Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 11 - 18. januar 2010 Formansskapurin í Løgtinginum fer í morgin at leggja fram fyri tingið uppskot um at Føropyar verða býttar í fimm valdømi, har eingin verður eykavaldur, og at Balinski útrokningarhátturin verður nýttur sum grundarlag fyri útrokningini VALDØMI Jan Müller Suðurstreymoy 12, Eystur­ oy 7, Vágar og Norðstreym 5, Suðuroy og Sandoy 5 og Norðoyggjar 4! Tá ið formansskapurin í Løgtinginum á fundi við tingmenn fyrrapartin í morgin fer at umrøða spurn­ ingin, hvussu nógv valdømi Føroyar skulu skipast í, fer at verða spælt út við upp­ skoti, sum sigur, at talan skal verða um fimm val­ dømi og bara um valdømis­ valdar tingmenn. Ting­ mannatalið í teimum fimm valdømunum skal verða, sum tað er nevnt omanfyri ella í alt 33. Inntil á valinum í morgin fyri tveimum árum síðani var landið býtt sundur í sjey valdømi. Nú verður skotið upp, at talan skal verða um fimm valdømi. Umframt gamla Suðurstreymoyar valdømi verður Kollafjørður við í Suðurstreymi, sum harvið fer at fevna um alla Tórshavnar kommunu. Gamla Norðstreymoyar valdømi – burtursæð frá Kollafirði – er ætlanin at leggja saman við Vága valdømi. Eysturoy verður eitt valdømi, Norðoyggjar vera eitt valdømi, og eitt valdømi verður sunnanfyri Skopunarfjørð. Talan verður altso um valdømi, sum fer at fevna um gomlu Suðuroyar og Sandoyar valdømi. Balinski drigin fram aftur Eftir valið í 2004 varð nógv tosað um, at lutfallið í tingmannatalinum ikki samsvaraði við lutfallið í atkvøðutalinum. Endin á tí orðaskiftinum var, at tingið stutt undan valinum sam­ tykti, at Føroyar skuldu skipast í eitt valdømi. Tá varð sagt, at uppskotið um eitt valdømi ikki hevði fingið ta viðgerðina, sum eitt tílíkt mál átti at havt fingið. Men beinanvegin eftir løgtingsvalið í 2004 varð spurningurin um broytingar í vallógini ikki so lítið viðgjørdur. Tá var tosað um Balinski útrokningarháttin. Hann er sokallað tvílutfalsligur deilaraháttur. Tað vil siga, at atlit bæði verða tikin fyri lutfallinum í samlaða at­ kvøðutalinum og lutfall­ inum millum valdømini, tá ið roknað verður út, hvussu tingið skal mannast. Í hesum útrokningar­ háttinum verður ikki roknað við eykavaldum, men bara við valdømisvaldum. Merkisvert við hesum út­ rokningarháttinum er tað, at tað ikki er víst, at tann flokkurin, sum fær flestar atkvøður í einum valdømi, nýtist at fáa umboð í hesum valdinum. Tað var serliga hetta síðst nevnda, sum tingmenn og onnur høvdu ilt við at síggja tað skilagóða í, tá ið hesin útrokningar­ hátturin varð frammi í 2005. Løgtingið hevur í hesum valskeiðnum samtykt upp­ skot til samtyktar, har tingið álegði landsstýriskvinnuni í innlendismálum at kanna, hvussu skipanin við einum valdømi hevur hilnast. Landsstýriskvinnan hevur seinni greitt tinginum frá, at hon ikki hevur pengar til at fremja hesa kanningina, og síðani hevur formans­ skapurin í tinginum gjørt av sjálvur at taka spurningin til viðgerðar. Fyrrapartin týsdagin 19. januar fer formansskapurin at kunna tingið um hetta arbeiðið. Merkisvert er tað, at í morgin verður hetta valskeiðið hálvrunnið. Løg­ tingsval var 19. januar í 2008, og tað verður løg­ tingsval aftur í seinasta lagið 19. januar 2012. Fýra í Klaksvík og 12 í Havn Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging VW Caddy 2.0 SdI dIeSel Skrásetingarnr: UJ 435 Km: 45.000 Árgangur: apríl 2007 Útgjald: 32.000 Mðr. gjald: 2.033 (5 ár) kr. 128.000,- Saab 9.5 2.0 Turbo Skrásetingarnr: JT 761 Km: 24.000 Árgangur: feb. 2008 Útgjald: 79.500 Mðr. gjald: 4.965 (5 ár) kr. 318.000,- ToyoTa aVenSIS 2.0 Sol STC. Skrásetingarnr: UB 637 Km: 46.000 Árgangur: aug. 2007 Útgjald: 59.500 Mðr. gjald: 3.720 (5 ár) kr. 238 .000,- PeugeoT 407 CouPé 3.0 Skrásetingarnr: BJ 455 Km: 42.000 Árgangur: juni 2006 Útgjald: 62.000 Mðr. gjald: 3.874 (5 ár) kr. 248.000,- ToyoTa yarIS 1.3 luna M/M Skrásetingarnr: GB 420 Km: 36.000 Árgangur: august 2006 Útgjald: 34.000 Mðr. gjald: 2.125 (5 ár) kr. 136.000,- ToyoTa HIlux 4x2 2.5 Td Skrásetingarnr: SP 526 Km: 23.000 Árgangur: aug. 2007 Útgjald: 43.750 Mðr. gjald: 2.760 (5 ár) kr. 175.000,- ToyoTa aVenSIS 1.8 Sol auT. Skrásetingarnr: TE 275 Km: 31.000 Árgangur: feb. 2003 Útgjald: 31.250 Mðr. gjald: 3.080 (3 ár) kr. 125.000,- PeugeoT 307 1.6 STC, Skrásetingarnr: FP 505 Km: 44.000 Árgangur: okt. 2006 Útgjald: 36.250 Mðr. gjald: 2.289 (5 ár) kr. 145.000,- Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. PeugeoT 206 2.0 dIeSel VøruV. Skrásetingarnr: JU 505 Km: 53.000 Árgangur: jan. 2004 Útgjald: 22.000 Mðr. gjald: 2.179 (3 ár) kr. 74.000,- Mazda PreMaCy 1.8 Skrásetingarnr: RG 751 Km: 95.000 Árgangur: sept. 2004 Útgjald: 24.500 Mðr. gjald: 2.434 (3 ár) kr. 98.000,- Valkvøldið í Norðurlanda­ húsinum 19. januar 2008. Í morgin er valskeiðið hálvrunnið ­ og nú er okkurt sum bendir á, at vit í seinasta lagi 19. januar í 2012 aftur sleppa at velja í fleiri valdømum