Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. januar 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 10 - 15. januar 2010 lýsingar Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Skeiðið telur 15 námsstig. Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00. Skeiðið byrjar mánadagin 8. februar 2010 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 26. mai 2010. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og hevur sera stórur áhugi verið fyri tí. Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi PhD lektari í løgfrøði. Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð- skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.500 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 20. januar 2010. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Pedagogar Dagstovnurin Birkilund ynskir sær 3 pedagogar at starvast millum 30 og 40 tímar um vikuna. Størvini eru í vøggustovuni og verða sett 01.03.2010 ella eftir avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Birkilund er ein sjálvsognarstovnur við 33 børnum í vøggustovuni og 69 børn í barnagarði. Vit hava 7 stovur og 3 til 4 starvsfólk á hvørjari stovu. At starvast á dagstovni, meta vit er eitt av heimsins týdningarmiklastu størvum. Birkilund leggur tí dent á at menna starvsfólkini. Vit luttaka á fleiri skeiðum, ráðstevnum og tiltøkum, bæði sum vit sjálvi skipa fyri og, ið verður bjóðað okkum. Vit eru í støðugari menning, eindirnar eru lagdar saman í 2008 og vit eru í holt við at finna felags stev. Vit arbeiða við at tillaga menningarætlanirnar og arbeiða miðvíst við TRAS. Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði og gerandisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum náttúruríkum umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og við øllum sniðgøtunum á Kon- mansmýru. Vit ynskja at umsøkjarin: Er útbúgvin pedagogur. Er fyrikomandi og erligur. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar. Heldur at arbeiðið á einari vøggustovu er spennandi og avbjóðandi. Dugir at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar. Er nærverandi og dugir at lurta. Raðfestir foreldrasamstarv høgt. Vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí vit seta okkum sum mál. Meira fæst at vita hjá leiðaranum Katrin Bjarnadóttir á tlf 215458 ella hjá álitisfólkunum Jóhanna Laksá tlf 313131(vøggustovan) ella Allan Mortensen tlf 257832 (barnagarðurin) Skrivlig umsókn við pedagogprógvi (um tú verður liðug í vár, er tú eisini vælkomin at søkja) og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi seinast 10.02.2010 Dagstovnurin Birkilund Hoyvíksvegur 41 B FO – 100 Tórshavn Avloysari fyri vaskifólk í barnsburðarfarloyvi Søkt verður eftir vaskifólki til Porkeris skúla sum avloysari fyri starvsfólk í barnsburðar – farloyvi at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 18. august 2010. Arbeiðstíðin er 11 tímar um vikuna. Løn v.m. sambært sáttmála við Føroya Arbeið­ arafelag. Skrivlig umsókn skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 19. januar 2010. Porkeris Kommuna Við Á 8 · FO-950 Porkeri Tlf. 37 36 03 · Fax 37 46 03 porkeri@porkeri.fo SunnudagSSkúlin í Ebenezer er byrjaður aftur Øll eru hjartaliga vælkomin! hvønn sunnudag kl. 12.00 EbEnEzEr www.ebenezer.fo Ognarlutir til sølu Vegna trotabúgvið Sp/f Handilskjarnin, SKS 3- 324/2009 verða hesir ognarlutir lýstir til sølu: • 1 stk. Casío kassaapparat TE-100 • 1 stk. FR Terminalur • 1 stk. Philips CD spælari v/hátalarum • 1 stk. lítil handilsdiskur, brúktur • Uml. 20 fag av hillum. Hesar eru úr rustfríum stáli við glas hillum • 35 metalhalogenspottar á skinnara Ætlanin er, at selja alt samlað. Boð skulu verða búnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. januar 2009 kl. 16.00. Áhugað kunnu venda sær til: Advokatpartafelagið Faroe Law Tróndargøta 19 · Postboks 158 · FO-110 Tórsahvn Tlf. 35 99 00 · fax 35 99 01 · oha@faroe-law.fo Brúðarlín Vegna flyting er Føroya størsti brúðarkjólahandil til sølu. Ring og hoyr nærri á tlf. 214281 BRÚÐARLÍN tiL søLu Lesið -so eru tit við! Nýggj telefonnummur Føroya Handilsskúli á Kambsdali og í Søldarfirði og Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy hava fingið nýggj telefonnummur. Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy .....610800 Føroya Handilsskúli á Kambsdali ...............610900 Føroya Handilsskúli í Søldarfirði .................610910 Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy