mánadagur 18. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 11 - 18. januar 2010
Fer landið nú at lata
stuðul til at innflyta
frystan fisk, fer
tað bara at útseta
pínuna, samstundis
sum vandi er fyri, at
avreiðingarprísurin
hjá føroyskum
skipum fer at
lækka, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri á
handilsskúlanum og
virkisráðgevari
Frystur Fiskur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Almennur stuðul eigur
ikki at verða latin eini
doyggjandi vinnu. Almenn-
ur stuðul eigur heldur ikki
at verða latin tin eina vinnu,
sum átti at havt gjørt neyð-
ugar tillagingar fyri fleiri
árum síðani.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Føroya
handilsskúla
og
virkisráðgevari, mælir frá
at taka undir við uppskotin-
um um, at nú skal tað
almenna aftur fara at lata
stuðul til at keypa frystan
fisk uttanlands.
Miðflokkurin hevur lagt
uppskot fyri Løgtingið um
at lata almennan stuðul til
at keypa fisk uttanlands og
flyta hann heim til Føroya
at verða virkaðan á fiska-
virkjunum kring landið fyri
at bøta um arbeiðsloysið.
Bæði Fiskavirking og
Vaðhorn hava talað heitt og
innaliga fyri einum slíkum
uppskoti, tí sagt verður, at
tað hevði kastað nógv meiri
av sær til samfelagið, enn
hetta kostar landskassanum
í stuðuli.
Eisini Samtak hevur mælt
politikarunum til at taka
væl ímóti uppskotinum.
Avreiðingarprísurin
lækkar
Reidar Nónfjall staðfestir,
at
marknaðarkreftirnar
megna ikki at takkla krepp-
una og skeivleikar, sum eru
og heldur ikki kappingina.
Tí skal fiskivinnan nú
hava andahjálp.
- Endamálið við almenn-
um stuðuli kundi verið at
fingið eitt andarhald til at
fyrireika og gera umstilling-
ar í vinnuni á landi og síðan
steðga stuðlinum, tá ið
vinnan sjálv megnar neyð-
ugu virðisøkingina og løn-
semi, sigur hann.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at sum oftast er stuð-
ul kappingaravlagandi.
- Verður stuðul latin til at
innflyta frystan fisk til Før-
oya, er sostatt vandi fyri, at
fiskiflotin fer at fáa fáa
lægri avreiðingarprís í Før-
oyum, samstundis sum tað
er ólógligt at avreiða meiri
enn 25% av fiskinum uttan-
lands, har prísurin kanska
er hægri enn at landa í Før-
oyum – serlig um stuðul
verður veittur.
Hann staðfestir, at saman-
umtikið er stuðul til høvuðs-
vinnuna
ein
stuttskygd
neyðloysn, sum skal avloys-
ast av heilt øðrum tiltøkum
og inntrivum.
Hann vísir annars á, at tað
kann góðtakast, at lond í
krepputíðum fremja serlig
vinnulig átøk og skapa ser-
ligar karmar at virka undir í
styttri og avmarkað tíðar-
skeið. - Endamálið við stuð-
uli kann verða at skapa
støðufesti og forða fyri skaði-
ligum stutttíðarárinum.
- Vanliga fylgja við krøv
við stuðlinum um, at hann
ikki verður latin til sjálvan
raksturin, men heldur til
vøru ella marknaðarmenn-
ing. Í USA hevur tað
almenna skipað fyri, at pen-
ingastovnar kunnu lána út
sera stórar upphæddir til at
bjarga nøkrum av teirra
høvuðsvinnum ella søguliga
stóru vinnum.
Útseta pínuna
Reidar Nónfjall sigur, at
sostatt er stuðul vanliga ein
hjálp til sjálvhjálp.
- Men stuðul eigur ikki at
veitast til eina doyggjandi
vinnugrein ella til eina
vinnu, sum átti at havt gjørt
neyðugar tillagingar fyri 5-
8 árum síðani.
- Í slíkum førum førum
er stuðul at meta sum ein
respiratorloysn,
ella
ein
skipan, sum tekur yvir tær
funktiónir,
sum
vanliga
skulu virka.
- Og tá ið stuðulin so held-
ur uppat, fer vinnan við í
fallinum.
Hann heldur, at tí er vandi
fyri, at stuðul til at keypa
frystan fisk, fer at føra við
sær, at ongar neyðugar til-
lagingar verða gjørdar í
fiskivinnnuni tey næstu
tvey ella fýra árini, hvørki
kapasitetstillagingar
ella
aðrar bygnaðarbroytingar.
- Talan er um enn einaferð
um ein kodda og ein máti
hjá politikarunum til enn
einaferð at sleppa undan at
taka ábyrgd av fiskivinnuni
og gera tær tillagingar, sum
krevjast skjótast møguligt,
áðrenn øll vinnan fer fyri
bakka bæði buskaparliga
og í aðrar mátar.
Hann leggur tó áherðslu
á, at tað kundi eisini verðið
góðtikið, at landskassin
letur stuðul til ávísar vinnur
í eini krepputíð.
Hann
vísir
til
aðrar
kreppuloysnir,
sum
eru
gjørdar. Kendasta kreppu-
loysnin er Fiskavirking.
