Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2010 tíðindi Viðgera ikki roykjarar Vandin fyri trupulleikum í sambandi við skurðviðgerðir er munandi størri, um sjúklingurin roykir, og tað hevur nú fingið skurðlæknarnar á fleiri svenskum sjúkrahúsum at sýta fyri at skurðviðgera roykjarar. Norrlands Universitetssykhus var tað fyrsta sjúkrahúsið, sum segði nei til at leggja roykjarar undir skurð, og nú hava fýra onnur sjúkrahús tikið somu avgerð. Enn hevur einki danskt sjúkrahús víst roykjarum frá sær, men formaðurin í regiónsráðnum, Bent Hansen, sigur við DR, at sjúkrahúsini fara uttan iva at leggja eina harðari linju í framtíðini, men tó neyvan so harða sum sviar. Dýrari fiskamjøl Alt bendir á, at minni fiskamjøl verður á marknaðinum í framtíðini, og at prísurin tískil fer at hækka. Fiskifréttir skrivar, at framleiðslan hjá teimum fimm størstu framleiðarunum minkaði í fjør, og at hetta var framhald av einari gongd, sum byrjaði fyri nøkrum árum síðani. Tað var bara Kili, sum framleiddi meiri í fjør. FAO sigur, at í 2008 framleiddu fimm tey størstu framleiðara­ londini var 2,7 milliónir tons. FAO sigur, at framleiðslan fer at minkia aftur í ár, og tá eftirspurningurin samstundis fer at veksa úr londum sum Kina, má roknast við, at prísurin fer at hækka í komandi mánaðum. Serfrøðingar gjørdu enda á Dimmalætting Tað, sum gjørdi enda á Dimmalætting var, at vit keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið. Eg var alla tíðina ósamd við keypinum, men tað var ringt at standa ímóti sonevndari góðari ráðgeving, sigur Beata L. Samuelsen, fyrrverandi partaeigari Dimmalætting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Følir tú tað í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú halda fast við tína støðu, sama hvat ser­ frøð ingar og ráðgevarar halda. Tað er ein lærupengi, sum Beata L. Samuelsen hev ur fingið burtur úr saman brot inum hjá Dimma­ lætt ing, har hon var næst­ størsti privati partaeigari. Hon sigur, at tað, sum beindi fyri Dimmalætting, var, at tey keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið. ­ Tað var hetta, sum førdi til fíggjarliga undirgangin hjá okkum, tí tann íløgan bar seg yvirhøvur ikki. Ein dýrur lærupengi Beata L. Samuelsen sigur, at hon var ongantíð samd í hesum keypinum. Og sæð í bakspegilin held ur hon, at hon skuldi stað ið føst í síni støðu um at vera ímóti keypinum. ­ Men eg eri ikki handils­ fólk. Og samstundis hálov­ aðu serfrøðingar og ráðgev­ arar keypinum og greiddu okkum frá, hvussu fan­ tastisk íløgan var. Beata sigur, at tí var tað ringt at standa ímóti. Men hon leggur afturat, at tað, hon hevur lært av hes um, er, at tú skalt altíð lurta eftir tær sjálvum, og ikki slaka, sama hvat ser­ frøð ingar siga. Tað er lærupengurin, Beata L. Samuelsen hevur fing ið burtur úr hesum, sjálvt um hon ásannar, at læru pengin var dýrur. Ikki ókend kensla Men sjálvt um lærupen ing­ urin var dýrur er onki at gera við tað í dag. Og kenslan av at missa, er ikki heilt ókend fyri Beatu. ­ Í kreppuni í nítiárunum misti eg míni egnu hús, tá ið eg ikki megnaði at rinda rentur og avdráttir. So eg veit, hvat tað vil siga, at missa ognir. ­ Men eg veit eisini, at tað ber væl til at reisast aftur, tí tað er bara at líta fram eftir. Hetta eru hóast alt ikki annað enn deyðir lutur, og tá ið tú hevur eitt ljóst sinni og áræðið, hevur tað innast inni ongan týdn­ ing, sum so. Mátti ganga galið Men so staðfestir hon eisini, at hon hevur havt ríkiligt av tíð til at