Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 8 - 13. januar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Elias Jacobsen í Syðrugøtu, vanliga nevndur Lias hjá Benadikt, fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið kl. 20. Jarðar­ ferðin verður hósdagin kl. 13 frá Filadelfia í Gøtu. Tey, ið vilja minnast Elias, kunnu lata Sambýlinum Gøtubrá eina gávu, konta í peningastovninum. Niclas Kunoy, føddur og uppvaksin í Kunoy, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist mánadagin, 94 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Esajaskirkjuni, Malmøgade 14 fríggjadagin kl. 12. Óli Debes, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahús­ inum fríggjadagin, 82 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 18. Jarð­ arferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 14. Erik Wenningsted Larsen fer til gravar úr Kirkju­ garskapllinum hósdagin 14. januar kl. 13. Tey, ið vilja minnast Erik, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í árinum 367 (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 80 ára føðingardagur Mikudagin 13. januar fyllir Andreas Debess (DIABA) 80 ár. Dagurin verður hildin á Tjarnargarði saman við familjuni. 70 ára føðingardagur Hósdagin 14. januar verður Jafet Rasmussen í Søldarfirði 70 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. februar hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. februar frá klokkan 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. jan kl. 13 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 14­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl. 19. Merkisdagar Í januar 1980 fingu 18 maskinmeistarar pógv á Føroya Maskinskúla. Teir vóru: Poul Christiansen, Tummas A. Christoffersen, Finnbogi Hentze, Johan Hofgaard, Bogi Jacobsen, Magnus P. Jacobsen, Dánjal Joensen, Sámal Petur Lervig, Magnus H. Magnussen, Erling Heri Midjord, Harald M. Nattestad, Magni Olsen, Regin Olsen, Heðin Rasmussen, Poul Johan í Stovuni, Michael Strøm, Kristian Thorleifsson og Dánjal Vang. (Raðfylgjan er ikki tann sama sum á myndini) Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980 Fyri 30 árum síðan: Átjan maskinmeistarar fingu prógv Sosialurin skrivar leygar­ dagin 11. januar 1975, at gamli kommunuskúlin í Havn nú verður brúktur til skrivstovuhøli. Seint í fjør flutti býráðið allar skriv­ stovudeildir sínar á Kirkju­ vegi til gamla kommunu­ skúlan, og í løtuni flyta eisini Líkningarnevndin og Fólkayvirlitið. Deildirnar, sum hava verið stongdar í tveir dagar, lata upp aftur mánadagin. Børsen nýggjan blaðstjóra Blaðið skrivar eisini at, sjón­ varpsmaðurin Uffe Ellemann Jensen hevur tikið við sum blaðstjóri á Børsen eftir Erik Rasmussen. Uffe er kendur fyri frásagnir sínar í danska sjónvarpinum um búskaparlig viðurskifti. Ein tíðindastubbi er eisini í blaðnum, um at svenski ríkisdagurin hevur samtykt at lækka pensións­ aldurin til 65 ár. Kelda: Sosialurin 11. januar 1975 Fyri 35 árum síðan: Býráðið flytur í gamla kommunuskúlan Býráðshúsini á Vaglinum í 1975. Parkeraðir bilar, eins og pylsuvognur og kiosk