Men tann loysnin bleiv
varandi, alt, alt ov leingi.
Og júst tað er vandin við
kreppuloysnum
- Við eini kreppuloysn
verður neyðugt við neyvari
og
strangari
politiskari
stýring.
Og tað er her, at reidar
Nónfjall hevur sín stóra
iva.
- Ein kreppustuðul má
undir ongum umstøðum
standa einsamallur, tí við
honum eigur at avgjørt krav
at fylgja við um neyðugar
tillagingar í fiskivinnuni og
so eigur stuðulin at fella
burtur, beinanvegin tillag-
ingarnar eru framdar.
- Spurningurin er bara,
um politikararnir megna at
stýra stuðlinum og at fylgja
kravinum um tillagingar, so
at stuðulin verður ein hjálp
til sjálvhjálp í staðin fyri
bara ein respiratorhjálp.
Ógvuliga ógreitt
Stjórin á handilsskúlanum
heldur, at tað er ógvuliga
ógreitt, hvat stuðul til fiski-
vinnuna á landi í veruleik-
anum munar ella hevur við
sær, tá ið hugsað verður um
vánaliga lønsemið í vinnu-
greinini
seinastu
nógvu
árini.
- Hvørji virkir skulu hava
stuðul, spyr hann. Skulu
eisini tey virki, sum standa
til at verða avtikin fáa stuð-
ul á jøvnum føti við tey,
sum hava gott lønsemi og
sum búskaparliga megna
kappingina við tollforð-
ingum?
Og hvussu ætlar lands-
stýrið at býta slíkan stuðul
og hvørjar mannagongdir
skulu brúkast?
Hann spyr eisini, hvørja
støðu landsstýrið hevur til
ES marknaðin og limaskap
í hesum handilssfelagskapi.
Hann finst eisini at lands-
stýrinum tí hann heldur, at
tað hevur í veruleikanum
ongan almennan vinnupolit-
ikk í hesum krepputíðum
og fá ítøkilig vinnulig tiltøk
síggjast á fíggjarlógini fyri
2010.
Mugu læna fyri
at stuðla
- Stuðul til ávísar vinnur
skapar fordømi, og tað verð-
ur ógjørligt hjá politisku
myndugleikunum at stýra
og grundgeva fyri, at ein
ávís vinna hevur størri tørv
á stuðuli enn ein onnur.
Harafturat heldur Reidar
Nónfjall, at útgangsstøðið
hjá landinum at stuðla inn-
flutningi av frystum fiski,
er sera vánaligt.
- Útgangsstøðið hjá lands-
kassanum er eitt risa stórt-
hall á fíggjarlógini fyri
2010. Skal stuðul latast til
fiskivinnuna er tað ein
útreiðsla afturat teimum.
Og so skal stuðulin fíggjast
við láni til eina høga rentu,
sum komandi ættarlið
skulu gjalda aftur.
- Vit hava rætt og slætt
lagt ov lítið til síðis í teim-
um góðu tíðunum, til at vit
hava so mikið at standa
ímóti við í hesum ringu tíð-
um, at vit kunnu veita vinn-
uni stuðul í eitt styttri tíðar-
skeið í krepputíðum, sigur
Reidar Nónfjall.
Les eisini grein á síðu 15
um sama evni, har Reidar
Nónfjall hevur nøkur boð
upp á, hvørjar vegirnar hjá
fiskivinnuni
burtur
úr
kreppuni.
Útseta pínuna við almennum stuðuli
- Skal landskassin nú lata stuðul til at innflyta frystan fisk, sleppa politikararnir sær enn einaferð undan at taka ábyrgdina av
fiskivinnuni og gera tær tillagingar, sum krevjast skjótast møguligt, áðrenn øll vinnan fer fyri bakka, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á
Handilsskúlanum og virkisráðgevari
Fjala ognir í Danmark
Danmark virkar sum skjól hjá múgvandi einstaklingum og
feløgum úr Russlandi og fleiri øðrum fyrrverandi
sovjetlýðveldum, sum royna at fjala virðir av ymsum slagi
fyri skattavaldinum. Tað skrivar Børsen. Skattaráðgevin
Ned Shelton sigur við blaðið, at eftir hansara meting eru
tað minst 500 ella kanska 1.000 feløg, sum eiga í
russiskum og ukrainskum fyritøkum í Danmark.
Trupulleikin er, at tað ber ikki til at siga, hvat tey eiga, ella
hvørjir persónar standa aftan fyri feløgini, sigur hann.
Pinera forseti í Kili
Kili hevur fingið nýggjan forseta. Á valinum í gjár vann tann høgrasinnaði
ríkmaðurin Sebastian Pinera á sosialdemokratinum Eduardo Frei. Sambært
valnevndini fekk Sebastian Pinera 52 prosent av atkvøðunum og Eduardo Frei
48 prosent. Pinera stillaði eisini upp á valinum fyri fýra árum síðani, men ta
ferðina mátti hann lúta fyri sosialistinum Michelle Bachelet. Undir valstríðnum
hevur Pinera millum annað sxagt, at hann fer at leggja dent á at bøta um
trygdina í landinum, og at hann fer at brúka sína støðu sum vinnulívsmaður til
at hjálpa vinnuni burtur úr kreppuni, sum hon er í.