ritan kann sigla í
Norðoyggjum
SamferðSla
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seinasta summar, dagin
fyri sum siglingarloyvið hjá
strandfaraskipinum Mása
num gekk út, fór Másin
suður til Vágs, og har liggur
hann enn.
Síðan august hevur plast
báturin Súlan, sum áður
sigldi til Mykinesar, settur í
siglingina úr Hvannasundi
til Fugloyar og Svínoyar.
Súlan er als ikki egnað til
hesa sigling. Hetta hevur
fyrrverandi skiparin á Más
anum, Jógvan Páll Poulsen,
meira enn eina ferð víst á.
Og nú Súlan hevur verið
álitið hjá fugloyingum og
svínoyingum í næstan hálvt
ár, eru í hvussu er svínoy
ingar við at missa tolið. Teir
vilja hava Rituna noður
ong antíð ov skjótt, og teim
um dámar lítið at hoyra, at
Ritan kanska ikki kemur
fyrr enn í juni.
– Vit vóru von við, at
Másin ikki sigldi, tá ið
ókyrt var, men Súlan noyð
ist mangan at avlýsa, sjálvt
um tað er kyrt, sigur Jógvan
Edmund á Geilini, sum
javn an ferðast um Svínoyar
fjørð.
Hann veit, at fleiri fólk
als ikki fara til Svínoyar at
vitja, tí tey tora ikki at sigla
við Súluni.
– Og menninir, sum sigla
við, avlýsa ofta, tí teir held
ur ikki tora, sigur Jógvan
Edmund á Geilini.
Nógvur gangur
Atfinningarnar móti Súluni
eru, at báturin er so óróligur
í sjónum, trampar og rullar
illa, og tað ger tað ikki
betri, at salongin er heilt
har frammi.
Og so er tað allur gang
urin.
Máld eru 105 dB, og
onga staðni umborð undir
90 dB.
– Tað er løgið, at eitt slíkt
skip fær loyvi at sigla við
ferðafólki. Og sum heild vil
eg siga, at so vánalig við
urskifti hava vit ikki havt í
fleiri ártíggju, sigur Jógvan
Edmund á Geilini.
Hann heldur tænastuna
vera so vánaliga, at Strand
ferðslan átti ikki at komt
sær at tikið pening frá fólki
fyri at sleppa at sigla við.
Bogi Mortensen, stjóri á
Strandferðsluni veit væl um
trupulleikan, men beint nú
hevur Strandferðslan ikki
annað skip at seta í sigl ing
ina.
Ætlanin hevur leingi ver
ið, at tá ið strand faraskipið
Ternan er umvæld og um
bygd, skal hon røkja nóls
oyarsiglingina, men ikki
fyrr enn tað kann Ritan fara
í Norðoyggjar. Ritan skal
eisini hava onkrar umvæl
ingar.
Hósdagin verða tilboðini
ipp á umvælingarnar av
skipunum báðum latin upp.
Bogi Mortensen sigur, at
tá ið veljast skal millum til
boðini, fer tíðin heilt vist at
telja við.
Svínoyingar ótolnast
eftir Rituni
Ísland sleppur lættari
Danska blaðið Politiken skrivar í dag, at íslendska
bankaskrædlið verður ikki so dýrt fyri teir íslendsku
skattaborgararnar sum higartil hildið. Blaðið vísir á, at
Icesave er partur av trotabúnum eftir Landsbankan,
sum íslendska ríkið yvirtók á heysti í 2008, og sambært
blaðnum hevur tað víst seg, at tað eru so nógvir pengar
í trotabúnum, at tað kann rinda næstan 90 prosent av tí,
sum Icesave skyldar. Ein talsmaður fyri trotabúgvið
sigur við Politiken, at altjóða grannskoðarar og
ráðgevar hava kannað tølini og siga tey vera røtt.
Eingin lodnuveiði
Um ársskiftið gjørdi íslendski havrannsóknarstovnurin
nakrar lodnukanningar, og eftir tilmæli frá stovninum
hevur fiskimálaráðið nú boðað frá, at sum er verður
eingin kvotað útlutað, tí ov lítið er at síggja. Útrokningar
hjá havrannsóknarstovninum vísa, at stovnurin er um
360.000 tons. Av hesum er gýtingarstovnurin 355.000
tons, og tann størri helmingurin av honum stóð úti fyri
Eysturlandinum. Reglurnar um lodnuveiði siga, at
gýtingarstovnurin skal vera minst 400.000 tons, áðrenn
veiðast kann av honum. Tí er ikki grundarlag fyri veiði
enn.
62 skúlar
stongdu
í fjør
Noreg: Ein harmilig
gongd, staðfestir Torodd
Fagerheim í “Landslaget
for nærmiljøskoler” við
norska blaðið Nationen.
Hann og onnur norsk
skúlafólk kundu í fjør
bert skráseta, at 62 skúlar
noyddust at streingja,
flestu teirra smáir komm
u nalir barnaskúlar.
Sambært Torodd Fag
er heim økist talið bara ár
undan ári. Síðani 1986
eru 1000 skúlar færri í
Noregi.
Tað eru serliga teir
kommunalu barnaskúl
arnir við færri enn 100
næmingum sum verða
raktir, men talið av ung
dómsskúlum er eisini
fækkað í fjør.
Hóast fleiri smærri
skúlar eru niðurlagdir,
hava framvegis 32 pro
sent av øllum grund
skúlunum í landinum
færri enn 100 næmingar.
27 prosent hava omanfyri
300 næmingar.
Orsøkin til stóru aftur
gongdina er hin einfalda,
at tað verða niðurlagdir
fleiri skúlar, enn tað
verða
bygdir
nýggir.
Um sitingingarligar
broyt ingar og saman
legg ingar merkja eisini
færri barnaskúlar.
Í oktober mánaði í fjør
vóru 614.000 næmingar
í norsku gundskúlunum.
Í Nordland minkaði talið
við 420, meðan tað økti
við 1100 næmingum í
Oslo.
Um summarið er einfalt og
ómakaleyst at ferðast úr
Sørvági og út í Mykines.
Men um veturin gerst hetta
einans
við
tyrluni
hjá
At lantsflogi.
Ætlanin er nú, sambært
Suna Jacobsen, borgarstjóra
í Sørvági og sum eisini
um fatar Mykines, at bøta
um møguleikarnar hjá tyrl
uni at seta seg í oynni.
Sum skilst á honum hevur
Landsverk játtað at gera
eina ætlan um ein alterna
tivan tyrlupall í oynni.
Annars hevur kommunan
umsóknir liggjandi inni um
ymiskar ábøtur í Mykinesi.
sb.
Alternativan tyrlupall
í Mykinesi
Tyrlan er álitið hjá
mykinesfólki umveturin
Súlan er als ikki egnað at sigla í Svínoyarfirði og í Fugloyarfirði, eru øll samd um