Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Ov fáir løgfrøðingar eru á Fútaskrivstovuni, og hetta kann hava við sær, at nýggj mál fáa longri tíð um at koma fyri rættin RættaRmál Beint nú stendur illa til við løgfrøðingum á Fútaskriv­ stovuni. Fútaskrivstovan er lítið meira enn hálvmann­ að. Normeringin sigur hálv­ fimta løgfrøðing, men í løt­ uni eru tey bara hálvur triði. Á nýggjárinum fór Linda Hesselberg, politiasessorur í farloyvi og kemur neyvan aftur fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár. Avloysari kemur úr Dan­ mark fyri hana 1. februar. Seinastu tíðina hevur Hanna Vang, politifulltrúi arbeitt hálva tíð, men hálvan februar fer hon í annað starv. Aftrat teimum koma fútin Karen Marie Olesen og varafúti Finn Ougaard. Tað er Ríkisadvokaturin, sum ger av, nær søkt verður eftir fólki til fútaskrivstov­ urnar, og tí hevur fútin í Føroyum ikki ábyrgdina av, at tey eru so illa mannað. Finn Ougaard, varafúti sigur, at við so lítlari mann­ ing fer tað at taka Fútaskriv­ stovuni longri tíð at avgreiða nýggj mál, sum koma inn. Tað fer at vera drúgvari frá tí, at eitt mál kemur inn, til tað er liðugt viðgjørt og kann sendast rættinum. Fútaskrivstovan illa mannað Tosað verður um, at eldraøki skal leggjast út til kommunurnar at umsita. Klaksvíkar kommuna bjóðar sær til at vera royndar­ kommuna og átaka sær uppgávuna fyri økið. Riggar okk­ urt ikki, kann tað broytast, áðrenn alt økið verður lagt út, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík EldRaøkið Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Gunvá við Keldu, borgar­ stjóri í Klaksvík bíðar eftir fundarboðum frá Rósu Sam­ uelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Fundurin skal snúgva seg um tilboðið frá Klaksvíkar kommunu, sum bjóðar seg til at vera royndarkommuna á eldraøkinum. Uppskotið er, at Klaks­ víkar kommuna skal vera royndarkommuna og skal yvirtaka eldraøkið fyri Norðoyggjar at reka og umsita. Hetta skal vera ein royndarverkætlan. Gunvá við Keldu heldur, at Norðoyggjar eru best egn­ aðar sum øki at gera eina slíka roynd, tí Norðoyggjar eru ein søguliga og landa­ frøðiliga væl samanskipað eind, og kommunan hevur eina væl virkandi sosiala deild. Økið hevur haraftrat eina hóskandi stødd. Sum er hava røktarheimið og tey bæði eldrasambýlini í Klaksvík somu leiðslu. Annað eldrasambýlið í Klaksvík heldur til í leigað­ um hølum, sum kommunan leigar, hitt er ein sjálvsogn­ arstovnur. Náttarvaktirnar á báðum sambýlunum rindar kommunan. ­ Tað einasta, sum Nær­ verkið skal av við, er starvs­ fólkini, sum vit so skulu løna, men afturfyri mugu vit hava eina upphædd til tað, sigur Gunvá við Keldu. Hon heldur, at í royndar­ tíðini kann vísa seg okkurt, ið krevur at verða rættað. Tá er betri, at hetta vrðuð funnið í eini royndarætlan, heldur enn at alt økið í ein­ um verður lagt út til komm­ urnar at umsita. At flyta eitt øki frá landinum til komm­ urnar at umsita krevur í øll­ um førum nógva fyrireiking, sigur Gunvá við Keldu. Norðoyggjar hava felags r’ktarheim í Klaksvík, har eisini tvey eldrasambýli eru. Gunvá við Keldu, borgarstjóri er komin við uppskotinum um, at Klaksvíkar kommuna sum eina roynd yvirtekur eldraøkið, áðrenn alt málsøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita Fútaskrivstovan við ov fáu løgfrøðingunum er nú yviri við Strond Stýrið fundast sjálvt Stýrið fyri Kring­ varp Føroya vil ikki hava fun d við starvsfólkini á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya kRingvaRp FøRoya Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sosialurin skrivaði í gjár, at starvsfólkini á tíðinda­ deildini í Kringvarpi Før­ oya høvdu biðið um fund við stýrið fyri kring­ varpið. Í greinini stóð, at stýrið ikki kann hava fund í hesi vikuni av ymiskum orsøk­ um, men at fundurin verð­ ur seinast í næstu viku. Rúni Heinesen, for­ maður í kringvarpsstýrin­ um sigur, at fundurin verður ein vanligur stýr­ isfundur. Ætlanin er ikki at hava nakran fund við starvsfólkini. Norðoyggjar vilja umsita eldraøkið Kreppa í skipasmíði Í Noregi vil ídnaðarfelagið hava stjórnina at taka stig til at bjarga arbeiðsplássunum á skipasmiðjunum. Í einum brævi til Trond Giske, vinnumálaráðharra skrivar ídnaðarfelagið, at tær bíleggingarnar, sum skipasmiðjurnar høvdu, tá fígjarkreppan byrjaði fyri einum góðum ári síðani, fara at ganga undan nú. Ídnaðarfelagið og felagið hjá skipasmiðjunum hava havt uppskot um fleiri tiltøk, sum kunnu hjálpa skipasmiðjunum. Millum annað hava tey skotið upp, at tað almenna framskundar sínar ætlanir um at byggja skip til fiskirannsóknir, sjóverjuna og herflotan. Eta meiri fisk Í Bretlandi eins og nógva aðrastaðni hevur fíggjarkreppan noytt fólk at hugsa seg betur um, tá tey brúka pengar. Tað er eisini galdandi, tá fólk keypa sær døgurðamat, og sambært heimasíðuni SefoodSource keypa bretar meiri av frystum matvørum nú enn fyrr. Millum tær frystu vørurnar, sum fólk keypa oftari nú enn fyrr, eru frystar fiskavørur, og tað sæst aftur á hagtølunum. SefoodSource skrivar, at teir fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør keyptu bretar 5,1 prosent meiri av frystum fiskavørum enn teir ellivu mánaðirnar frammanundan. Tey seinastu trý árini er áhugin fyri frystum fiskavørum vaksin meiri enn 20 prosent, skrivar heimasíðan.