fríggjadagur 15. januar 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2010
Tíðindaskriv
Í sendingini Skannarin 11.
januar og í tíðindasendingum
í Kringvarpinum hava vit
hoyrt um avgerðina at flyta
ein persón, sum ber brekið
Asperger Syndrom, heim
úr mennandi tilboði á skúla
í Danmark til eitt stovnspláss
í Føroyum.
Stórt sjálvbjargni økir
munandi um lívsgóðskuna
hjá okkum menniskjum,
óansæð brek, og er eisini
gagnligt fyri samfelagið
sum heild.
Sambært útsøgnum frá
foreldrum og fakfólki á
danska stovninum tykist
rættiliga ivasamt, um per
sónurin higatil hevur fingið
møguleikan at menna seg í
tann mun, hetta letur seg
gera. Vit vita, at fakliga
umhvørvið á hesum øki
ikki er serliga stórt í Føroy
um og tískil er rættiliga
ivasamt, um tað tilboð, sum
viðkomandi fær bjóðað á
stovnsplássinum í Føroyum,
fer at byggja víðari uppá
jaligu menningina, sum er
byrjað á danska skúlanum.
Tað tykist greitt, at fleiri
misskiljingar eru farnar
fram í útsøgnum frá bæði
foreldrum og avvarandi fak
fólki í Danmark, ið kunnu
hava ávirkað málsviðgerð
ina.
Felagið heitir tí á avvar
andi myndugleikar um at
vísa stórsinni og taka málið
upp av nýggjum í samstarvi
við foreldur og tey fakfólk,
ið
frammanundan
hava
neyðuga kunnleikan um
bæði viðkomandi persón og
hansara brek.
Vegna LFA – Landsfelagið
fyri fólk við autismu
Jørmund Foldbo, formaður
Autistafelagið vil hava nýggja
málsviðgerð av heimtøku
Bíða eftir jarðskjálvta
Sunnudagin verður minningarhald í Japan til minnis um
jarðskjálvtan, sum rakti býin Kobe fyri 15 árum síðani.
Skjálvtin var 7,2 á Richterstiganum og kravdi umleið 6.400
mannalív. Samstundis ávara japanskir vísindamenn um, at
innan 30 ár fer ein harður jarðskjálvti at raka høvuðsstaðin
Tokyo. Teirra metingar siga, at tað eru 87 prosent
sannlíkindi fyri hesum, og at teir vænta, at skjálvtin verður
um 8,0 á Richterstiganum. Í 1923 var ein harður
jarðskjálvti á Tokyoleiðini, og ta ferðina lótu umleið
140.000 fólk lív.
Kanska útlendska arbeiðsmegi
Seinni í ár fer Royal Greenland at søkja eftir arbeiðsfólki til fiskavirkið í
Qasigiannguit, sum í løtuni er til umbyggingar. Felagið sigur, at tað fer at leggja
seg eftir at fáa lokala arbeiðsmegi til virkið, men eydnast tað ikki, fer felagið
ikki at aftra seg við at leita eftir arbeiðsfólki uttanlands. Umleið 80 fólk arbeiða
á virkinum, men tørvur verður á umleið 20 afturat. Pâviâraq Heilmann, stjóri,
sigur við KNR, at tey rokna við at fáa grønlendska arbeiðsmegi, men at felagið
kann noyðast at leita hjá hjálp uttaneftir, eitt nú úr Kina.
Seinastu vikuna hava
trý innbrot verið í
Sørvági. Tjóvarnir
hava brotið inn í
tannlæknastovuna, í
bilin hjá kommunu
læknanum og í kahytt
una hjá skiparanum á
Vesturvarða
Stuldur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Sambært løgregluni eru inn
brotini framd á miðjari nátt.
Umborð á Vesturvarða er
medisinkistan stolin, í bilin
um hjá kommunulæknanum
er læknataskan stolin og hjá
tannlæknanum høvdu brots
mennirnir tikið ein penga
kassa, sum tó var tómur.
Ongin ivi er um, at hetta
eru misnýtarar, sum eru
upp á spæl, sigur Jógvan
Páll Joensen, politistur í
Vágum.
Tjóvarnir
hava
fingið
fatur á eitt sindur av heili
vági, í stóran mun pínudoyv
andi evni.
Vágaportalurin skrivar, at
ein steinur varð tveittur
gjøgnum síðurútin á bilin
um hjá kommunulæknanum,
har læknataskan stóð.
Politiið í Vágum sigur, at
har eru nøkur spor at ganga
eftir, men, at ongin er hand
tikin enn.
Í Havn er vanligt, at
skipini hava vakt gangandi
um náttina. Men tað er ikki
so vanligt her vesturi, sigur
Jógvan Páll Joensen.
Av tí, at innbrotini eru
framd um náttina, eru ongi
vitni til tilburðirnir.
Heilivágur stolin í Sørvági
Fótbóltsfelagið í
Klaksvík er dømt
at rinda meira enn
hálva millión krónur
eftir rættarmálið
við Tony Paris. – Vit
hava funnið fram til
eina loysn, og tit fáa
at vita, hvussu hon
er, tá tíðin er búgvin,
sigur Tummas Ler
vig, formaður í KÍ
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri tíð síðan varð KÍ
dømt at ringar meira enn
500.000 krónur í málinum
um Tony Paris, sum rætt
urin avgjørdi var burtur
vístur av órøttum.
Í gjár var dúgvur fundur
í KÍ, har ábyrgdarpersónar
í felagnum hittust at tosa
um eina loysn.
– Vit hava funnið fram
til eina loysn, og tit fáa at
vita, hvussu hon er, tá tíð
in er búgvin, sigur Tumm
as Lervig, formaður í KÍ.
Hann leggur afturat, at
sjálvandi hava limirnir í KÍ
rætt til at vita, hvat gongur
fyri seg í felagnum, men at
í øllum málum eru tveir
partar, og tí mugu limirnir í
KÍ brynja seg við toli.
Høllin
Tað hevur verið nevnt sum
ein møguleiki, at KÍ kundi
gera okkurt við ítróttar
høllini í Klaksvík, sum KÍ
eigur saman við øðrum,
men soleiðis verður ikki.
– Høllin er ikki partur
av hesi loysnini, staðfestir
Tummas Lervig.
Hann sigur somuleiðis,
at hetta mál ikki skal raka
tað ítróttarliga hjá KÍ, sum
hann roknar við fer at
flyta upp í bestu deildina
heilt skjótt.
KÍ loyst Parismálið
Tummas Lervig,
formaður í KÍ,
staðfestir, at felagið
nú hevur funnið
eina loysn fyri at
rinda endurgjaldið
til Tony Paris
Heilar tríggjar ferðir
seinastu vikuna,
hava tjóvar stolið
heilivág í Sørvági
Savnsmynd