mánadagur 18. januar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. januar 2010 – Nr. 11
Eftir fleiri dystir við sving
andi úrslitum og ikki heilt
so sannførandi avrikum,
fekk Chelsea sanniliga
stað fest, at teir eru besta
og heitasta boðið til at
vinna Premier League
7-2! Tað var úrslitið av dystinum
millum Chelsea og Sunderland
leygar dagin. Og tað var órættvíst –
ikki mótvegis Sunderland men mót-
vegis Chelsea, sum hevði allar
mø gu leikar at gerast fyrsta liðið í
bestu ensku fótbóltsdeildini, sum
vann ein dyst við einum tvey-
siffrað um tali. So avgjørd eru fleiri
bretsk bløð, eitt nú The Sun og Daily
Mail.
Daily Mail fer so langt sum at
spáa, at leygardagurin helst var
dagur i n, tá Chelsea vann enska
meistara heitið 2010.
»Svar på tiltale«
Soleiðis kann ein dystur venda øll-
um á høvdið. Støðan hjá Chelsea var
annars ikki nakað at reypa av undan
dystinum. Av teimum seinastu seks
dystunum hevði liðið einans vunnið
tveir – restin var eitt tap fyri Man-
chester City og javnleikir í móti
Evert on, West Ham og Birmingham.
Í Onglandi vóru tey eisini farin at
spekule ra í, hvussu nógv African
Cup of Nations fór at kosta Chelsea.
Gaman í, liðið er sterkt, men hvussu
kann missurin av Drogba, Essien,
Kalou og Mikel ikki merkja liðið
nega tivt, varð spurt.
Svarið kom leygardagin og svarið
var tað, danir kalla svar på tiltale!
Minniligt mál frá Cole
Av teimum sjey málunum, taldu
fimm tey fyrstu fimm ymsar mál-
skjútt a r. Anelka setti hol á í áttanda
minutti, og 26 minuttir seinni høvdu
Malou da, Cole og Lampard eisini
gjørt hvør sítt mál. Eftir steðgin kom
Bal lack eisini upp á talvuna, áðrenn
Anelka og Lampard aftur gjørdu
vart við seg.
Teir fimm málskjúttarnir prógva
eisi ni breiddina á liðnum. Tað er
eing in einmansherur, men eitt lið,
sum ikki einans skapar úrslit, men
eisi ni undirheldur.
Besta dømi um hetta var málið til
3-0 í 22. minutti. Her varð breiddin á
liðnum staðfest saman við meistara-
lig um undirhaldi.
Tað er nevniliga rár hending, at ein
vinstri bakkur skorar og helst upp-
aftur meira sjáldsamt, at ein mið verji
leggur upp til eitt mál. Leyg ar dagin
legði miðverjin og liðfo r maður Terry
upp til málið hjá Cole.
Eitt frágerða gott mál, sum ikki
gjørd ist minni serstakt av, at tað var
mál nummar 18.000 í Premier
League!
Meistaraligt spæl
Hóast sjey mál kunnu teir í Chelsea
ikki vera heilt nøgdir. Tey bæði mál-
ini, Sunderland fekk er eitt, men
ann a ð er tað, at Chelsea ikki fekk
meira burtur úr teimum 29 roynd u-
num upp á mál, ið teir høvdu í dysti-
num.
Somu hagtøl siga eisini, at Chel-
sea hevði 15 hornaspørk í dystinum,
men at einki av teimum varð umsett
til mál.
Hinvegin kann Ancelotti, venjarin
hjá Chelsea, fegnast um, at hansara
menn høvdu bóltin 71 prosent av
tíð ini. Hann kann fegnast um mon-
gu málskjúttarnar. At eingin av han -
s a ra monnum fekk gult kort, og at
hvør ki Cole ella Terry, sum vórðu
út skiftir í steðginum við smærri
snudd um, hava fingið stórvegis
skaða.
Men mest av øllum kann Ancelot-
ti fegnast um meistaraliga spælið,
han sara mans vístu á vøllinum
leygar dagin, tá Chelsea vant burtur
úr Sunderland.
Meistaraligt spæl frá Chelsea
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
21
15
-
3
-
3
52
18
34
48
2 Man Utd.
22
15
-
2
-
5
49
19
30
47
3 Arsenal
21
14
-
3
-
4
55
23
32
45
4 Tottenham
21
11
-
5
-
5
42
22
20
38
5 Man City
21
10
-
8
-
3
42
30
12
38
6 Aston Villa
21
10
-
6
-
5
29
18
11
36
7 Liverpool
21
10
-
4
-
7
38
26
12
34
8 Birmingham
21
9
-
6
-
6
21
19
2
33
9 Fulham
21
7
-
6
-
8
26
24
2
27
10 Everton
21
6
-
8
-
7
30
34
-4
26
11 Stoke
21
6
-
7
-
8
19
26
-7
25
12 Blackburn
21
6
-
6
-
9
23
39
-16
24
13 Sunderland
20
6
-
5
-
9
28
31
-3
23
14 Wigan
20
6
-
4
-
10
23
44
-21
22
15 Burnley
21
5
-
5
-
11
22
43
-21
20
16 West Ham
21
4
-
7
-
10
28
37
-9
19
17 Wolves
21
5
-
4
-
12
17
38
-21
19
18 Hull
21
4
-
7
-
10
20
42
-22
19
19 Bolton
19
4
-
6
-
9
26
38
-12
18
20 Portsmouth
20
4
-
2
-
14
18
32
-14
14
Anelka gekk undan við
tveimum málum, tá Chelsea
leygardagin vant burtur úr
Sunderland, sum ikki hevur
vunnið síðani november
mánað, tá liðið á heimavølli
basti Arsenal 1-0
Mynd: Polfoto
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Revsa Juvefjepparar
Leiðslan í italsku liguni hevur gjørt av, at næsta heimadyst
hjá Juventus skulu hurðarnar til tað eina áskoðaraumráðið
verða afturlatnar. Hetta verður gjørt sum revsing, afturfyri at
Juventus-fjeppararnir í »Curva Sud« komu við rasistiskum
rópum undir steypadystinum ímóti Napoli mikudagin. Síðsta
kappingarár fekk Juventus eina líknandi revsins, tá liðið mátti
spæla ein dyst heilt uttan áskoðarar eftir rasistisk róp, men
hesa ferð komu rópini bara frá teimum mest víðgongdu
fjepparunum.
Hálvt ár í Arsenal
35 ára gamli verjuspælarin, Sol Campbell, hevur skrivað undir
sáttmála við gamla felag sítt, Arsenal, ið røkkur hetta
kappingarárið út. Campbell, sum spældi við Arsenal frá 2001
til 2006, hevur verið uttan sáttmála síðani síðsta summar, men
skal hava víst dygdir og form, ið rættvísgera, at hann nú kann
styrkja skaðaplágaðu verjuna hjá Arsenal. Tilsamans hevur Sol
Campbell spælt 73 dystir á enska landsliðnum og skotið eitt
mál fyri Ongland.