Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2010 35 lýsingar Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið ”Føroysk fyrisitingarlóg” og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi master­ útbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar 5. februar 2010. Skriv­ lig próvtøka verður 20. apríl 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið er at veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg – serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum – tinglógir, dómalóg, venju hjá umboðsmansstovni, kærunevnd­ um og øðrum stovnum. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyri­ siting verða tey lesandi kunnaði um mótið millum evniligar, tøkniligar spurningar og so fyrisitingarligar spurningar. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rætt­ arstøðuna. Í praktiskari fyrisiting á almennum stovn­ um vera stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis, ráðgeva ovastu leiðsluni um møgu­ leikar og avleiðingar. Hetta kann bæði vera avbjóðandi og spennandi, men setir eisini krøv um at gera vart við seg, tá ið ætlan er at taka óheimilaði stig. Oftast er neyðugt bæði at hava serkunnleika á ávísum fyristingarligum ella tøkniligum øki umframt duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til ráðgevandi leiklutin í almennari fyrisiting. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilesarum. Eisini verða studentaframløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Uttan­ seturs próvdøming. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Stakskeiðið í løgfrøði – Føroysk fyrisitingarlóg FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út tvey støk masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kunnu gerast partur av masterútbúgving. Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið »Manna­ rættindi og revsirættur í Føroyum« og telur 10 námsstig á masterstøði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar 9. apríl 2010. Munnlig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast. Skeiðið kannar bæði almennar og ser­ stakar spurningar á mótinum millum revsi­ rætt og mannarættindi. Meginreglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk­ føroysku revsilóg og forboðið móti aftur­ virki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Har­ umframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dóm­ stólum og Europeiska Mannarættindadó mstólinum. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr granna­ londum og Føroyum. Eisini verða studenta­ framløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttan­ seturs próvdøming Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeið­ ið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Stakskeiðið í løgfrøði – Mannarættindi og revsirættur í Føroyum Skeiðini eru nógv eftirspurd og kosta 5.500,00 kr. hvørt. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 19. januar 2010. Tikið verður tó upp, til skeiðini eru fullsett. 1 x 250.000 kr. 1 x 75.000 kr. 2 x 60.000 kr. 3 x 30.000 kr. 4 x 25.000 kr. 5 x 15.000 kr. 17 x 10.000 kr. 32 x 5.000 kr. 47 x 3.000 kr. 117 x 2.000 kr. 288 x 1.000 kr. 484 x 500 kr. So nógvir eru vinningarnir: Vinningar tilsamans: 1.960.000 kr. Happadráttar­ seðlarnir kosta: 1/1 seðil ...... 200,­ 1/2 seðil ...... 100,­ 1/4 seðil ........ 50,­ Sølan til seinna hálvár 2010 er byrjað. 70% av søluvirðinum fer til vinningar. Ongastaðni í ríkinum verður so nógv latið útaftur í vinningum. Fyrsti dráttur verður 8. februar, annar dráttur 19. apríl og triðji dráttur verður 7. juni 2010. Seinasti søludagur til fyrsta drátt er 28. januar. Keypir tú seðilin áðrenn 28. januar, er seðilin við í øllum dráttunum. Av ágóðanum fer 1/3 til ÍSF, og 2/3 verða settir í grunn ætlaður brekaðum. Her fært tú happadráttarseðlarnar: Jógvan Nybo 750 Viðareiði Tel 45 10 93 Anna j. Ellingsgaard 470 Eiði Tel 42 31 02 Marius Skaale Mýravegur 35 620 Runavík Tel 44 73 29 Jóhanna Heinesen 480 Skála Tel 44 10 51 Hansa A. Hansen 440 Haldórsvík Tel 42 33 79 Gunn Joensen 350 Vestmanna Tel 42 44 60 Hjørleiv Poulsen 280 Hestur tel 32 80 39 Inga Joensen 360 Sandavágur Tel 33 30 39 & 33 38 39 Marianna Ellefsen 370 Miðvágur Tel 33 31 64 Jeannet Mouritzen Traðarvegur 19 380 Sørvágur Tel 22 08 98 Bjarni Dalsgaard 220 Skálavík Tel 36 12 41 Ketty Andreasen Øravíkarlíð 800 Tvøroyri Tel 37 12 08 Magna Kjærbæk 900 Vágur Tel 37 34 02 Jonley Poulsen Skúlavegur 16 380 Sørvágur Tel 33 23 98 & 53 23 98 Karin Jacobsen Suðurrás 6 100 Tórshavn Tel 31 47 08 & 21 48 08 Hin føroyski Happadrátturin ... te y v u nnu í ha pp a d rát t i n u m