Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 12 - 19. januar 2010 Hallið á fíggjarlógini má minka, men tað kann ikki sparast burtur. Tí verður eisini neyðugt at vit tora at leggja hægri avgjøld á borgarar og vinnulív fyri at útvega landskassanum meiri pening, staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum Hall Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit mugu tora at leggja hægri avgjøld á bæði borgarar og vinnulív. Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýris- maður í fíggjarmálum og formaður í Javnaðarflokk- inum á fundi fyri javnaðar- hugaðum í Suðuroy í gjárkvøldið. Hann vísir á, at tað er neyðugt at hallið á fíggjar- lógini upp á 800 millión- ir,verður vent til eitt avlop rættiliga skjótt. Men tað gerst ikki við sparingum aleina. - Tí slepst ikki undan, at vit eisini økja um inntøk- urnar hjá landskassanum við at breiðka skattagrund- arlagið, sum tað so diplo- matiskt eitur. - Framyvir ber tað ikki til, at vit bara hyggja eftir útreiðslunum, tá ið fíggjarlógir verða lagdar. - Vit verða eisini noydd til at hyggja eftir inntøk- unum hjá landskassanum og skulu vit gera okkum vónir í at fáa tað alneyðugu javnvágina á fíggjarlógina hesi næstu heilt fáu árini, verður neyðugt at breiðka skattagrundarlagið. Bæði borgarar og vinnulív Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at tá ið hann tosar um at breiðka skattagrundarlagið, hugsar hann bæði um at økja skattatrýstið á borgarum og á vinnulívi - Eg hugsi serliga um møguleikan, sum onnur lond brúka og tað er at skatta tilfeingið, sum tað almenna letur ókeypis og sum onnur kunnu vinna stóran pening av. Men landsstýrismaðurin hugsar eisini um avgjøld á alivinnuna fyri at brúka firðir og sund til aling. Hann er greiður yvir, at hetta er kanska ikki rætta tíðin at tosa um at leggja størri byrðar á vinnulívið, men staðfestir samstundis, at nú er stundin komin til at hugsa øðrvísi. Men umframt økt avgjald til vinnulívið, hugsar hann eisini um grøn gjøld. - Tað er fáa staðni í Evropa, kanska ongastaðni, at bensin og diesel er so bíligt, sum í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann hugsar eisini um at skatta samfelagsskaptan vinning av fastari ogn Hann vísir á, at inni- standandi í penginastovnum og avkast av partabrøvum verða skattað. - Men tað ber væl til at keypa hús ella jørð í dag og selja tað aftur við stórum vinningi um nøkur ár, uttan at hava gjørt nakað fyri at økja um virðið. - Tað er órímiligt, at vit ikki tora at skatta vinning av slíkum sølum við einum 35% ella onkrum líknandi. Hinvegin hevur eisini onkur borið upp á mál at seta ognarskatt í gildi í Føroyum. Men hetta er ikki nakað, Jóannes Eidesgaard ætlar sær í holt við. - Tað er bara eitt, sum er verri dámt í Føroyum enn at tosa um at hækka skattin og tað er at tosa um ognar- skatt og tað er ikki ein spurningur, sum er á dags- skrá, leggur hann afturat. Ikki skatt á lønir Tá ið Jóannes Eidesgaard bara tosar um hægri avgjøld, er tað tí at hann heldur, at tann vanligi skatturin av lønum kann ikki hækka meiri. - Tað er ikki so undarligt, at vit hava eitt tað hægsta skattatrýstið í verðini á vanligum lønum. Tað er tí, at vit skatta so at siga onki uttan vanligar lønir og nú er so mvg komið afturat. - Men tann skrúvan kann valla skrúvast meiri, so tað verður neyðugt at breiðka skattagrundarlagið við nýggjum avgjøldum fyri at fáa fleiri inntøkur í