venja seg við tank­ an um at missa Dimma lætt­ ing, tí raksturin hevur leingi verið so tungur. ­ Skuldin varð blivin so stór, at tað bar ikki til long­ ur. Tí hevur tað rættiliga leingi verið greitt fyri øll­ um, at broytingar máttu til. Og innast inni hevur hon tað fínt við, at Dimmalætting nú er seld. Tí nú kann blaðið halda fram. ­ Tað gongur upp í niður í lívinum. Og soleiðis sum støð an hjá Dimmalætting var blivin, var hetta nakað, sum ikki slepst undan. Beata L. Samuelsen vil enntá kalla tað eitt sindur av einum lætta, at ein av gerð nú er tikin, tí tað er eis ini ein byrða, sum er tik­ in av hennara herðum. ­ Áðrenn vistu vit ikki, hvar vit flutu. Nú er ein av gerð tikin og vit hava fing ið nýggjar eigarar, sum trúgva upp á blaðið. Eitt liðugt kapittul Nú Dimmalætting er seld, hava nýggju eigararnir beinan vegin gjørt greitt, at Dimma lætting skal seljast burt ur úr samtakinum aftur. Kann tað hugsast at Beata L. Samuelsen fer at liggja fram við? ­ Nei, svarar hon av­ gjørd. ­ Tað tími eg ikki. Og tað vænti eg heldur ikki, at míni børn hava hug til. Hetta er eitt liðugt kapittul og nú er bara at njóta lívið og taka ein dag ísenn. - Sjálvandi er tað keðiligt at hava mist Dimmalætting úr familjuni, men tað er ein bøtiligur skaði tí ongin er deyður, sigur Beata L. Samuelsen, næststørsti eigari í Dimmalætting FamiljuFyritøka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sigur tú Dimmalætting, mást tú eisini siga Samuelsen. Soleiðis hevur verið í samfull 122 ár. Tí eru tað tvey fyri­ brigdi, sum hava verið saman tvinnað í føroyska sam felagnum er tað blað ið Dimmalætting og Samuelsen ættin í Havn. Men eftir at Dimma­ lætt ing hevur verið í Samuel sen ættini í meiri enn eina heila øld, varð blaðið selt í gjár og nú er tað sostatt eisini farin tíð, at Samuelsen navnið og Dimmalætting verða óloys iliga knýtt saman. Vit hava spurt Beatu L. Samuelsen um tað ikki følist svárt at hava mist familjufyritøkuna av hond unum. Sjálv var Beata næst­ størsti privati partaeigari í Dimmalætting og har­ afturat hevur hon verið tíðindakvinna á blaðnum heilt síðani 1. august í í 1967, tá ið kom í starv har bara 20 ára gomul, beint eftir lokið students­ prógv. Men eisini áðrenn tað eigur hon nógv spor á blað num, tí hon plagdi eis ini vera inni á gólv­ inum sum barn. Bøtiligur skaði Men at blaðið nú er selt, tekur hon ikki so øgiliga tungt. Sjálvandi eri eg kedd, tí eg hevði kenslur fyri blað num. Men nakar persónligur sorgarleikur er tað yvir­ høvur ikki ­ Harraguð, ongin er deyður, staðfestir hon! Hvussu framtíðin hjá Beatu sær út á Dimmu veit hon ikki. ­ Stendur tað til mín, haldi eg fram í starvinum her, men alt veldst um, hvat nýggju eigararnir halda um tann spurningin og tað veit eg so ikki, tí eg kenni teir ikki, sigur hon. Men hon sigur, at tað verður onki øðrvísi at ar beiða á Dimmu undir nýggjum eigarum, sum tað var frammanundan. ­ Eg havi altíð følt tað sum mítt arbeiðspláss og haldi eg fram, verður tann kenslan ikki øðrvísi. Men eftirsum eg havi havt so tætt persónligt til knýti til blaðið, dylir hon ikki fyri, at hon hevur følt hetta sum nak­ að serligt at arbeiða á blað num. Eg sovi væl um náttina - Følir tú bæði í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú standa fast. Sama, hvat serfrøðingar royna at sannføra teg um. Tað er lærupengin, Beata L. Samuelsen hevur fingið burtur úr fíggjarliga samanbrotinum hjá familjufyritøkuni, Dimmalætting Mynd: Jens Kristian Vang Mynd: Jens Kristian Vang