lands- kassan, sigur landsstýris- maðurin í fíggjarmálum. Hann leggur afturat, at aðrastaðni er skattaskipanin munandi meiri fjølbroytt við avgjøldum av ymsum slagi. Ein avbjóðing Spurningurin er, hvussu Jóannes Eidesgaard ætlar at røkka hesum endamálinum at breiðka skattagrundar- lagið, tí hann er í samgongu við tveir flokkar, sum milt sagt hava hug at fara í baklás, bara teir hoyra orðið skattahækking, ella sum heldur vilja tosa um at loysa trupulleikan við at biðja danir um hægri blokk. Hann ásannar, at tað verður ein avbjóðing. Hann staðfestir sam- stundis, at Javnaðarflokk- urin stendur fast við, at stig verða tikin til at úvega landskassanum nýggjar og størri inntøkur á fíggjar- lógini fyri næsta ár. - Hetta haldi eg, at Javn- aðarflokkurin skal standa fast við, hóast siðvenjan er, at alt fer fullkomiliga í svart, beinanvegin orðið skatta- hækking verður nevnt. - Einasta alternativ er at spara, eisini á teimum bleytu virðunum. Eisini á vælferðarøkinum og á teimum bleytu játtan- unum er nógv spart framm- anundan og Jóannes Eides- gaard sigur, at á hesum øki er pínumarkið hjá javnað- arflokkinum heilt tætt við at verða rokkið. Skattalættar og niðurskurður merkjast Men nú hevur samgongan sjálv frammanundan latið skattalættar, sum kosta landskassanum næstan 400 milliónir um árið. - Ja, tað er rætt. Tað var eitt borgarligt projekt. Men tað var ein telving í sam- gonguni, sum endaði við tí og sum eg skal viðganga, at Javnaðarflokkurin tók undir við í samgonguni. Men samstundis varð útgjaldið úr samhaldsfasta hækkað, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. Hann ásannar, at skatta- lættin tað merkist í lands- kassanum í dag. - Men tað merkist sann- liga eisini, at blokkurin varð lækkaður, leggur hann afturat. Jóannes Eidesgaard til reiðar at hækka skattin Ikki prentast aftur Eingin av teimum stóru donsku fjølmiðlunum valdi at endurprenta Muhammed-tekningina hjá Kurt Westergaard í sambandi við, at ein somaliumaður herfyri royndi at beina fyri teknaranum. Tað hóvar dønum væl, tí í einari meiningakanning siga 84,2 prosent av teimum spurdu seg vera fegin um, at tekningin ikki bleiv endurprentað í sam- bandi við álopið. Bara 11,7 prosent siga, at Muhammed- tekningarnar skulu endurprentast. Hóast ta stóru mótstøð- una ímóti, at tekningarnar verða endurprentaðar, siga 57,3 prosent av teimum spurdu, at tað var rætt at prenta tær í 2005 sum staðfesting av skrivi- og talifrælsinum. Mafian stjelur laks Í Kili hava alistøðirnar stórar trupulleikar av brots- monnum, sum stjala fleiri túsund tons av alilaski um árið. Sambært kilska blaðnum El Llangquihue stjóru brotsmenn umleið 12.000 tons av laksi í fjør, og við tí mistu alistøðirnar inntøkur fyri millum 300 og 350 milliónir krónur, skrivar blaðið. El Llangquihue skriv- ar, at tjóvarnir stjala laskin úr aliringunum ella úr stórum bilum, sum verða fluttir at flyta laksin við. Ein trupulleiki er sambært blaðnum, at løgreglan tekur ímóti pengum frá tjóvunum aftur fyri at lata teir sleppa avstað við tjóvagóðsinum. - Skulu vit bera boð í bý, má Javnaðarflokkurin standa fast við, at størri og nýggj avgjøld mugu leggjast á borgarar og vinnulív fyri at útvega landskassanum meiri inntøku, tí tað ber ikki til at knokkroyta løntakarar og pensjónistar meiri, staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður Javnaðarfloksins á fundi við javnaðarhugaðar suðuroyingar í gjárkvøldið